Skriva út

Funningur



Funnings og Porkeris kirkja eru tær yngstu, sum enn standa uppi, av hesum kirkjum, sum ofta verða nevndar tann gamla føroyska bygdakirkjan, við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum og flagtekju. Tær eru bygdar í 1847. Ætlanin var, at Funnings kirkja skuldi byggjast árið fyri, meslingar fóru at ganga, og sum altíð tá vóru teir ringir, fleiri fólk doyðu, og gjørt varð tí av, at steðgast skuldi við byggingini til næsta ár.
24. oktober 1847 boðar Nesprestur, O.F.C. Jørgensen, Pontoppidan prósti í Sandagerði frá, at kirkjan er liðug og at hon kann vígast sunnudagin 31. oktober, um tað liggur fyri hjá próstinum. Tað man tað so hava gjørt, tí henda dagin eru tvey børn doypt.
Í 1845 varð gamla kirkjan sýnað. Tá koma sýnismennirnir til tað úrslit, at gamla kirkjan sum heild var í so vánaligum standi, at hon átti at verða tikin niður. Afturat hesum kom, at hon var nógv ov lítil til kirkjufólkið.
Væl er eisini lagt uppfyri, tá ið nýggj og størri kirkja varð bygd í 1847. Tann gamla kirkjan var 19x8 alin, tann nýggja 20x11 alin. Umroknað til metrar er tann gamla kirkjan 60 fermetrar, tann nýggja 87.
Eftir sýninum at døma er núverandi kirkjan tann fyrsta, sum hevur havt timburklædning og møguliga eisini tann fyrsta, sum hevur havt torn.
Formaður fyri arbeiðinum var Jákup Andreassen úr Syðrugøtu.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]
Kirkjuráðið
Samband

Sámal Petur Petersen
Formaður

Niðri í Túni 1
475  Funningur
Tel. 42 32 11 & 26 41 54
T-postur: funnings(at)kirkja.fo