Skriva út

Andrea Gilstone Danielsen

Andrea Gilstone Danielsen
klokkari
Sumba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ein lítil fitt og smílandi seks mánaðar gomul dóttir liggur á gólvinum. Hon klárar at rulla seg á ryggin og um nakrar dagar grulvar hon. 14 ára gamla stórasysturin, er júst komin inn. Andrea er klokkari í Sumbiar kirkju. Hon er ung og hon er undir útbúgving. Í skrivandi løtu hevur hon verð 32 ferðir kring sólina og hon lesir til sjúkrarøktarfrøðing í Danmark. Hon er fødd 13. november 1984. Vit sita inni í heiminum, sum stendur beint við kirkjuna í býlinginum í Buggarði.

-Eg byrjaði sum klokkari í 2008. Pápabeiggi mín Dánjal Jákup var vorðin illa gongdur og orkaði ikki upp í tornið. Hann hevði leingi verið klokkari. Pápi mín Arni Danielsen tók yvir, men hann var sjómaður og so kom eg inn í myndina. Tá ið pápi legðist uppi, gjørdist longri í millum at eg var klokkari, men eg eri av og á og eg eri klár.

-Vit ringja við hond og tá íð barnadópur og brúðarvígsla er kima vit. Tað er hátíðarligt, tá brúðarvígsla er. Tá kima vit frá tí at brúðurin fer heiman og til hon er í kirkjuni. Og teir ymisku klokkararnir ringja ymiskt, sumbingar duga at skyna á, teir hoyra hvør klokkari ringir.

-Eg eri undir útbúgving sum sjúkrasystir í Vejle. Eg havi eitt hálvt ár eftir og ætli mær at pendla í millum. Eg og maðurin Aron búði niðri fyrsta partin av útbúgvingini. Men nú verður hann eftir. Hetta er ikki so lang tíð. Eg eri í barsil nú.

-Okkara heim er her á Buggarði. Vit búgva í einum húsum, sum ein annar pápabeiggi átti. Hann doyði av krabbamein og eg yvirtók húsini. Frammanundan útbúgvingini arbeiddi eg í fýra ár ellis og røktarheiminum Hamrargarði í Vági. Tá var eg heilsurøktari. Um eg steðgi á, tá í sjúkrasystraprógvið er í hond, veit eg ikki. Mær dámar væl at seta mær nýggj mál, sigur Andrea Gilstone Poulsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”