Skriva út

Kaldbak



Í einum lítlum kirjugarði vestarliga í gomlu bygdini á einum tanga út móti Kaldbaksfirði liggur tann vakra, vælhildna kirkjan bygd í árinum 1835.

Kirkjan er bygd sama sniði, sum er eyðkent fyri flestu føroysku kirkjurnar frá sama mundi. Hon stendur á einari lágari hvítkálkaðari steingrund. Sjálv kirkjan er úr timbri við flagtekju og er tjørað uttan.

Hon er væl smíðað, og skurðarverkið í kórsvegginum er meiri fjølbroytt enn í mongum øðrum kirkjum, og tað ber boð um eitt framúr gott og snøgt handverk.

Arbeiðsmennirnir, ið bygdu Kaldbaks kirkju, vóru 8 í tali. Teir vóru úr Kaldbak, Kollafirði, av Sundi og av Glyvrum. Dávid Petersen úr Kollafirði stóð fyri arbeiðinum. Dávid, ið var ættaður av Miðgerði, hevði verið í Danmark og lært bæði jarn- og træsmíð. Lásið í úthurðini skal eitast at vera sveinastykki hansara.

Tilfarið varð keypt í Kgl. Handlinum í Tórshavn. Kirkjan stóð í gerð í tríggjar mánaðir.

Kirkjuna vígdi Struer próstur 16. august 1835, 9. sunnudag eftir trinitatis.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Kirkjuráðið