Skriva út

Guðstænasta

Gudstænasta verður hildin hvønn sunnu- og heiligdag í næstan øllum kirkjum í landinum. Gamla kirkjutíðin var kl. 12; tó man tað vera langt síðani, at fólk í Havn og kanska aðrastaðni við fóru í kirkju kl. 11. Seinnu árini eru fólk farin at skifta kirkjutíðir, so farið verður í kirkju kl. 12 um veturin og kl. 11 um summarið. 

Gudstænastan fer fram á sama hátt um alt landið; bønirnar og tekstirnir, ið lisnir verða, eru teir somu, og sálambókin verður nýtt í øllum kirkjum. Hetta ger, at fólk kenna gudstænastuna aftur, hvar tey enn eru í kirkju, og føla seg heima. Gamalt var, at fólkið reistist, hvørja ferð tekstir úr Halgubók vórðu lisnir.

Á nógvum støðum verða nú av og á hildnar barna- og familjugudstænastur. Familjugudstænasturnar líkjast vanligu gudstænastuni, men sálmarnir, ið sungnir verða, og prædikan verða lagað so, at børnini skilja sum mest av tí, ið fer fram í gudstænastuni.

 

Yvirlit yvir guðstænastur
Vís meira