Skriva út

Próstadømisráðið



Á myndini frá vinstru eru: Jórun Johannesen, skrivari, Edvard í S. Joensen, Leivur Højgaard, Hákun Dam, Kathrina L. Holm og Uni Næs.

Próstadømisráðið verður valt 4. hvørt ár, árið eftir at kirkjuráðsval hevur verið.

Valrætt hava allir kirkjuráðslimir í landinum. Valbærir til próstadømisráðið eru allir limir í fólkakirkjuni, sum eru fyltir 18. ár.

Próstadømisráðið viðger fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum. Próstadømisráðið skal eisini geva ummæli í málum um útvegan og avhending av fastari ogn, um bygging og niðurtøku av bygningum, um umvælingar- og umbyggingararbeiði, sum eftir galdandi reglum skulu leggjast fyri stiftsstjórnina til góðkenningar og um onnur mál av stórum týdningi fyri kirkjuligu kassarnar.

Í próstadømisráðnum 2022 til 2025 sita: Uni Næs, dómpróstur, fastur limur. Valdir limir eru Leivur Højgaard, formaður, Kathrina L. Holm, næstforkvinna, Edvard í S. Joensen og Hákun Dam. Dómprósturin saman við skrivara sínum fyrireikar fundirnar í ráðnum og syrgir fyri, at avgerðirnar verða fráboðaðar teimum, ið varða av.

Starvsfólk

Jórun Johannesen
jorun(@)kirkjan.fo
Dómpróstafulltrúi
Tel: 31 24 36
Fartel: 23 73 24