Skriva út

Hvannasund



Í 1933 varð H.C.W. Tórgarð, arkitektur í Havn, biðin um at gera tekning og kostnaðarmeting til nýggja kirkju í Hvannasundi. Men málsviðgerðin skuldi vísa seg at verða drúgv, so arbeiði uppá kirkjuna byrjaði ikki fyrr enn í 1948.

Tekningin vart tó tann sama, ein kirkja við veggjum úr beton, klødd innan við viði og tekju úr bylgjujarni (bleiv til asbest tá bygt varð). Hon var 22 alin long og 12 alin breið og hevði vindeygu á báðum síðum. Kirkjan skuldi hava hundrað føst setur í skipinum, umframt setur í kórinum og á loftinum. Innrættað var við kirkjuna á Kirkju sum fyrimynd.

Men tað gekk illa at fáa nakran at átaka sær arbeiði. Arbeiði varð útboðið í bløðunum, men einki boð kom. Endin var, at sundamenn sjálvir bygdu kirkjuna. Betongarbeiðinum stóð Niels í Buð fyri og Meinhard Poulsen, byggimeistari, saman við Jóaness Christiansen, timburmanni á Kirkju, stóðu fyri timburarbeiðinum.

Hin 12. november 1949 varð Hvannasunds kirkja sýnað av Martin Sivertsen, Hvannasund og Gunnar Krúnufjall, Norðtoftir og góðkend.

Dagin eftir, hin 13. november 1949, varð kirkjan vígd av Jákup Joensen, prósti, og var hetta hansara fyrsta kirkjuvígsla.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjuráðið

Samband

Leivur í Buð
Formaður

Sundsvegur 50
740  Hvannasund
Tel. 45 20 11
T-postur: hvannasunds(at)kirkja.fo