Skriva út

Sunnudagur í føstuinngangi(19.02.) 2012 í Havnar kirkju kl. 11




Særda trúgvin

Sálmar: 166 – 168 – 342 – 174 – 346.

B ø n fyri prædiku:

Harri Jesus, miskunna okkum. Her sita vit sum hin blindi við vegjaðaran uttan fyri Jeriko og biðja um hjálp Tína. Harri, lat okkum fáa sjón okkara aftur. Harri, hjálp okkum til at síggja tað, sum vit ongantíð vilja vera før fyri at síggja og skilja, um Tú ikki nemur við eygu okkara. Hjálp okkum til at síggja okkum sjálvi í tí ljósi, sum kemur frá hásæti Faðirs Tíns. Og hjálp okkum til at síggja Teg og alt tað, sum Tú hevur gjørt, í klára ljósi Skriftarinnar, so at vit skilja, hvat ið tað var, sum meiningin var, hví ið tað var neyðugt, og hvat ið Tú hevur gjørt. Vit biðja Teg ikki um at fáa tað alt at síggja í einum. Vit biðja Teg um at sleppa og fylgja Tær, at Tú letur okkum vera lærusveinar, ið dag eftir dag fáa tað at síggja og hoyra, sum vit hava mest fyri neyðini. Jesus, Tú sonur Dávid's, miskunna okkum!
A m e n !

“Men teir fataðu einki av hesum”(Luk. 18,34).

Hin 83 ára gamli Elie Wiesel er í hesum døgum komin við eini nýggjari bók, sum hann kallar ”Vísmenn Guðs og profetar”. Elie Wiesel er professari í religión og hevur síðan 1955 búð í New York. Hann er føddur í Rumeniu av jødiskum foreldrum, og endaði sum 15 ára gamalur í týsku týningarleguni Auschwitz-Birkenau saman við foreldrum og systur síni. Mamman og systirin vórðu beinanvegin dripin við gassi, meðan pápin og hann vórðu valdir út til at arbeiða.

Pápin hevði bønabók sína hjá sær og royndi at verja sonin og gav honumv eta av tí lítla, sum hann fekk. Pápin doyði av svongd stutt fyri kríggslok. Eftir kríggið arbeiddi Elie Wiesel eina tíð sum blaðmaður í Paris. Hann segði einki um hendingarnar í týningarleguni í 10 ár, til ið hann skrivaði kendastu bók síni ”Náttina” um jødatýningina. Síðan hevur hann stríðst móti einum og hvørjum fólkadrápi, sum verið hava og tíverri framvegis eru á hesi jørð. Hugsið bara um tað, sum í løtuni fer framm í miðeystri, sorgarleikirnar í Sýriulandi, Bahrain, Yemen og øðrum londum, har ið landsins stjórn skjýtur við skørpum eftir egnum borgarum sínum fyri at drepa.

Tað hevur verið sagt um Elie Wiesel, at hann í týningarleguni misti trúnna á Guð og er guðloysingur. Men í hesi síðstu bók síni, ”Vísmenn Guðs og profetar”, og í Kristeligt Dagblad nú hin 11. februar sigur Elie Wiesel: ”Í nógvum støðum skilji eg ikki Guð. Hann sá, og tó tagdi Hann. Eg havi mín rætt til at uppgeva trúnna á Guð, og eg havi seks miljónir orsakir til at rættvísgera eina sovorðna avgerð. Men eg tilhoyri Tadmud-traditióni, sum leggur meira dent á spurningar enn á svar. So eg havi valt framvegis at trúgva á Guð. Eg trúgvi á Guð, tí at pápi mín og abbi mín og forfedrar teirra trúðu á Guð, og vóni eg ikki, at eg eri hin síðsti í røðini. Men trúgv mín er ein særd trúgv”, sigur hann.

Kanska hin blindi biddarin við Jerikovegin er ein av teimum við tí særdu trúnni. Men tað var tó ein trúgv, sum fekk hann til at halda áframm at rópa til Jesus: ”Sonur Dávids, miskunna mær!” Og Jesus góðkendi hesa trúgv, steðgaði á og framdi undurverkið  við orðunum: ”Trúgv tín hevur frelst teg!”

Tað er so mangur í lívsins leiki, sum hevur fingið so stóra mótgongd og so nógva líðing, at hann ella hon má siga við Elie Wiesel: ”Eg skilji ikki Guð, at Hann loyvdi tí.”

Soleiðis munnu lærusveinar Jesusar eisini hava havt tað, tá ið teir vóru á veg til Jerúsalems, og Jesus talaði til teirra um mótgongdina og líðingina, Honum skuldi vera fyri. "Men teir fataðu einki av hesum", lósu vit.

Tað kann kannska vera okkum ein uggi, at lærusveinarnir høvdu so trupult við at skilja. Tað, teir ikki kundu fata, var júst tað týdningarmesta: At Menniskjusonurin noyddist at líða og verða dripin fyri frelsu okkara. Vit menniskju hava ofta so trupult við at skilja tað. Vit kunnu fáa eina hóming av, at Guð er til. Vit kunnu uppliva so ógvuliga sterkt, at Hann elskar alt, sum satt og gott er. Vit vita, hvat ið Hann væntar av okkum. Og vit koma til tað úrslit, at vit skulu liva rætt, um vit vilja hava nakað við Hann at gera.

