Skriva út

Vígslutala – Ovi Brim 22. februar 2015.



“So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi! ... Minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum...”. (Seinna Timoteusarbræv 2,1.8).

Náðin er eitt lyklaorð í kristnari prædiku. Kristindómurin byrjar við Guðs endurskapan og frelsu, tá ið náðin og sannleikin í fylling tíðarinnar komu við Jesusi Kristi. Loksins, tá ið skeiðið á jørðini er runnið og mett verður um strekkið, ið gingið er, – eisini evsta dag veitir Guð náðiløn til ónýtar tænarar.
Øllum menniskjum tørvar náði Guðs. Ein prestur er við atliti at egnum reinleika og dygd ikki verdur tænastuna sum hirði.
Verður hugsað um prestatænastuna, vísir skriftin á Jesus Krist og serligu tænastu hansara sum sannur høvuðsprestur. Hin sanni høvuðspresturin megnar fullkomiliga at frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.
Samstundis verður staðfest, at aðrir prestar als ikki kunnu metast javnt við Jesus og serligu tænastu hansara. “Tí at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek.” (Hebrearabrævið 7,28).
Hetta ljóðar ikki sannførandi, og orðingin verður bæði brúkt og misbrúkt. Røtt nýtsla er áminningin, at vit vegna fullkomuleika Jesu Krists verða kallað og skipað í tænastu. Jesus, ið er fullkomin, heilagur og reinur, kallar menniskju til tænastu, hóast tey bera sjónlig brek og sjónlig lýti.
Sama var støðan, tá ið Harrin á sinni kallaði Móses at leiða ísraelsfólk úr útlegdini í Egyptalandi heim í tað lovaða landið. Móses varð kallaður, hóast hann var sekur í illgerð og als ikki umskorin, sum sáttmálin við Ábraham og tað útvalda fólkið ásetti. Kallaður av náði og útvaldur til tænastu.
Viðhvørt leggja vit áherðslu á júst henda veruleikan, at prestar eru einans vanlig menniskju. Sagt verður, at prestar eru ikki øðrvísi enn onnur og kunnu liva og látast, sum vit sjálv vilja. Tað ljóðar skilagott í fyrstu atløgu, men er ein sera óheppin útsøgn um menniskju. Vanlig menniskju, hvørji eru tey, hvat gera tey, og hvussu síggja tey út?
Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan, Guðs egni skapningur og krúnan av skapanarverkinum. Eingin orsøk er at varpa skugga á øll tey mongu, ið ikki eru prestar, trúboðarar ella í tænastu hjá kirkjum ella kirkjuligum felagsskapum og siga, at tey eru einans vanlig menniskju.
Um vit valdu at nýta máliskuna, at prestar eru vanlig menniskju, so mega vit staðfesta, at kall og uppgáva teirra setir serlig krøv. Ein av fedrunum orðaði tað soleiðis: “Gaman í eru prestar vanlig menniskju, men teir hava eina serliga uppgávu, og uppgávan setir teir í eina serstøðu.”
Hendan lýsingin av støðu prestanna er í tráð við tey ynski og krøv, ið verða sett prestunum bæði av tí verðsliga og kirkjuliga myndugleikanum.
Sóknarprestar eru tænastumenn. Landsins myndugleiki, – landsstýrismaðurin- væntar, at ein sóknarprestur útinnir sín gerning samsvarandi galdandi ásetingum fyri embætið við tí tign, ið eyðkennir starvið sum tænastumaður við støði í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Myndugleikin innanveggja í kirkjuni, – biskupur- væntar, at prestur fremur sína tænastu í tráð við Bíbliuna, játtanarrit fólkakirkjunar, prestalyftið, kalsbrævið og setanarskrivið frá landsstýrismanninum.
Sæð út frá hesum sjónarhorni er yrki prestsins tvíliðað. Talan er um eitt andaligt kall og samstundis eitt alment embæti. Sóknarpresturin hevur andaligar tænastur og tímiligar uppgávur.
Fremsta tænasta prestsins er at boða gleðiboðini um Jesus. Orðið um Jesus er hornasteinurin í yrki prestsins. At boða Jesu navn og dýrdargera hansara heilaga uppruna sum son Guðs, ið er gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy.
