Skriva út

Miðvágs kirkja


Grundarsteinurin til Miðvágs kirkju varð lagdur 1. sunnudag eftir trinitatis 1948, og varð hon vígd 28. Marts 1952.

Ynski um nýggja kirkju var tó eldri enn so, tí tekningin, sum Heini Joensen, byggimeistari, á Ryggi í Miðvági - Bóndaheini - teknaði, og sum kirkjan er bygd eftir, er dagfest í mai 1930.

Sum ungur fór Heini Joensen í timburlæru í Bergen. Samstundis var hann næmingur á "Bergens teknikse Aftenskole". Hugkveikingar frá tátíðar vesturnorskum byggisniði - Jugendstílurin - eru eyðsýndar í nógvum detaljum í Miðvágs kirkju.

Alt snikkaraarbeiði varð smíðað á Miðvágs Maskinsnikkaraverkstaðið - við Gjónna - sum Heini Joensen hevði verið við til at stovnað í 1918.

Alt útskeringararbeiði gjørdi Hans Jørgensen - Hans í Skúlanum.

Langa fríggjadag 2000 varð nýggja altartalva avdúkað í Miðvágs kirkju. Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, sum hevur málað nýggju altatalvuna, ið avmyndar Jesus á krossinum.

Tað er tað sama evni, sum gamla altartalvan ímyndaði (flyt músina á altarmyndina). Tó var gamla altartalvan - sum er úr gomlu kirkjuni - væl minni og ikki ætla so stórari kirkju.

Á altarinum stendur ein hin viðgitnasti luturin í kirkjuni: stakin sum Beinta skuldi meiða Peder Arrheboe við.

Hóast snotuliga restaurering ber stakin enn merki eftir hendingina. Á makanum sæst einki.

Gudmundur Bruun, sum búði í Jansagerði fyrstu barnaár síni, gav kikjuni doypifuntin. Men stóra dópsfatið av messing, sum var frammanundan, stendur í honum.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjusóknin: Miðvágur og Vatnsoyrar.

Kirkjuráðið

Samband

Hans Jørgensen
Formaður

Heiðavegur 7
370 Miðvágur
Tel. 28 83 18
T-postur hjá kirkjuráðnum: midvags(at)kirkja.fo

Kirkjugongd er hvønn sunn- & halgidag kl. 11.00.

Gáva til Miðvágs kirkju
Tey, ið vilja lata eina gávu til kirkjuna í sambandi við jarðarferð ella bara vilja stuðla, kunnu flyta pening á kontu 9181 - 5493368.
Vit takka hjartaliga fyri allar gávur.
Kirkjuráðið