Skriva út

Brúðarvígsla

Tá eitt par - genta og drongur - vilja ganga saman í hjúnalag, venda tey sær til prestin, ið hevur ábyrgd av vígslukirkjuni, at verða innskrivað og skrivað undir skjalið ”Hjúnalagsváttan”. 

Býr brúðarparið í Danmark og vil vígast í Føroyum, mega tey hava ”prøvelsesattest” við. Hon fæst á kommunuskrivstovuni í tí kommunu, har brúðarparið býr. Nøkulunda sama mannagongd er galdandi, um bústaðurin er í øðrum landi uttan fyri Føroyar. 

Kirkjulig vígsla er treytað av, at annar parturin er limur í Fólkakirkjuni. 

Er talan um fráskild fólk, má skilnaðarbræv verða latið prestinum. 

Áðrenn brúðarvíglsuna hevur brúðarparið samtalu við prestin, ið víga skal, og samstundis gevur hann teimum vegleiðing um, hvussu brúðarvígslan fer fram. 

Brúðarparið finnur tvey vitni til brúðarvígsluna. Eitt vitni til brúðrina og eitt til brúðgómin. 

Brúðarvígsla kann eisini fara fram í samkomuhúsi hjá kristnum samkomum, sum hava vígslumyndugleika. 

Somuleiðis kann eitt par í staðin giftast borgarliga, og venda tey sær tá til hin borgarliga myndugleikan, ið hevur giftimyndugleika. 

Kirkjulig brúðarvígsla fer vanliga fram í kirkjuni; tó kann vígslan eisini fara fram í prestagarði ella heimi. Undir serligum umstøðum, t. d. vegna sjúku, kann vígslan fara fram á sjúkrahúsi ella øðrum stovni. 

Vígslumyndugleikin boðar Fólkayvirlitinum og Navnanevndini frá brúðarvígsluni. 

Løgfrøðiliga eru kirkjulig brúðarvígsla, brúðarvígsla við samkomuleiðara, ið hevur vígslumyndugleika og borgarlig gifting javnsett. Men í kirkju og samkomu verður eins stórur dentur lagdur á heilagleikan í hjúnalagnum, Guds fyriskipan og signing. 

Grundin undir kristna hjúnalagnum er at finna í Guds skapanarskipan. 

Og Gud skapaði menniskja eftir síni mynd, í Guds mynd skapaði hann tað, sum mann og konu skapaði hann tey, og Gud vælsignaði tey. 1. Mós. 1,26-28a. 

Og Jesus sigur um heilagskap og friðhalgi hjúnalagsins: ”Hava tit ikki lisið, at Skaparin frá upphavi skapaði tey mann og konu og segði: ”Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?” So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Gud tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.” Matt. 19,4-6. 
Set teg í samband við prest
Vís meira