Skriva út

Dalur



Í árinum 1953 hin 27. januar vóru dalbingar komnir saman til fundar í skúlanum, eftir áheitan frá Malvinu Clementsen, lærarinnu, fyri at tala um at fáa kirkju í bygdini. Á fundinum komu tey ásamt um, at fyrst skuldi kirkjugarðurin, sum kirkjan skuldi standa í, gerast. Ein bygginevnd var sett í hesum sambandi.
Nevndin kom fram til, at best var at leggja nýggja kirkjugarðin á hin slætta bøin suðuri í Túni. Og 30. apríl sama ár varð samtykt at lata Ludvig S. Johannesen turrleggja lendið.
Hin 28. desember 1953 varð arbeiði uppá sjálvan kirkjugarðin boðið út. Og tá bert eitt tilboð kom inn, varð avgjørt hin 24. oktober 1954, at lata Óla Groth Johannesen gera arbeiði við tí treyt, at garðurin skuldi vera gjørdur innan eitt ár.
Ímeðan arbeiði uppá kirkjugarðin var ígongd arbeiddi nevndin víðari við kirkjuætlanini. 1. august 1953 varð ein tekning og ein leyslig kostnaðarmeting, sum arkitekturin S.J. Hofgaard á Tvøroyri hevði gjørt, send Føroya Løgtingið. Í fyrstu atløgu fekst eingin fígging frá Løgtinginum og niðurstøðan hjá nevndini var eisini tann, at uppskotið helst fór at verða ov kostnaðarmikið.
Í nevndaráliti í løgtingsmáli nr. 31/1954 (vetrarting) Kirkja í Dali verður m.a. soleiðis sagt: Bygginevndin hevur sent tinginum nýggja umsókn, dagf. 24. august við nýggjari tekning gjørd av harra Sverra Dahl, fornfrøðingi og K. Kristoffersen, verkfrøðingi, og mælir til smærri broytingar. Føroya próstur mælir til at góðkenna tekningina sum høvuðsgrundarlag við smærri broytingum og upplýsir, at ætlanina er at gera kirkjuna av timburi og tekja hana við skifursteini.
Í apríl mánaði í 1956 fekk bygginevndin at vita, at løgtingið hevði samtykt broytingaruppskotið frá kirkjunevndini og at peningur varð játtaður. Men langt tann størsta partin av fíggingini fingu dalbingar sjálvir til vega.
Tá timburarbeiði fór ígongd í juni mánaði 1956, høvdu dalbingar laða grundina og trappurnar. Fyri timburarbeiðinum stóð Jakob Oluf Jakobsen, byggimeistari úr Fuglafirði.
Klokkan seks á kvøldi 19. oktober 1957 hoyrdist kirkjuklokkan á fyrsta sinni ringja í Dals bygd, og sunnudagin t. 20 oktober varð kirkjan vígd av Jákup Joensen prósti.
Kirkjan er góðar 6 m breið og 11,9m long. Á norðursíðuni vestan er forkirkjan, ein útbygningur, sum er 3,8m langur og 3,6m breiður.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Kirkjuráðið
Samband

Sjúrður Nolsøe
Formaður

Dalsvegur 18
235 Dalur
Tel. 36 14 03
T-postur: dals(at)kirkja.fo