Skriva út

Anita Ellendersen

Anita Ellendersen
organistur
Fámjin

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anita Ellendersen er organistur í Fámjins kirkju og er avloysari í Hoyvíkar kirkju og aðrastaðni við. Og hon hevur spælt orgul, síðan hon var smágenta. Anita er lærari í fólkaskúlanum og er fødd 16. mai 1963. 

 -Ingrid í Puntabyrgi í Trongisvági mælti til, at eg skuldi spæla. Hon helt meg hava evnir, Hon lærdi meg at spæla eftir nótum. Og tá íð eg kom á læraraskúlan fekk eg tímar frá Ólavur Hátún. Eg havi eisini fingið undirvísing frá Odvør Johansen. Eg var organistur í Famjins kirkju øll míni ungdómsár og eri enn, sigur Anita Ellendersen.

 -Í dag taki eg orgulútbúgving Premiliner Organisteksamen. Hendan útbúgvingin tekur trý ár og eg eri á øðrum ári. Eg haldi, at tað er flott, at vit hava tílíka útbúgving í Føroyum, hendan útbúgvingin gevur mær eisini nógva teoretiska vitan, eg læri eina rúgvu,  sigur hon.

 -Eg var liðug sum lærari í 1986. Eg var lærari í 10 ár og fór síðan niður á universiteti at lesa franskt. Eg eri magistari í fronskum. Eg flutti heim aftur í 2014.

 -Tónleikurin hevur nógv at siga fyri meg. Eg havi spælt kornett í Havnar Hornorkestri. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at sleppa at spæla. Tá íð eg vaks upp í Famjin, var ikki nógv annað at gera enn at spæla. Vit høvdu orgul heima og síðan var tað lítla pípuuorglið hjá Verland Johansen í kirkjuni, sigur hon.

Anita er gift við einum manni úr Togo og tey eina eina dóttir, sum ikki er vaksin enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á Tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.