Skriva út

Amy Andreasdóttir

Amy Andreasdóttir
deknur
Oyndarfjørður

At kvinnur eru deknar, var slett ikki vanligt fyrr í Oyndarfirði og vit skulu heilt fram til áttatiárini í farnu øld, áðrenn fyrsta kvinnan mannaði plássið aftanfyri lestrarfjølina. Og ein av pionerunum er Amy Andreasdóttir, dóttir Andreas í Tarti. Hon er fødd 1. juni í 1947 og var deknur í Oyndarfirði í nøkur ár frá 1987 og fram til 1990.

-Eg var slett ikki fyrireikað upp á at gerast deknur. Og tí var eg ikki sørt bilsin, tá ið Erling Mortensen, lærari í bygdini og deknur í mong ár, kom og spurdi meg. Eg segði faktisk nei í fyrstuni og gav meg so at enda.

Tá ið Amy átók sær uppgávuna vóru tveir deknar sum skiftust og báðir vóru væl til aldurs. Mourits Petersen hevði lisið í mong ár og eisini Erling Mortensen.

-Eg avloysti Mourits og frá á heysti 1987 og til á vári 1990 lósu eg og Erling Mortensen fast. Tá hendi tað, at eg flutti til Leirvíkar og mátti sostatt gevast. Eg kom eisini upp í kirkjuligt arbeiði í Leirvík, sat eina setu í kirkjuráðnum, sigur Amy Andreasdóttir, sum nú aftur er búsitandi í Oyndarfirði.

-Fyri meg var tað ein stór avbjóðing at standa á kórsgáttini og lesa. Og hetta var heilt nýtt fyri meg. Bara tað at sita inni í kór og síggja kirkjuliðið frá einum heilt øðrum sjónarhorni, var undarligt og spennandi. Eg var komin inn í tað allar heilagasta. Og eg gjørdi mær ómak við lestrinum og fyrireikaði meg væl dagin fyri. Fór ongantíð í kirkju, uttan at eg hevði lisið væl og virðiliga uppá. Og kirkjufólk eru siðbundin. Eg minnist einaferð, eg hevði lisið úr lestrarbókini, sum Maria Eide hevði greitt úr hondum. Hetta var ein lestur týddur úr donskum og sum ikki hevði verið lisin fyrr í kirkjuni. Eftir gudstænastuna kom fólk beinanvegin at spyrja meg, hvør hevði skrivað hendan lesturin, tey kendu hann ikki aftur, sigur Amy.

-Eg fekk eisini herðaklapp. Eitt nú frá Ditlev Houmann úr Garðshorni í Oyndarfirði. Hann var vorðin rættuliga deyvur og endaði sínar dagar sum stokkdeyvur. Og fyrstu ferð hann var í kirkju, meðan eg læs, kom hann til mín eftir gudstænastuna, fegin og segði: “Tú, eg hoyrdi teg!” Slíkt fløvaði meg og gav dirvi.

-Erling Mortensen hjálpti mær væl, til eg var komin á lagið. Hann innbant eina stóra sálmabók, har teir ymisku tekstirnir vóru í og síðan skrivaði hann við síni vøkru hondskrift mannagongdirnar fyri gudstænastuni, bæði undir lestri og tá ið prestur var. Eg hevði ongantíð fyristillað mær, at eg fór at vera deknur. Deknarnir vóru ikki í okkara familju og eg helt, at hetta starv hoyrdi øðrum familjum til. Mín tænasta í kirkjuni vardi tilsamans sjey ár, tá telji eg eisini tíðina, eg var kirkjuráðslimur í Leirvík við, og eg eri fegin um hesa tíð. Og eg beundri tey, sum eru kirkjutænarar alt lívið. Tað er trúskapur, sum vil nakað, sigur Amy Andreasdóttir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”