Skriva út

Attestir



Dópsbræv verður latið í samband við dóp. Navnabræv verður latið í samband við navnagávu.  Vígslubræv verður latið í samband við vígslu. Nýtt dópsbræv / navnabræv / vígslubræv kann fáast við at venda sær til sóknarprestin, sum hevur kirkjubøkurnar um hendi, ella kirkjuskrivstovuna, har ið kirkjuskrivstova er. Hetta sama er galdandi, tá ið fólk vilja hava t.d. enskt ella danskt dópsbræv, navnabræv ella vígslubræv.

Flestu prestar hava onga skrivstovutíð, og fólk kunnu tí í høvuðsheitum venda sær til teirra nær sum helst á degnum, sí slóð her. Har kirkjuskrivstova er, er skrivstovutíðin at finna við at fara inná hesar kirkjur (sí slóðir):  Hoyvíkar kirkja  -  Havnar kirkja  -  Vesturkirkjan  -  Christianskirkjan.

Dópsbræv fæst í tí prestagjaldi, har barnið er doypt og skrásett sum føtt. Er barnið doypt aðrastaðni, enn har tað er skrássett sum føtt, ber til at fáa dópsbræv í báðum støðum. Navnabræv fæst, har barnið er navngivið og skrásett sum føtt. Tað eigur at verða navngivið, har ið tað er skrásett sum føtt. Vígslubræv fæst við at venda sær til prestin / kirkjuskrivstovuna í tí prestagjaldi, har ið vígslan fór fram.

Deyðsváttan (í samband við ávísar pensjónir, møguliga búgv o.s.fr.) fæst við at venda sær til prestin / kirkjuskrivstovuna, har ið viðkomandi er jarðaður og / ella var skrásettur at búgva.

Tey, sum eiga børn, ið eru skrásett sum fødd og doypt / navngivin í øðrum landi, og vilja hava nýtt dópsbræv / navnabræv, mugu venda sær til myndugleikarnar í tí landi, har ið tænastan fór fram. Tað sama er galdandi tey, sum eru hjúnavígd í øðrum landi, tá ið tey vilja hava nýtt vígslubræv.