Skriva út

Anna Poulsen

Anna Poulsen
deknur
Sumba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna er úr Porkeri og er gift til Sumbiar. Og tað er longu langt síðan, tí hon er fødd 27. juni 1939 og hon var einans 21 ára gomul, tá ið hon kom til Sumbiar og har hevur hon verið síðan.

-Eg og maðurin vóru gift í 56 ár. Hann kallaðist Páll Poulsen. Hann fekk eina hjartaskurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum og doyði av henni. Eg var einans 21 ár, tá ið eg kom til Sumbiar og eg var væl móttikin í bygdini. Eg var nokk so nógv í Porkeri fyrstu árini, tá ið genturnar vóru smáar, áðrenn tær fóru at ganga í skúla og maðurin var til skips.

-Maður mín sigldi alt lívið og eg var heimagangandi. Vit fingu bil og eg tók koyrikort og tað gav frælsi. Nú bestemmaði eg fartin sjálv, eg minnist at koyrikortið kostaði 850 krónur. Tá ið døturnar vóru vaksnar, fór eg út at arbeiða. So komu barnabørnini, tvey av hvørjum slag og eg passaði tey. Her var ongin barnagarður í Sumba. Nú eru trý langbarnabørn komin afturat, sigur Anna Poulsen.

-Eg havi verið deknur, tað eru 20 ár síðan eg læs fyrstu ferð og eg lesi enn. Eg eri ógvuliga glað fyri at vera deknur, tað er ein gáva, sum einum er litið til. Eg havi altíð hildið, at tað hevur verið neyðugt fyri meg at ganga í kirkju. Og sjálvandi er tað sárt at síggja, at tey mest trúføstu í kirkjuni fella frá, men nýggj ung koma tíbetur til.

-Tað var ringt at gerast einkja. Har var ongin fyrireiking. Hann skuldi niður at ordna eina bagatell við hjartanum og so doyði hann. Meg eg havi góð fólk rundan um meg. Eg havi mína trúgv, verið borðin av henni og fólk eru fitt við meg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.