Skriva út

Aðalstein Magnusson

Aðalstein Magnusson
organistur
Húsar

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Aðalstein Magnusson býr einsamallur á Grótbrekku 4 í Klaksvík. Beint omanfyri hann búgva foreldrini. Hann er føddur tann 20. oktober í 1963 og hevur føðingardag í dag, nú vit práta saman.

-Tað vera ikki nógv fólk, sum koma í føðingardag, men mamma og pápi koma í hvussu er, sigur hann.

-Mamma mín, Marianna, er av Húsum. Eg eri føddur á Húsum og vit búðu har míni tvey fyrstu ár og síðan fluttu vit til Klaksvíkar og her havi eg búð síðan, burtursæð frá, at eg havi verið í Danmark og lært til seglmakara, sigur Aðalstein Magnusson.

-Eg havi búð her á Grótbrekku 4 síðan 1997. Og lat meg siga tað beinanvegin, eg búgvi einsamallur og tað er ikki nakað, sum eg eri glaður fyri. Eg keypti húsinum frá Bjarna Christiansen, sigur hann. Talan er um stór hús við eins stórum kjallara, har hann hevur inrættað ein fittan part til studio. Aðalstein er nemmiliga tónleikari, sum spælir upp á alt møguligt. Hann er kringur við urguni, hann hevur fleiri harmonikur, hann spælir saxofon og onnur ljóðføri við.

-Eg havi spælt til gudstænastu í Húsa kirkju. Men eg havi fyri tað mesta spælt í KFUM í Klaksvik, har eg eisini eri í kórinum. Hjá mær fyllir tónleikurin nógv. Síðan omma og abbi doyðu, havi eg ikki havt nógv samband við Húsar.

Aðalstein er seglmakari. Hann lærdi niðri og var í 12 ár á Seglvirkinum í Klaksvík. Síðan byrjaði hann fyri seg sjálvan. Hann leigaði hølir á Skála.

-Tað var Poul Mohr, sáli, sum vísti mær á hesi hølini og eg havi verið her í 16 ár. Eg eri einsamallur og tað er stríggið at vera einsamallur, tað er tungt arbeiði.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.