Skriva út

Selatrað



3. jóladag, dagin eftir jólaveitsluna, í 1925 kallaði Andrias Weihe fólkið saman til fundar í skúlanum og segði fram hugsan sína um at fáa kirkju aftur til bygdar - tá hevði Selatrað verið uttan kirkju í 300 ár. Hann segði, at hann hevði tosað við sóknarprestin, sum tá var K. Vilhelm Nielsen, og hann var sera áhugaður í hesi søk.

Alt fólkið tók væl ímóti hesum ætlanum og lovaðu at stuðla so væl tey kundu. Ein innsavningarlisti var tað fyrsta sum gjørt varð, og Andrias Weihe setti seg sjálvan ovast á listan við 1.500,- kr., og so fór innsavningin í gongd, fyrst á Morskranesi og Selatrað sjálvandi, og so víðari runt alt landið.

Undirtøkan var sera góð, tí tað sæst á innsavningarlistanum, at vanligir fiskimenn hava givið upp í hálva ársinntøku, so tað má sigast at vera undrunarvert. Føroya Løgting gav 3.000,- kr til arbeiðið.

Og so fór hvør maður til verka.

Steingrímur Winther gjørdi tekningina, stuðlaður av einum felag fyri betri byggisiði. Emil Olsen og John Johannesen í Leirvík stóðu fyri stoypingini, meðan verkstaðið hjá Sámal Ellefsen og Heina Joensen í Miðvági stóð fyri timbur- og málaraarbeiðinum; teir vóru fleiri mans og teir búðu ymsa staðni í bygdini.

Teir byrjaðu at tosa um at byggja nýggja kirkju á Selatrað 3. jóladag 1925, og longu fyri jól árið eftir stóð kirkjan har klár at taka í brúk. Men av tí at kirkjan var nýmálað, so vóru teir samdir at bíða við vígsluni til eftir nýggjár, og so varð dagurin settur til at verða 4. sunnudag eftir trettanda.

Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjuráðið