Skriva út

Álvur Enni

Álvur Enni
deknur
Tvøroyri

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Abbi mín, D.J. Enni fekk sær eftirnavnið Enni, eftir einum fjalli í Øravík. Og tað var ikki uttan grund. Hann var doyptur D.J. Mortensen og har vóru 13 mans, sum høvdu sama navn sum hann. Eg eri sonur Jóhannes Enni, sum var lærari í Tvøroyrar Skúla í eitt mannaminni. Vit búgva í húsunum hjá pápabeiggja mínum, Hjørleif Enni, sála, sigur Álvur Enni, sum er deknur í Tvøroyrar kirkju. Hann er føddur 19 juni 1956.

-Eg læs fyrstu ferð í apríl 1898 og var kirkjutænari í eitt ár saman við pápa mínum, hann sat við urguna. Mær dámar væl at lesa. Mær dámar væl kirkjuna og tað siðbundna í henni. Eg kenni tryggleika í ritualunum, sum eru borin fram av nógvum ættarliðum. Eg haldi, at vit skulu lata kirkjuna vera siðbundna eisini í framtíðini. Tað er ikki altíð, at broytingar eru til tað betra, sigur Álvur Enni.

-Annar hevur mítt lív gingið fyri seg her á staðnum. Eg havi verið lærari í 37 ár og øll árini á Tvøroyri. Tá ið eg fór á læraraskúla, hevði eg avgjørt, at eg vildi suður aftur eftir lokna skúlagongd. Tað liggur í blóðinum, pápi var eisini lærari alt lívið og eisini her á Tvøroyri.

Álvur er giftur við Maluni og hon er ættað av Skælingi.

-Vit eiga ein son og eina dóttir og tvey barnabørn, sum ríka okkum tilveruna. Vit møttust í Havn, tá ið eg gekk á læraraskúla og hon hevði ikki trupulleikar at flyta suður.

Í frítíðini fæst Álvur við seyð. Hann hevur eina trøð í Trongisvági. Hann lesir eitt sindur og er av og á til arbeiðis hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”