Skriva út

Tvinni embæti lýst leys



Tvinni embæti sum sóknarprestur í Norðstreymoy eru lýst leys at søkja. Umsóknarfreistin gongur út 17. juni. Bæði embætini eru tengd at prestagarði, har sóknarpresturin hevur skyldu at búgva.

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er prestagarðurin í Hvalvík. Økið fevnir um kirkjusóknirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík.

Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi er prestagarðurin í Vestmanna. Økið fevnir um Vestmanna, Kvívík og Kollafjørð.

Embætini verða eftir ætlan sett 1. september. Kirkjuráðini innstilla, og landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin.

JF