Skriva út

Saksun



Við kirkjusýnið í 1850 var Tjørnuvíkar kirkja í so ringum standi, at ikki var hugsingur um at gera annað enn at taka hana niður og byggja eina nýggja. Tað var ikki at siga saksuningar illar fyri, at teir vóru lítið hugaðir at vera við til at byggja eina nýggja kirkju í Tjørnuvík, sum teir lítið og einki brúktu. Teir vildu heldur hava sína egnu.
Tann 12. desember 1853 sendir Carl Wilhelm Prytz, sóknarprestur, umsókn frá kongsbóndanum í Saksun til kong um loyvi at byggja eina kirkju har á staðnum.
Úrslitið av umsóknini er til skjals í einum skrivi frá 15. januar 1855: ... at det har behaget Hans Majestæt Kongen under 12te d.M. allernaadigst at bilfalde:
1, at der i Bøigden Saxen i Tjørnevig Sogn under Nordstrømøes Præstegjæld paa Færøerne maa opføres en Kirke for nysnævnte Præstegjælds Kirkekasses Regning,
2, at den i Tjørnevig i samme Sogn værende Kirke nedlægges og at en ny Kirke opføres i Haldersvig i bemeldte Sogn...
28. januar 1856 skrivar V.U. Hammershaimb, sóknarprestur í Norðstreymi, m.a. soleiðis til amtmannin: Vedlagt medfølger et Overslag til den paatænkte Kirke i Saxen, hvilket jeg har anmodet Smed P.F. Jacobsen af Næsset ved Vestmanhavn at udarbejde...
29. mars 1856 skrivar Hammershaimb til amtmannin og sigur, at saksuningar nú eru farnir undir grótarbeiði til kirkjuna.
14. november 1857 skrivar Hammershaimb til amtmannin: Da den nye Kirke i Saxen nu er omtrent færdig, tillader jeg mig at indstille til det høie Amt, at Saxen Bygd fra 1ste Januar 1858 udskilles fra det hidtil værende Tjørnevig Sogn som et Sogn for sig selv,...
Kirkjan varð vígd 3. sunnudag eftir trinitatis, sum var 20. juni 1858.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]
Kirkjuráðið
Samband

Magnus Pauli Dahl-Olsen
Formaður

Saksunarvegur 1
436 Saksun
Tel. 42 23 56
T-postur: saksunar(at)kirkja.fo