Skriva út

Trinitatis sunnudagur 3.juni 2012 í Christianskirkjan



Trinitatis sunnudagur 3.juni 2012 í Christianskirkjan. Útvarpað.

Sálmar 18-353-138-357-360-19
Prædikutekstur Matt.28,18-20
Bøn Halgi Andi, ver mær hjá,
tak tær búgv í brósti mínum,
stimbra meg við gávum tínum,
lat meg sanna ljósið sjá.
Kærleiksandin, halgi, reini,
hjálp mær, so eg doyggi frá
sjálvum mær og syndameini.
Eg í Guði livi tá.

Vit eru nú komin til endan við hátíðunum í kirkjuárinum.

Nú byrjar gerandisdagurin.

Tað, sum jólini, páskirnar, Kristi himmalsferð og hvítusunnan hava givið okkum, taka vit nú við okkum inn í gerandisdagin, inn í tað kristna lívið, sum vit fingu í dópinum, eitt lív í eftirfylging Krists.

Tað er í skiftistíðini millum fyrra og seinna part av kirkjuárinum, at vit møta Jesu skilnaðarorðum. Hann hevur sett sínum 11 lærusveinum stevnu, og gevur teimum nú dóps- ella missiónsboðini, ið tey verða nevnd. Hann sigur við lærusveinar sínar: ”Farið og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda.”

Dópur er veruliga nakað, sum kann skapa skilnað millum kirkjur.

Tað hevur verið nógv kjakað um hetta millum kristin, ja, síðani trúbótina hevur dópurin verið ein stríðsspurningur.

Hvat er rætta sjónarmiði uppá dópin?

Í halgu bók er dópurin ikki eitt kjakevni.

Dópurin verður boðaður, sum ein partur av evangeliinum um Guðs góðu gávu til okkum ígjøgnum Jesus Krist. Tað er ein óloysandi samanhangur millum tað, sum Jesus gjørdi fyri okkum, og tað, sum hendur í dópinum.

Paulus vísir á, at vit í dópinum fáa lut í hansara deyða og uppreisn. Við at doyggja við honum fáa vit lut í tí fyrigeving, hann hevur vunnið.

Við at reisa upp saman við honum, fáa vit lut í hansara sigri á deyðanum, og fáa lut í tí æviga lívinum. Týðuligari kann tað ikki sigast.

Guð gevur okkum sína frelsu ígjøgnum dópin.

Pætur samanber dópin við ørkina, sum bjargaði Nóa og hansara familju frá vatnflóðini. Dópurin er tískil okkara bjarging. Jesus tosar um at vera føddur av vatni og Anda, og Paulus kallar tað fyri endurføðingar bað við Heilagum Anda.

Gjøgnum dópin verða syndir okkara reinsaðar, og vit fáa Heilaga Andan. Vit verða endurfødd í orðinum og í dópinum.

Ein kann spyrja, um endurføðingin er eitt heiti, sum verður brúkt bæði um tað, sum hendir í dópinum, og tað, sum hendir fyri ein, ið varð doyptur sum barn, men vendi Jesusi bakið, men eftir eina tíð kom til trúgv og vendi um. Skal viðkomandi verða doyptur av nýggjum fyri at verða endurføddur?

Ein mynd kann nýtast at lýsa hetta. Tað er, tá ið Jesus vekur upp Lásarus frá deyðum.Tá fekk Lásarus lívið av nýggjum, men hann bleiv ikki føddur enn einaferð. Hann varð vaktur upp til tað sama lívið, sum hann fekk, tá ið hann varð føddur.

Tað at verða vaktur upp er tí líka radikalt sum at verða føddur, men tað er ikki júst tað sama. Men tað er ein sannroynd, at mong, sum vórðu doypt, fingu ikki ta andaliga føði, sum tørvur var á fyri at halda seg á lívi. Tí doyðu tey andaliga talað. Men so hendi tað, at Guð møtti teimum av nýggjum og tey komu til trúgv.

Tí kunnu vit tosa um, at tey vórðu vakt upp til tað lívið, tey fingu í dópinum, og sum tey doyðu burtur frá.

Har orðið um Jesus møtir eini menniskju, sum ikki er doypt, og skapar trúgv, har verður henda menniskja eggjað til at lata seg doypa. Jesus lýsir tað á henda hátt: “Tann, sum trýr og verður doyptur, skal verða frelstur.” Hetta orð av Jesusi verður mangan nýtt fyri at siga, at trúgvin kemur áðrenn dópin.

