Skriva út

Agnar Nielsen

Agnar Nielsen
deknur
Vestmanna
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Agnar Nielsen er i skrivandi løtu knappliga 87 ára gamal. Søgan um heilt, langt og hendingaríkt lív, stendur skrivað í djúpu foyrunum í gamla og milda andlitinum og eg kenni meg væl, meðan eg hyggi inn í bládýpið í kláru eygunum, sum glitra undir eygnabrýrnum. Agnar er føddur 6 november 1928. 

    -Eg eri vestmenningur, men tað var faktisk abbi mín, sum flutti úr Kvívík, hann setti seg niður í Vestmanna og var bátasmiður. Og kanska var tað abbi, sum á ein hátt kom at mynda mína starvsleið. 

    -Eg lærdi á skipasmiðjuni í Vestmanna, tók sveinaprógv niðri og kom so heim aftur at arbeiða. Eg var á skipasmiðjuni fram til 1964, tá ið eg fór niður til Skagen at sigla. Hetta var í tíðini, tá ið øll pláss skuldu hava havnir og flakavirkið og eg sá møguleikan at royna meg sum kavara. Eg arbeiddi nøkur ár sum kavari, eitt nú á Toftum. Kavaraarbeiðið var hart arbeiði, men eg havi altíð havt góða heilsu, so tað bilti ikki. Tá ið eg varð valdur á løgting í 1970, mátti eg gevast sum kavari. Eg sat á tingi í 20 fylgjandi ár. Sambandið við skipasmiðjuna hevði eg í mong ár, har eg bæði var bedingsformaður og seinni stjóri. 

    -Eg og Lilly giftust í 1951 og gjørdist deknur um hetta mundi sum avloysari. Tá ið skúlin fór í summarfrí avloysti eg, men tað var skjótt, at eg gjørdist fastur deknur. Mær hevur dámt væl at vera deknur, eg tók tað sum eitt arbeiði innan kristna arbeiðið. Tá ið eg tók við hevði Jákup í Follendi verið leingi deknur einsamallur. Seinni kom Jaspur Olsen, lærari og eg og hann fóru at skiftast, tað var betri. Deknastarvið hevur verið ein tryggur tunnuflaki hjá mær at staðið á í lívinum.

Hvussu møti eg Lilly? Eg fekk eitt klædnastykkið í konfirmatiónsgávu, hetta skuldi gerast til ein klædning. Klædnastykkið varð liggjandi og einaferð fekk eg tað hugskot at fara suður til Vágs at vitja systir mína. Eg hevði klædnastykkið við, tí í Vági var bæði skræddari og elektrisitet. Eg nevni tað, tí í Vestmanna vóru bara petroleumslampur um hetta mundið. Á hesi ferð møtti eg Lily úr Vági, hon var dóttir Mortan, politi. 

    -Vit giftust og fingu 9 børn. Tá systkin eru fleiri, gerast tey skjótari sjálvbjargin. Vit høvdu ikki arbeiðskonu. Lilly var eitt ógvuliga livandi menniskja og fekk nógv frá hondini. Og vit skiltust so knappliga. Hon varð yvirkoyrd við SMS í Havn. Bilførarin sá hana ikki. Tað var ringt, vit vóru so avhengig av hvørjum øðrum, vit vóru altíð saman. Hetta var so knappligt og tungt. Mítt andaliga lív hevur altíð verið gerandisligt og tað var mær ein góð hjálp í hesi sváru tíð. Hon var 69, tá ið vanlukkan hendi. 

    -Undarligt. Stutt undan vanlukkuni, segði Lily ein dagin við meg. Nú ert tú so gamal, um nú eg doyði, vildi tú funnið tær eina aðra. Eg helt ikki. Men fýra ár eftir vanlukkuna giftist eg aftur við Klaru úr Porkeri. Hon var einkja. Vit fingu tvey ár saman, so doyði hon av sjúku.