Skriva út

Norðskáli



Í 1920'unum varð av álvara farið undir at tosa um at fáa bygt kirkju, um várið 1927 verður bygginevnd vald, og í 1929 senda nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri umbøn til Føroya Løgting um at fáa studning til at byggja kirkju.

Presturin á Nesi tá, Wilhelm Nielsen hevur fyrrapartin í tjúgunum sent út eitt opraab, har hann heitir á kirkjufólkið um at fáa bygt eina kirkju, sum eigur at standa liðug ikki seinni enn 1928.

Nær umsókn er send inn til kirkjustjórnina sæst ikki í gerðabókini, men 24. august 1929 hevur kirkjunevndin hjá Løgtinginum lagt álit fram. Í álitinum stendur, at umsókn er komin til Føroya Løgting frá íbúgvum í Svínáum, Norðskála og Oyra, um at fáa studning til at byggja kirkju.

23. februar 1930 varð samtykt at bjóða arbeiðini út. Arbeiðið við útgrevstri varð samtykt at fara undir beinanvegin.

Stoypiarbeiðið byrjaði á Mortansmessu, 11. november 1930. Byggiarbeiðið gjørdi Maskinsnikkaravirkið í Miðvági við Heina Joensen.

2. desember sama ár legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin í fundamentið í eysturgalvinum miðskeiðis fyri altarinum.

Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um um kirkjumálið skuldi verða danskt ella føroyskt. Sunnudagin hin 18.10 var tí fólkaatkvøða um skriftstøðini undir altartalvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var at 40 atkvøður vóru fyri føroyskum og 29 fyri donskum.

Hin 10. januar 1932 vígdi Jákup Dahl, próstur, kirkjuna.

Í seinni helvt av sjeytiárunum varð farið undir at umvæla kirkjuna og varð tá eisini bygt uppí til fundarhølið o.a. Umframt var forkirkjan vaksin og kapel bygt uppí suðureftir.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjuráðið

Samband

Lena Dam
Forkvinna

Rættargarður 8
460  Norðskáli
Tel. 42 24 87 / 72 24 87
T-postur: nordskala(at)kirkja.fo


Kirkjutænarar