Nú er støðan tann, at hetta ørindi verður talað inn í eina missiónsstøðu, har Guðs orð verður boðað til trúgv. Tá ið trúgvin breyt fram, var tann trúgvandi vístur til dópin, tí tað er frelsa í dópinum.

Nú má ein vera varin, so tað ikki verður skilt á tann hátt, at trúgv og dópur draga í hvør sína ætt, við at spyrja: Verða vit frelst við orðinum ella við dópinum? Svarið er, at vit verða frelst við orðinum, sum virkar í dópinum. Tá ið fólk tann fyrsta hvítusunnudag vórðu rakt av orðinum og fingu sum ein sting í hjarta, spurdu tey Pætur: ”Hvat skulu vit gera?” Hann svaraði: ”Góðu menn og brøður! Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans.”

Hetta verður okkum veitt í dópinum.

Hvat hendir við teimum, sum av eini ella aðrari grund ikki náddu at verða doypt, verða tey glatað? Soleiðis hevur kirkjan ongantíð lært.

Nakrar óttafullar møður komu til Luther og spurdu hann, hvat hendi við teirra børnum, sum doyðu, áðrenn tey vórðu doypt. Svarið, ið hann gav, var sálarrøktarligt: ”Tað er vanvirðing fyri sakramentinum, sum verður fordømd, ikki manglandi brúk av sakramentinum.”

Við hesum vildi hann siga við tær: ”Ynski tykkara um at bera tey til dópin, í trúnni á, at Guð vildi møta teimum har, var nóg mikið hjá Guði.”

Guð hevur bundið okkum til dópin, men hann hevur ikki bundið seg sjálvan til hann. Hetta gav teimum ugga. Tann avgerandi spurningurin viðvíkjandi dópinum er, um hann veitir frelsu ella ikki. Út frá teimum ørindum, ið vit hava umrøtt, er tað greitt, at dópurin hoyrir við til tað, vit kalla frelsutilognanina.

Tað er frelsa, ið verður veitt í dópinum.

Tí kann ein spyrja, hvussu gamal ein hevur tørv á at vera, áðrenn ein hevur brúk fyri tí, sum dópurin hevur at geva.

Til hetta er at svara: Tað, sum dópurin gevur, hevur ein ikki tørv á frá ávísum aldri. Tí vit eru heilt frá føðing syndug menniskju, sum Paulus málber seg. Fyrigeving fyri synd og lut í Guðs náði hava vit brúk fyri, óansæð aldur. Tí er dópurin eisini ætlaður børnum.

Kunnu børn trúgva? At meta um, nær eitt barn hevur eina trúgv, er ikki okkara søk. Sjálvur Jesus lýsir trúgv sum barnsligt álit, ja enntá setur hann børnini fram sum fyrimynd fyri vaksin, tá tað kemur til einfalda trúgv.

“Tann, sum ikki tekur ímóti Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.”

Dópsboðini, vit hava framman fyri okkum í dag, siga, at vit skulu gera øll fólkasløg til lærusveinar við at doypa tey til navns faðirsins, sonarins og heilaga andans og læra tey at halda alt tað, ið hann hevur boðið okkum.

Her kemur upplæringin eftir dópin. Vit fáa eitt nýtt lív í dópinum, sum skal vaksa og mennast í Kristi.

Dópurin er dyrnar til tað nýggja Guðs fólk, tað nýggja Jerúsalem.

Hetta merkir ikki, at ein uttan víðari kemur at hoyra til hetta fólkið til allar tíðir. Ein kundi eisini í GT-tíð falla frá, falla út úr samfelagnum við Guð, so ein ikki longur hoyrdi til tað sanna Ísrael, sjálvt um ein var umskorin.

Soleiðis kann tað eisini gangast einum, sum er innlimaður í Guðs kirkjulið við dópinum. Tí dópurin í sjálvum sær, er ikki eitt garanti, fyri at vit eru í røttum sambandi við Guð. Vit kunnu liva í óuppgjørdari synd og vantrúgv og á henda hátt missa ta gávu, dópurin er, og fara burtur frá Guði. Tað lív, vit fingu í dópinum, mega vit halda fast um í trúgv, og liva í lýdni móti Guðs orði, so vit síggja, hvussu stór gáva okkum er veitt í dópinum.

Guð gevi okkum ljós á vegin, so vit ganga saman við tær.

“Mín frelsari, títt dýra navn lat lýsa lívsleið mær! Mín Jesus, halt meg við tín favn og hav meg nær at tær!”

Amen.

Hanus á Gørðum, sóknarprestur