Skriva út

Hósvík



Í 1913 fór Gudmund Danberg við lista um bygdina og fekk fólk at stuðla byggingini av nýggjari kirkju í Hósvík.

Í 1916 verður umbøn um stuðul send løgtinginum, sum meira enn helmingurin av bygdarfólkunum hava undirskrivað. Umsóknin verður ikki gingin á møti, og somu lagnu fær ein umsókn í 1924.

Bygdarfólkið fellur ikki í fátt, men arbeiðir víðari við at fáa fígging til vega. M.a. verður lýst í bløðum bæði í Føroyum, Danmørk og Noregi.

Enn er eingin tekning fingin til vega. Men tað ber so á, at ein ungur danskur arkitektur, Einar Hansen, lesur um kirkjuna, sum henda fámenta bygd ætlar at byggja. Hann setur seg í samband við Gudmund Danberg og býður sær til at lata eina tekning ókeypis.

Í 1926 var so farið undir at stoypa. Fyri arbeiðinum stóðu lorvíkingarnir John Johannesen og Emil Olsen, og væl gekk.

Fyri timburarbeiðinum stóð Nordal Jacobsen úr Klaksvík, men tað gekk meira striltið.

Ætlanin man hava verið, at kirkjan skuldi standa liðug í 1927, tí á árstalinum, ið bílagt varð, stendur 1927 og somuleiðis á fyrstu klokkuni. Men spakuliga gekk, lítið varð til av pengum, og ikki fyrrenn í 1928, tá Løgtingið endiliga játtaði studning, kom ferð á byggingina.

Loksins, 15. desember í 1929 - 3. sunnudag í advent - varð kirkjan vígd av Jákup Dahl, prósti.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjuráðið