Skriva út

Andrew Michael Magnussen

Andrew Michael Magnussen
klokkari
Fámjin

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Andrew hevur altíð búð í Famjin alla sína tíð og hevur ongastíð hugsað um at búð aðrastaðni. Hann er føddur 10. oktober 1958. Hann hevur verið sjómaður og siglt víða um, og heimstaðurin hevur altíð verið Famjin og nú arbeiðir hann í alivinnuni, og tá ið arbeiðsdagurin er av fer hann upp um fjall og skarð, fyri at sleppa aftur til fjálgu heimbygdina kring Pollin á vestursíðuni av Suðuroynni.

 -Eg havi verið klokkari seinastu átta árini. Vit eru tveir, sum skiftast, hin eitur Jógvan Jensen. Eg kenni tað ikki bundisligt, eg gangi jú í kirkju allíkavæl. Kanska tað hevði verð uppaftur betri, um ein klokkari afturat, sigur hann.

 -Eg ringi klokkan 10 og klokkan 12.

 -Seinastu árini havið eg verið alari, men eg eisini mong ár á sjónum. Eg byrjaði sum blaðungur við farmaskipi. Síðan havi eg verið við trolarum her suðuri og enntá við línubátum á Flemmish Cap.

 -Fyri nýggju árum síðani søkti eg í alivinnuna sum fóðrari. Vit arbeiða í løtuni á Vágsfirði og tað er Bakkafrost, sum rekur alingina. Eg havi trivist í alivinnuni. Vit arbeiða í sjey dagar og hava frí í sjey dagar og eg koyri heim hvørt kvøld.

Andres er giftur við Sigrun Dianu Tausen. Hon er úr Famjin og pápi hennara er av Tausenfólkinum í Runavík. Tey eiga tvær gentur. Tann elsta er júst gift og hon eigur tvær gentur, ein er seks ár og ein er trý ár.

Andrew hevur bát eins og flestu fáminingar. Fyrr róði hann út, nú flotar hann bara, tá honum tørvar eitt kók ella eftir nátungum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.