Skriva út

Konfirmatión

Vanligt er, at børnini eru um 13-14 ára aldur (í sjeynda flokki), tá tey verða konfirmerað, men einki er til hindurs fyri at eisini eldri børn ella vaksin kunnu konfirmerast. 

Væl áðrenn konfirmatiónina verða tey, ið skulu konfirmerast, innskrivað. Tey, sum ikki eru doypt ella skrásett í tí prestagjaldi, har konfirmatiónin fer fram, mega lata prestinum dópsbræv. Tað liggur í sjálvum innihaldinum í konfirmatiónini, at ikki ber til at verða konfirmeraður uttan fyrst at verða doyptur. Tí mega tey, sum vilja konfirmerast, men ikki eru doypt, doypast áðrenn konfirmatiónina. Lisið verður í eitt ávíst tíðarskeið eftir tí skipan og innihaldi, sum hildið verður hóskandi. Tó skal lestrartíðin eftir galdandi skipan vera minst áljóðandi 48 tímar og konfirmatiónin fara fram um várið og / ella um heystið. 

Orðið ”konfirmatión” merkir at játta, staðfesta og styrkja. 

Konfirmanturin játtar trúnnar á hin tríeinda Gud, og at hann við Guds hjálp vil verða verandi í dópssáttmálanum. Gud staðfestir dópssáttmálan og styrkir konfirmantin við Heilaga Anda sínum. 

Fyrr var ikki loyvt at koma til altars fyrr enn eftir konfirmatiónina, men nú er tann skipan galdandi, at eisini børn, sum ikki eru konfirmerað, kunnu koma til Harrans borð. Dópurin ger okkum til fullgildigar og javnsettar limir í kirkjuni og gevur tí eisini børnum og fólkum annars, sum ikki eru konfirmerað, atgongd til Harrans máltíð. 

Í kirkju okkara er tað ikki eitt krav, at tú skalt konfirmerast, men eitt tilboð. At kalla øll, sum hoyra Fólkakirkjuni til, verða tó konfirmerað. Konfirmatiónslesturin er ein tíðandi táttur í kirkjunnar kristniundirvísing. 

Tala til konfirmantarnar 
Kæru konfirmantar! Tit hava nomið undirvísing í hini kristnu læruni og trúnni, sum okkum er givin í hini Heilagu Skrift og játtanarritum kirkjunnar. Hetta er eisini tann trúgvin, sum tit eru doypt til. 

Dópurin gevur okkum saman við trúnni lut í øllum teimum náðigu gávum, sum vár Harra Jesus Kristus gevur kirkju síni. Men í konfirmatiónini játta tit alment frammi fyri Gudi og kirkjuliðinum trúnna á hin tríeinda Gud, og at tit vilja liva í dópsins náði, sum Harrans Jesu lærusveinar. 

Í konfirmatiónini biðja vit eisini Gud um, at hann við sínum Heilaga Anda vil geva tykkum hjálp og styrki til tess. Vit biðja saman við tykkum, at Gud má veita tykkum hjálp og styrki til at liva og sigra undir merki hansara. 

Minnist tí á hesi hátíðarstund til Guds kærleika til tykkara alt frá fyrstu stund, og biðið hann geva tykkum vilja og mátt til at halga honum alt lív tykkara, sum tit vórðu halgað til í heilagum dópi. Havið alla ævi tykkara frelsaran, Jesus Krist, fyri eygum. Brúkið bønina, orð hansara og altarborð og minnist orð hansara, tá hann sigur:”Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri menniskjum, hann vil eisini eg kennast við fyri Faðir mínum, sum er í himlunum.” Matt. 10,32. 
Set teg í samband við prest
Vís meira