Skriva út

Vestmanna



27. august 1894 skriva Jens Christian Evensen, próstur, og Lorentz Buchwaldt, amtmaður, vegna Føroya próstadømi og Føroya amti til Føroya Løgting um at byggja nýggja kirkju í Vestmanna.

Tann 6. september kemur álit frá Kirkjukassanevndini og hon sigur: Det maa formentlig betragtes som en Selvfølge, at Vestmanhavns Kirke, der i lange Tider har været kasseret, nu, da man tør vente at kunne disponere over de fornødne Midler dertil, bliver opført fra ny af.

7. september 1894 tekur Løgtingið málið til endaliga viðgerð. Uppskotið frá nevndini um Vestmanna kirkju og um at nýta gomlu kirkjuna í Vestmanna aftur í Skopun verður samtykt.

Byggimeistarin Petur í Mattalág stóð fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann timburmenn úr Vestmanna og úr øðrum bygdum eisini. Kirkjan er laðað upp av gróti og síðan pussað. Grótið er fingið til vega úr Hórará og fram við bakkanum út móti turkihúsinum hjá Palla hjá Funnings-Póli.

Kirkjan varð vígd sunnudagin 15. desember 1895 - 3. sunnudag í advent - av Jens Christian Evensen, prósti.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Kirkjuráðið