Skriva út

Nólsoy



Tann kirkjan, ið nú stendur á Kirkjutanganum, er bygd í 1863. Í 1863 ger Niels Lassen Arge, sonur Andras á Argjum, yvirslagið yvir nýggju kirkjuna. Fyri byggingini stóð elsti bróðurin, Mortan Andrasson. Alt jarnarbeiðið ger Niels kortini sjálvur.

Tekning av kirkjuni er eingin til skjals. Millum nólsoyingar verður sagt, at ein dansk-íslendingur, Sivertsen av navni, gjørdi tekningina. Av skjølum sæst, at Holten, amtmaður letur Andreas Djurhuus, próst sjálvan avgera, hvussu kirkjan skuldi síggja út innan.

Til Provst Djurhuus

Jeg skal endes tillade mig at tilføje, at den nye Kirke skal opføres heelt af Tømmer med Nævertag, samt at den efter den af Hr. Provsten i Forening med mig Tagen Bestemmelse skal være 22 Alen lang, 11 Alen bred, 4 Alen høi mellem Søllerne og med hvælvet Loft.

Tá øll fyrireikingin til nýggju kirkjuna er lokin, verður farið undir arbeiðið. Mortan á Argjum er formaður, og aðrir nólsoyingar ganga honum til handa. Avtalað er við Amtið, at formannslønin hjá Mortani skal vera 1 Rdl um dagin, og 72 Sh um dagin til hinar. Eftirlitið við arbeiðinum hevur Andreas Djurhuus, próstur sjálvur.

Ætlanin var, at nýggja kirkjan skuldi hava Nævertag, men tað tykist, sum menn broyta hesa ætlan og søkja Løgtingið um at broyta hetta til: Skiftertag, da det er baade smukkere og varigere end Nævertag.

Arbeiði tekur 78 dagar og tá kirkjan er endaliga liðug, ger Andreas Djurhuus, próstur løgtinginum hetta kunnugt í skrivi: at jeg agter at indvie Nolsøe Kirke paa først kommende Søndag, den 2. August.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]

Kirkjuráðið