Skriva út

Um Fólkakirkjuna



Føroyingar tóku við kristnari trúgv um ár 1000. Í Føroyingasøgu verður sagt frá, at Sigmundur Brestisson læt byggja kirkju í Skúvoy, og tað kann væl vera, at høvdingar og bøndur lótu byggja egnar kirkjur við garðar sínar. Men nøkur felags føroysk kirkjuskipan hevur neyvan verið fyrr enn eftir 1100.

Stutt eftir 1100 varð biskupssetur sett á stovn í Kirkjubø, og kom tað undir erkisetrið í Niðarósi í Noregi, tá hetta varð stovnsett í árinum 1153. Og fram til siðaskiftið vóru Føroyar eitt av teimum ellivu biskupsdømunum í erkibiskupsdøminum Niðarósi. Vit kenna nøvnini á 33 katólskum biskupum í Føroyum, og vit vita um leið, nær fleiri teirra virkaðu. Hin kendasti teirra millum var Erlendur, sum í 1268 varð vígdur til biskup í Føroyum, og sum doyði í 1308. Erlendur fór undir at byggja dómkirkju í Kirkjubø (Múrin), og í dag halda fleiri, at tað eydnaðist at gera kirkjuna so mikið lidna, at hon varð vígd, so føroyingar fingu sína dómkirkju.

Um leið 1538 fór siðaskiftið fram, og í 1540 varð Jens Gregersøn Riber tilnevndur biskupur - fyrsti lutherski biskupur í Føroyum. Hann virkaði til 1557, tá hann varð tilnevndur biskupur í Stavanger. Føroyar gjørdust tá próstadømi undir Bergens stifti til um leið 1620, síðani komu tær undir Sælands stift, og við býtið í 1923 undir Keypmannahavnar stift. Í 1963 vórðu Føroyar gjørdar til varabiskupsdømi, og varabiskupur kom í próstsins stað. Við lóg um stovnseting av biskupsdømi Føroya frá 6. november 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi og gjørdar til egið stift, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja.

Oyggjarnar tykjast tíðliga í tíðini at hava verið býttar sundur í 7 prestagjøld, sum hvørt hevði sín sóknarprest. Hetta býti stóð við til 1913, tá Suðuroyggin varð býtt sundur í 2 prestagjøld, Suðuroyar norðara og Suðuroyar sunnara prestagjald. Í 1928 varð Eysturoy býtt sundur í Nes prestagjald og Fuglafjarðar prestagjald, og í 1934 varð Norðoya prestagjald býtt sundur í Norðoya eystara og Norðoya vestara prestagjald. Í 1947 varð Eiðis prestagjald sett á stovn og í 1973 Sjóvar prestagjald. Í 1976 varð Suðurstreymoyar prestagjald býtt sundur í tvey, Suðurstreymoyar eystara og Suðurstreymoyar vestara prestagjald, og í 2000 vórðu Nes prestagjald og Fuglafjarðar prestagjald umskipað til trý prestagjøld, Nes prestagjald, Fuglafjarðar prestagjald og Glyvra prestagjald.

Upprunaliga fingu prestarnir løn sína frá kallinum. Presturin hevði ein garð ókeypis, og seinni eisini náðinsgarðin (einkjugarðin). Aðrar inntøkur vóru offur, høgtíðisoffur, presttal og tíggjundi. Presttal og tíggjundi vóru avtikin í 1908. Aftur at hesum hevði presturin rætt til ókeypis flutning (skjúts). Henda skipan varð avtikin í 1936.

Kirkjufólkið í bygdunum bygdu sjálv sínar kirkjur, og kirkjuverjarnir høvdu eftirlit við teimum. Føroya Amt hevði saman við próstaembætinum yvirumsjón við kirkjunum. Kirkjurnar vórðu eins og partur av prestalønunum fíggjaðar við tíggjundi, og ríkastar vóru tær, ið fingu nógvan grindatíggjund.

Kirkjumálið í Føroyum var sum aðrastaðni undan siðaskiftinum mest latín. Við siðaskiftinum gjørdist danskt kirkjumál, og soleiðis var tað til nakað upp í 20. øld. Men tá ið komið var nakað upp í 19. øld birtist millum manna áhugi fyri at nýta føroyskt sum kirkjumál. Í 1823 gav Danska Bíbliufelagið út týðing Schrøters av St. Matthæi Evangelium, í 1930 kom ritualbókin, í 1937 Nýggja Testamenti og í 1939 altarbókin, allar í týðing Jákup Dahls. Men ikki fyrr enn í 1939 varð við kgl. fyriskipan givið loyvi til við vanligar gudstænastur at nýta føroyskt mál. Í 1956 kom fyrsta føroyska sálmabókin, og í 1961 kom út Bíblian á føroyskum í týðingini hjá J. Dahl og K.O. Viderø. V. Danielsen hevði longu í 1949 givið út sína fyrstu týðing til føroyskt av Bíbliuni.

Um aldaskiftið frá 19. til 20. øld vóru flest allir føroyingar limir í fólkakirkjuni - í dag eru 40.891 limir í fólkakirkjuni, ella 80 % av fólkinum limir.

Kirkjulóggávan

Løgtingslóg nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013

Vís meira