Skriva út

Sjógv



Í 1834 verður farið undir nýggja kirkju á Strondum. Orsøkin er, at tann gamla er vorðin ov lítil. Í kirkjusýninum frá 1830 verður sagt: Kirken befandtes at være for liden for Menigheden, og í 1831: Kirken har den væsentlige Mangel, at den er for liden for Menigheden. Harafturat stendur, at kirkjan er í góðum standi.

Fólkateljingarnar frá sóknini vísa eisini, at fólkatalið er voksið við 100 fólkum frá 1801 til 1834, úr 223 til 323 fólk.

Við til at smíða nýggju kirkjuna hava verið m.a. strandingarnir Augustinus og Bering Simonsen, sum vóru brøðir, og Thomas Jacobsen.

Dávur Petersen í Miðgerði í Kollafirði er ikki nevndur at hava fingið løn fyri arbeiði við Sjóvar kirkju. Hetta er løgið, tí hann sigst at hava æruna av at hava verið byggimeistari.

Síðst í sjeyti-árunum samdist meinigheitsráðið um at leingja kirkjuna vestureftir við útbygningi suðureftir til forkirkju. Tann, sum teknaði, var Kristoffer Kristoffersen úr Havn, og Carl Andreasen á Strondum stóð fyri arbeiðinum. Arbeiðið varð gjørt í 1978.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Kirkjuráðið