Skriva út

Nes



Eldra kirkjan á Nesi.

Eldra kirkjan, sum nú er í Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu (minst tríggjar). Henda kirkjan er í bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur fyri Eysturoynna og Føroya Próstur.

Kirkjan hevur staðið í gerð frá seinast í mai mánaði 1843 til uml. 6 desember sama ár. Nær hon er vígd, er óvist. Men hildið verður 1. sunnudag í advent.

Tá kirkjan stóð liðug, kostaði hon 1171 rd. 08 sh. Til smiðirnar er goldið í lønum 296 rd. 08 sh.

Tann, ið hevur staðið fyri byggingini, er tann frá øðrum kirkjum vælkendi David Pedersen, ættaður úr Kollafirði, men búsitandi á Strondum, har hann var handilsmaður.

Tað sigst, at stórviðurin til hesa kirkjuna er gjørdur til niðri í fjøruni á eini hellu, Ullhellan, ið er tætt við lendingina á Nesi.

Støddin er, mált eftir tekning: longd 15,24m, breidd 7,01m og hædd 5,49m.

Klædningurin er smurdur við koltjøru, meðan vindeygu, hurð, torn, vindskeiðir og dekslistar eru málað hvít. Grundin er hvítað. Tekjan var upprunaliga nævur og flag. Men tá ið nýggjur prestagarður ella próstagarður varð bygdur í 1864, hevði hann skifurtekju. Hetta munnu Hammershaimb o.a. hava hildið verið góða tekju, tí árið eftir verður eisini kirkjan takt við skifur.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Kirkjuráðið

Samband

Ólavur Magnussen
Formaður

Nesvegur 67
655 Nes 
Tel. 44 84 76
T-postur: nes(at)kirkja.fo