Skriva út

Andrias Arge

Andrias Arge
klokkari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Andrias Arge eigur nógv ár sum klokkari í Christianskirkjuni. Hann er sonur til Niels Juel Arge, sum var klokkari frá 1960 og fram til 2004. Tað hoyrir líkasum til familjuna at hava ábyrgd av ringing í Christianskirkjuni. Andrias er føddur 11. mai 1958.

 -Eg byrjaði longu sum smádrongur at fara við pápa, tá íð hann fór í kirkjuna at ringja. Tá var kirkjan heilt nýggj. Og kirkjan fylti nógv í okkara heimi, vit vóru næstan eitt klokkaradynasti. Fyrst pápi, síðan svágurin, maður systir mína, Hjørleif Poulsen og síðan havi eg loyst hann av. Tað var arbeiði av at vera klokkari, eitt nú varð kimað frá jólaaftans morgun og heilt fram til kyndilsmessu, sigur Andrias Arge.

 -Eg havi arvað klokkarastarvið og havi fingið tað so at siga við móðurmjólkini. Klokkarastarvið er framvegis innan familjurammuna. Sjálvur sigli eg í dag sum maskinmeistari við Brimli, sigur Andrias Arge
.

Í dag hevur Christianskirkjan fingið eitt torn viðsíðuna av kirkjuni. Tey fyrstu árini hingu klokkurnar inni í kirkjuni. Klokkararnir máttu ganga tey 76 trinini upp til klokkurnar, áðrenn teir kundu gera nakað.

 -Tað var ein kunstur at ringja við stóru klokkuni, tá íð ringt var við hond. Hon vigar 300 pund. Tú mátti læra at finna taktina. Man hoyrdi mun á, hvør klokkari ringdi. Í dag er ringingin automatisk, sigur hann.

Andrias er giftur við Gunhild og hon er úr Klaksvík. Tey eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu. Og tey hava fingið fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.