Skriva út

Umbroytingin á Taborfjallinum Seinasta sunnudag e. trettanda (Glyvra kirkja)



Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: “Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.” Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!” Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: “Reisið tykkum upp og óttist ikki!” Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: “Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum.” Matt 17,1-9

Fjøll hava altíð hugtikið menniskju. Fjøll hava eina dragandi megi. Eitt er at ganga og eftir drúgva tíð at vinna niðan á, men at standa uppi á einum fjalli ein vakran summardag lítandi út yvir sólbleiktrandi veraldarhavið og grønu oyggjarnar er ein serlig kensla.

Tað eru tey, ið hava verið uppi á flestu fjøllum í Føroyum, ja, kanska øllum. Og tað eru tey, ið leita sær út í heim við tí fyri eygað at koma niðan á okkurt fjallið. Í fjør var tað ein føroyingur, ið fyri fyrstu ferð framdi roysnið og bragdið at standa á heimsins hægsta fjallið við Merkinum í hond.

Fjøll hava til allar tíðir havt eina átrúnaðarliga atdráttarmegi. Grikkar vóru sannførdir um í fornari tíð, at gudarnir búleikaðust á fjallinum Olympos. Og jødar hava altíð trúð, at Gud opinberaði seg á fjøllum. Á einum fjallið vart tú nærri tí ókenda, gátuføra, loyndarfulla og guddómliga.

Í Halgubók verður Sinaifjallið nevnt sum staðið, har Gud opinberaði seg fyri Mósesi og gav honum steintalvurnar báðar við teimum tíggju boðorðunum. Oljufjallið, har Jesus, sigst, helt sína tiltiknu fjallatalu, ið er kend fyri sæluprísanirnar, og Taborfjallið, har hann umbroyttist fyri eygunum á næstu lærusveinum sínum.

Ferð eftir ferð stendur at lesa í evangeliinum, at Jesus fór fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn, og har var hann einsamallur í einingi. Har valdaði kvirran, og har var hvíld og nýggj orka at heinta.

Hesa ferð var hann tó ikki einsamallur, men lærusveinarnir Pætur, Jákup og Jóhannes vóru í ferðalagi við honum. Komnir niðan á fjallið, umbroyttist hann fyri eygum teirra. Matteus evangelistur skrivar: “Andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum fonn”. Markus evangelistur sigur: “Klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey” (9,3). Og tínast Lukas evangelistur: “Og tað hendi í tí hann bað, at yvirbragdið í andliti hansara varð øðrvísi, og klæði hansara vórðu skínandi hvít” (9,29).

Á umbroytingarfjallinum, Tabor, sóu lærusveinarnir ikki bara Jesus í guddómsdýrd síni, og hoyrdu eina rødd úr bjarta skýnum, ið segði: “Hesin er sonur mín”, men lærdu hann eisini at kenna sum upprisnan og fingu harvið kunnleika um tann loyndardómin, ið bíðar allari mannaættini.

Ein hurð varð latin upp á glopp móti Guds dýrd, ið er ljós og vakurleiki, og einaferð upprennur sjónlig fyri alra manna eygum við søgunnar enda, tá Gud verður alt í øllum. Lærusveinarnir fingu eina hóming av tí degi, ið gamla kirkjan nevnir “áttanda dag”: “Dagin uttan enda, dagin uttan kvøld, ævinleikan uttan aldur, sól uttan sólsetur”, eins og kirkjufaðirin, Basilius hin Stóri, orðar tað.

Dýrdarljómin á fjallinum fevndi ikki bara Jesus og lærusveinarnar, men eisini fjallið sjálvt. Fjallið lá hesa løtu í undursomum og skærum ljósið. Náttúran við øllum ríkidømi sínum er harvið ávegis móti “áttanda degi” og er fevnd av Guds nýskapandi framtíð, Guds dýrd, Guds ríki.

Ikonmálararnir í Eysturkirkjuni byrja við at læra seg at mála “umbroytingarikonin” – Jesu umbroyting á fjallinum. Stóra avbjóðingin er at læra at mála serstaka “Tabor-ljósið”. Á ikoninum er Kristus í hvítum klæðum, og er hann randaður av eini “mandorla”, einum rundum, bjørtum og undurføgrum ljósið. Lærusveinarnir, hvørs klæðir hava ein farra av bláum liti, ið ímyndar tað himmalska og guddómliga, eru allir falnir til jarðar av ljómanum og máttmiklu orkuni. Pætur, ið liggur á knæ og roynir at verja seg við hondini móti ljósinum, Jóhannes, ið er dottin á ryggin vendur móti ljósinum, og Jákup, ið er rivin um koll og vendur sær burtur frá ljósinum.

Pætur, høvuðsmaðurin í lærusveinaflokkinum, visti um neyðina og trongdina niðri á slættanum. Hann vildi verða verandi uppi á fjallinum og helt fyri: “Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina, Mósesi eina og Elia eina”. Pætur royndi at halda fast við Guds dýrd, ið birtist fyri teimum. Men, loksins var Guds dýrdar ljómi burtur: “Tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan”.

Munnu ikki flest øll kenna seg aftur í Pæturi? Tað eru løtir í lívinum, ið vit ikki høvdu viljað verið fyri uttan á lívsleiðini, og sum daga upp um allar aðrar. Løtir, ið fingu okkum at hugsa: Gævi henda løtan varar við, gævi henda løtan ongan enda fær. Lívsins stjørnustundir, ið geva mannatilveruni og mannalívinum fylling og meining. Ein vøkur sjón, yndisligur sangur og tónleikur, kveikjandi og mennandi nærvera, ein serlig hending ella ein serstøk uppliving, ið gav lívinum eitt ævinleikans bros.

Av fjallinum gekk leiðin oman aftur á slættan, har mannaneyðin var stór. Haðani helt Jesus, Guds opinbering í holdi og blóði, leið sína til Jerúsalem, har hann leið krossdeyðan og reis upp likamliga triðja dagin, so at eisini vit saman við eini endurloystari náttúru, kunnu umbroytast og gerast honum lík í óforgongiligleika og ódeyðiligleika.

Øll hava vit fyri neyðini at koma burtur frá vanliga gerandisdegi okkara við arbeiði, uppgávum, krøvum og skundi. Øll hava vit tørv á einum fjalli at fara niðan á, har luftin er rein og svallig, útsýnið er gott, og har friður valdar. Einum fjalli úti í Guds fríðu og vøkru náttúru ella einum fjalli í fluttari merking, einum tilhaldsstaði, har tað er hvíld og nýggj orka.

Gudstænastan sunnumorgun er eitt slíkt fjall við kvirru, bønum, sálmum, hvørs myndamál er so ríkt og hugtakandi, kórsangi, skriftlestri og sakramentunum báðum, dópi og altarborði. Gudstænastan kann av røttum samanberast við at vera uppi á einum fjalli, har eitt vindeygað er latið upp á glopp, og ljósið frá Guds dýrd streymar ímóti okkum.

Men av fjallinum gongur leiðin oman aftur á slættan. Tað er á slættanum, at marglitta lívið hevur sett okkum stevnu. Á slættanum, har tað stundum gongur við, seglið dúkar væl og lívsmótið blómar. Og stundum gongur ímóti og lívsgleðin er skerd.

Tað er gudstænastan sunnumorgun, ið gevur okkum hvíldina og orkuna, ið vit hava fyri neyðini, fyri at kunna liva lív okkara niðri á slættanum, vend móti “áttanda” degi, haðani ljósið floymir ímóti okkum endurskapandi, lívgandi og grøðandi.

Amen!