Skriva út

Andrias Petur Jóhan Jensen

Andrias Petur Jóhan Jensen
deknur
Skopun

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hann er farin um tey áttati og kann líta aftur á lívið í Skopun í eitt mannaminni. Andrias eitur Petur Jóhan til millumnavn og hann hevur flotið so langt aftur hann kann minnast. Hann hevur eisini verið útróðrarmaður, og hann hevur drúgva tænastu sum deknur á baki í Skopunar kirkju, sum einaferð stóð í Vestmanna. Andrias Petur Jóhan Jensen er føddur 30. september 1936.

 -Eg eri skopuningur, føddur í Skopun og eg havi verið deknur í 27 ár. Sigurd Bærentsen, sáli, var lærari og deknur. Honum dámdi ikki at vera einsamallur og eg fór at avloysa hann og lesa lestur, tá íð eg var heima, eg var sjómaður. Hann doyði ungur og eg havi verið fastur deknur, síðan eg legðist uppi. Undan okkum var Gregor Hentze fastur deknur og hann læs í mong ár, sigur Andreas Petur Jóhan Jensen.

 -At vera deknur er álvarsuppgáva og eg haldi, at skopuningar hava verið trúgvir í kirkjuni millum 30-60 eru í kirkju hvønn sunnudag. Tað liggur stór ábyrgd á deknunum. Er prestur einaferð um mánaðin, skulu vit lata væl at.

 -Eg var einsamallur eina tíð meðan Sigurd Bærentsen var sjúkur, síðan traðkaði Heðin Jacobsen til og hann var deknur saman við mær. Mær dámar sera væl at lesa lestrarnar hjá Jákup Dahl og eisini teir hjá Gudmund Brun og Mariu Eide, eg plagdi at skifta í millum.

 -Eg fór til skips sum 14 ára gamal við slupp vi Gudrun Zoega. Um eg hevði havt pengar gjørdist eg ikki sjómaður, so hevði eg verið lækni. Eg havi eisni róð nógv út úr Skopun. Eitt vanligt útróðrarár plagdi at liggja millum 90-120 dagar, í so nógvar dagar plagdi tað at vera líkindir at vera úti og streymurin í lagi.

Konan eitur Bergtóra og er fødd Johannesen. Tey eiga seks børn og nøkur barnabørn.

 -Eg hevði roknað við fleiri barnabørnum, men unga fólkið fær ikki so nógv børn í dag.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.