Saman við orðinum um Jesus er uppgávan at umsita sakramentini ein týdningarmikil tænasta. Tvinni eru sakramentini, dópurin og Harrans máltíð. Sakramentini eru skipað og innsett av Jesusi. Eitt sakramenti er ein samanrenning av orðum Jesu og einum sjónligum tekini. Vatnið er dópsins sjónliga tekin. Breyðið og vínið eru tey sjónligu tekini í kvøldmáltíðini.
Dópurin veitir okkum fyrigeving syndanna og frelsu frá fedranna syndiga arvi, ið er okkum í holdi borin. Dópurin er endurføðingin til livandi vónar vegna uppreisn Jesu Krists frá deyðum. Í kirkjuskipan fólkakirkjunnar veitir dópurin limaskap.
Harrans máltíð er trúarinnar føði ávegis fram ígjøgnum lívið. Jesu likam er sonn føði, – hann, ið er lívsins breyð. Jesu blóð er reinsandi miðal, – tað blóð, ið rann á Golgata við krossfesting og deyða sum sáttargerð fyri synd heimsins.
Harrans máltíð veitir okkum fyrigeving syndanna og vísir á fagnaðin hin eina stór dag, tá ið stríðið er av, sigurin vunnin og frelsan fullkomin í Guðs æviga ríki.
Í tænastuni er tað prestsins heilaga kall at vera menniskjum til hjálpar og signingar. At vera sálarhirði, veita menniskjum sálarrøkt, vegleiðing og hjálp fram til æviga hvílu í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. At stimbra og ugga, at áminna og rættleiða.
Í tænastuni ræður um eyðmjúkt lyndi. Tað er valla gagnligur hugburður, um prestur hevur høga hugsan um seg sjálvan. Hinvegin eiga vit at virða øll menniskju uttan mun til upphav, trúgv, húðalit og samleika. Ein sóknarprestur eigur ikki at velja fólk burturúr fjøldini, ið fáa sersømdir ella serliga røkt fram um onnur.
Sóknarpresturin er prestur alra í kirkjusóknini. Hann skal eisini verða hirði teirra, ið als ikki ynskja at nýta kirkjuna. Ein sóknarprestur skal hava sum mál at síggja menniskjað aftan fyri andlitið, hóast tilveran kann vera fløkt og trupul. At elska menniskju í Jesu navni. At vera góður við menniskju í Jesu rúm og stað, hjástaddur gerandis og heilagt í nærumhvørvinum.
Góði Ovi! Í dag trínur tú inn í títt heilaga kall sum prestur og hirði. Ver sannur í tínum gerningi og ansa eftir tínum trúvirði. Royn tú at liva soleiðis, at samsvar er millum orð og gerningar, millum tað tú ætlar og tað, ið tú gert. Hav frelsaran Jesus sum fyrimynd, og royn tú at vera ungum og eldri ein góð fyrimynd, so tey í tíni atferð og medferð síggja Jesus, hvørs tænari tú ert.
Tað vera nógvir góðir dagar, har alt gongur sum eftir ánni. Tað vera nógvir tungir dagar, har alt tykist at miseydnast, og tilveran er trupul.
Ungi vinur mín, minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum. Søk hann í orðinum, borðinum og bønini. Ákalla hansara heilaga navn, og tú vilt sanna, at uppreisn Jesu Krists vil bera teg og gerning tín frá nú av og líka til endans.
Uppreisn Jesu Krists. Liva í uppreisn Jesu glaður og fróur, móður og troyttur. Ein livandi frelsari vil ganga undan tær og rudda tær vegin, so tað ónda ikki forðar tær vegin til himinsins gleði og sælu.
Uppreisn Jesu Krists og hansara dýrabara náði sum fyrigeving fyri hvørt eitt mistak nú, aftureftir og frameftir. Hin upprisni Jesus gongur undan tær til tað himmalska Jerúsalem, har skal tú síggja hann andlit til andlits, so sum hann er. Kristus, sigursins Harri, ævinnar kongur, friðarhøvdingin.
Ove Brim, – tú ert saman við vitnum Harrans í tænastu hjá lívsins Guði. Ein livandi frelsari gongur tær við lið. Minst til Jesus Krist, ið er risin upp frá deyðum, so sólin hvønn dag av nýggjum rísur í eystri. Páskasólin Kristus, ið er lampa í himmalskum ríki.
Æraður veri faðirin, sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð um allar ævir. Amen.