Skriva út

Alfred (Alli) Hansen

Alfred (Alli) Hansen
klokkari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Allir hevur verið ein partur av Argja kirkju frá byrjan, tá tað byrjaði við einum missiónshúsi við kirkjuligum virksemi. Alli var tann fyrsti, sum ringdi á Argjum. Hetta var í 1974. Nú er nýggj klokka komin og tann gamla hongur í bønhúsinum á Hellunum. Alli er føddur 18. september 1946.

 -Eg havi verið klokkari í Argja kirkju í 43 ár. Tað eina árið var eg einsamallur. Tá klokkan hekk uttanfyri, var mangan ótespiligt. Jóladag,  tað eina árið, fekk eg tríggjar karmar av at ringja. Eg var granni og havi altíð gingið á møti í skúlanum, tí var eg við frá fyrstan tíð. Eg veit ikki ordiliga hví eg var biðin um at gerast klokkari, men eg segði í hvussu er ja. Og vit munnu trívast í kirkjuni, her er fýra kirkjutænarar, sum hava verið yvir 40 ár. Teir eru Henry, Gunnar, Heri og eg, sigur Alli.

 -Eg havi verið maskinsmiður síðan eg var heilt ungur. Eg lærdi hjá Olivur Rasmussen og arbeiddi upp á Callesen motorar. Tá Anfinn Debes yvirtók Callesen flutti eg við og arbeiddi har, til Anfinn gavst í 1992. Síðan fór eg á Tórshavnar Skipasmiðju og har eri eg enn hálva tíð. Eg havi specialiserað meg í turbinum.

Alli er giftur við Mariu Thomasen, ættað  út Sandavági. Tey eiga tríggjar dreingir og seks barnabørn.

 -Øll búgva í Føroyum og tíðin hjá mær strekkir ikki til . Her eru møtini, sunnudagsskúlin, urtagarðurin og ikki minst børnini,  sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.