Skriva út

Anja Sólheygg Samuelsen

Anja Sólheygg Samuelsen
klokkari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Klokkarastarvið hevur vanliga verið eitt mannfólkaarbeiði í føroysku fólkakirkjuni, men her er broytingar við at henda. Í Christianskirkjuni í Klaksvík eru tveir fastir klokkarar og síðan eru tríggjar kvinnur komnar aftur at sum tiltaksklokkarar. Ein teirra er Anja Sólheygg Samuelsen, sum er fødd 29. november 1969.

 -Sum avloysari eri eg klokkari, tá íð eg havi vakt. Eg eri við til allar kirkjuligar handlingar. Eg havi við klokkuna at gera og at lata upp og aftur. Eg vegleiði eisini faddrarnar undir barnadópi. Eg helt at klokkarastarvið var eitt mannsdominerað arbeið, tað haldi eg ikki longur. Eg eri von at ganga í kirkju og tá eg varð spurd um tænarastarvið, tók eg tað sum ein heiður, sigur Anja Sólheygg Samuelsen.

 -Eg syngi eisini í kirkjukórinum og eri glað fyri mín leiklut í kirkjuni og her hendur nakað. Tí seinastu viku var eg til tríggja kirkjuligar handlingar mitt í viku, sigur hon.

 -Til dagliga eri lærari í fólkaskúlanum, eg eri eisini lærari á kvøldskúlanum. Eg undirvísi í føroyskum, sigur hon.

Maðurin eitur Petur Ziska Samuelsen og tey eiga tvey børn, ein son og eina dóttir. Petur siglur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.