Skriva út

Andras Holm Arge

Andras Holm Arge
deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Missiónshúsið og kirkjan, sum eru í einum, hava altíð verið ein partur av lívinum hjá Andras Holm Arge, síðan hann var drongur og nú er hann deknur í Argja kirkju. Hann er føddur 2. desember 1965.

 -Eg havi fylgt við í byggingini. Gekk her sum barn, síðan í ungdómsarbeiðinum í húsinum. Seinni kom eg í stýrið og nú eri eg deknur. Hetta er eitt sjáldsamt og virkið hús. Eg var skóti og vit hildu til í húsinum, her vóru fleiri patruljur. Tað var gott samanhald hjá skótunum, og vit lærdu nógv gott. Skótaarbeiði var eitt gott grundarlag fyri vaksna lívinum. Skótarnir gingu einaferð um mánaðin í kirkju í búna. Her var nógv ymiskt virksemi í húsinum fyrstu árini, sigur Andras Holm Arge.

 -Men nú er tíðin farin frá hesum húsinum. Vit gleða okkum til eina nýggja kirkju. Tá missiónshúsið, sum seinni eisini gjørdist kirkja varð bygd í 1974, kendu øll hvønn annan á Argjum. Nú eru yvir 2000 fólk á Argjum og nú kenna vit ikki øll. Eg eri sannførdum um, at fleiri fara at ganga í nýggju kirkjuni og hon fer at koma um nøkur ár, sigur hann.

Andras er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiðir sum fyrisitingarleiðari. Hann er giftur við Leilu Nolsøe úr Havn og tey eiga fýra børn. Tey hava eisini fingið barnabørn, fýra dreingir og eina gentu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.