Skriva út

Vesturkirkjan



Skrivstovan Tlf. 31 42 51 Teldupostadr.: vesturkirkjan@olivant.fo 

Er opin: Týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 16.00 - 17.30 

Slóð til: vesturkirkjan.fo

Henda nútímans kirkja er kanska hin mest undrunarverdi bygningur á oyggjunum. Vesturkirkjan, vígd í 1975, er í royndum einføld, men hon er vøkur, stílrein og tignarlig.
Hitt einfalda er reglufast ført ígjøgnum til minstu smálutir. T.d. kunnu nevnast sálmanumrini. Leysliga sæð eru tey bara málaði svørt á hin hvíta steinveggin, ið stendur sum ein vakur mótsetningur til tær svørtu steinflísarnar á gólvinum, men í veruleikanum hanga tey á pinkalítlum, næstan ósjónligum seymum.
Rúmið yvir altarinum er byggilistarligt meistarverk, sum í síni ástundas móti himni ber alt longur og longur upp og gevur tær varhugan av tí óendaliga.
Á altarinum stendur ein lítil gyltur stiliseraður krossur, sum ber eina kristusmynd við krúnu og naglum gjøgnum hendur og føtur.
[KELDA: Lasse Sørensen, Kirkjurnar í Føroyum]
Kirkjuráðið