Skriva út

Ann Kirstin Absalonsen

Ann Kirstin Absalonsen
deknur
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ann Kirstin er ættað úr Famjin og gift Absalonsen á Viðareiði. Hon er fødd 6. desember 1970.

 -Eg kom út av læraraskúlanum í 1995, beint eftir stóru kreppuna í fyrru helvt av nítiárunum í farnu øld. Tá fór man antin niður til Danmarkar ella norður eftir og eg fór norðureftir. Eg havi verið deknur í Viðareiðis kirkju í mong ár, sigur Ann Kirstin Absalonsen.

 -Eg varð biðin til dekn og var eitt sindur bilsin. Eg visti ikki, um eg var kompetent til starvið. Tað var Elsa Funding, sum bað meg. Eg svav upp á tað og segði ja. Starvið hevur fallið mær natúrligt, tí eg eri von at standa fram fyri fólki og hava orðið, sigur hon.

 -Eg havi eisini tikið mær av sunnudagsskúlanum her norðuri í eini 30 ár. Sunnudagsskúlin er ein partur av sunnudegnum fyri meg, sigur hon.

 -Vit eiga trý vaksin børn. Tvær gentir og ein drong. Vit fingu tvíburðar, gentu og drong, tað var ein spennandi avbjóðing. Eg hevði lætt at fella til á Viðareiði. Maðurin var nógv burtur fyrstu árini, men nú er hann nógv heima, sigur hon.

Ann Kirstin hevur framvegis samband við heimbygdina Famjin.

 -Eg var 16 ár, tá íð eg flutti úr Famjin. Nú vitji eg aftur á hvørjum sumri, tað liggur fast, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.