Skriva út

Kollafjarðar kirkja


Kollafjarðar kirkja, sum stendur á laðaðari grund, er úr timbri við flagtekju og torni. Hon stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv.

Spurningurin um at byggja nýggja kirkju í Kollafirði og í Kvívík varð reistur á vártingi í 1837. Eitt sindur av kapping hevur verið ímillum bygdirnar um, hvør skuldi vera fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vóru við yvirlutan, og nýggj kirkja kom ikki í Kvívík fyrr enn í 1838.

Eftir skrivaðum keldum á Sjællands Landsskjalasavni og Føroya Landsskjalasavni at døma er farið undir arbeiðið við nýggju kirkjuni í august 1837, og umleið tann 18. Novembar sama ár stóð kirkjan liðug.

Nær kirkjan er vígd, er eitt sindur av iva um. Eftir mannasøgn í Kollafirði varð hon vígd fyrsta sunnudag í advent 1837. Hesin dagur falder á 3. Desember, men hetta er ikki í samsvar við skrivaðu keldurnar, sum benda á, at vígsludagurin var 18. November.

Síðani kirkjan varð bygd í 1837, hevur hon fingið fleiri størri umvælingar.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar] Les meira HER:

Kirkjusóknin: Kollafjørður, Oyrareingir og Signabøur.

Kirkjuráðið