Tá ið vit møta Kristusi og síggja, hvussu ið Hann er ímyndin av øllum tí, sum er kærleiki og góðvild, tá fylgja vit Honum fegin. Og halda vit okkum kunna skilja, at tað júst er tað, ið Hann vil.

Vit skulu gera, sum Hann sigur, og liva, sum Hann livir. Tað má vera tann rætti vegurin til Guðs.
 
Soleiðis hugsaðu lærusveinarnir óivað, tá ið teir vóru á veg niðan til Jerúsalem. Teir høvdu ikki skilt ta løgnu taluna um, at Hann skuldi lata lív sítt sum loysigjald fyri mong. Men teir vistu, at teir vildu fylgja Honum, hvat ið so hendi. Og tí at teir fylgdu Honum, kundu teir koma til at læra at skilja tað, sum teir fyrr als ikki høvdu fatað. Teir fingu at síggja, hvussu ið tað gekst Jesusi. Teir upplivdu tað, sum vit eisini skulu vera vitni til, nú ið vit halda føstu og páskir. Teir upplivdu eisini, hvussu lítið ið egni vilji teirra var til at líta á. Teir høvdu sett sær fyri at vera trúgvir til deyða, men allir fóru teir frá Honum og flýddu burtur. Teir upplivdu, at teir sjálvir høvdu skyld, sum teir kundu ikki bøta fyri - og at Meistari teirra noyddist at taka eisini ta skyldina á seg.

Hetta er nakað, sum vit læra at síggja, um vit fylgja Jesusi. Treytin er, at vit veruliga fylgja Honum og av sonnum vilja læra av Honum og liva sum Hann. Tá ið vit uttan fyrivarni gera hitt góða og kærleikan til lóg fyri lívi okkara, byrja vit at skilja, hví ið góðvild og kærleiki ikki er nakar vegur til Guð's. Tann vegurin fær ein enda, áðrenn ið vit eru komin á mál. Og vit standa framvegis yvir fyri eini avgrund, sum skilir okkum frá Guði. Ta avgrundina er tað bara Jesus, sum kann byggja brúgv yvir. Og tað læra vit ikki at skilja, fyrrenn ið vit fáa eygu okkara opnað, so at vit kunnu síggja, bæði hvat ið vit sjálvi hava ikki megnað, og hvat ið Hann hevur gjørt fyri okkara skyld og í okkara stað.

Ikki bara situr ein blindur maður við vegjaðaran, men evangeliipettið, vit lósu, er fullt av blindum monnum - lærusveinum, sum Jesus talar við á triðja sinni um vanvirðingina, sum Hann skal ígjøgnum, framm til uppreisnarinnar ljósa morgun. Teir fata einki av talu Hansara um vanvirðingina, at Hann nú er á veg niður í djúpasta einsemi og tómleika og skomm og ósigur.

Tá ið tað seinni gjørdist páskir, sansaðu teir einki av, at ein uppreisn hoyrir til. Blindir lærusveinar. Men tað er hetta slagið av fólki, Hann hevur kring um seg. Frá fyrst til síðst.

Tað er, sum tað var. Vit síggja ongan veg - men Hann gongur Guðs vegir. Og har finnur Hann menniskjuna. Menniskjuna, sum í blindni síni bara sansar seg sjálva. Og menniskjuna, sum eins og Jesus sjálv gongur við bæði deyðanum og lívinum í sær ávegis.

Hin 18. novembur 1991 varð høgt lærdi bretski guðfrøðingurin og ráðgevin hjá bæði pávanum og eingilska erkabiskupinum Terry Wait latin leysur eftir at hava verið gísli hjá drusiskari herdeild í Libanon í 1763 samdøgur. t. e. útivið 5 ár. Sum serligt sendiboð fyri eingilska erkabiskupin var tað eydnast Terry Waite ígjøgnum áttati árini at fáa fleiri vesturlendskar gíslar loystar í Miðeystri, Libýa og Iran, men hin 20. januar 1991 varð hann sjálvur tikin gísli, meðan (ið) hann samráddist í Libanon. Og hann hevur sagt frá, hvussu ið hann tey fyrstu 4 árini var leinkjaður til veggin í einum kliva uttan ljós og uttan innbúgv og við tigandi fangavørðum sum einasta samband til umheimin.

"Eg segði við meg sjálvan: Teir kunnu oyðileggja likam mítt, teir kunnu enntá taka vit og skil frá mær, men teir kunnu ongantíð nema mína sál."

Við at halda seg til og hugsa um líðingar Krists sigur Terry Waite, at hann lærdi, at líðingar hoyra við til og eru partur av lívinum, men at sjálvt tær ringastu líðingarnar kann verða vunnið á. Kristus vann á teimum. Líðingar kunnu føra til mótloysi, tunglyndi og vónloysi, men tað er ikki neyðugt, at tær gera tað. Vit skulu royna at forða og lætta um líðingar, men tá ið tær koma - og tað gera tær fyrr ella seinni hjá øllum, sum sleppa at liva - er tað av stórum týdningi, at vit síggja tær í eyguni og ikki renna undan. Tí líðingarnar hava ikki tað síðsta orðið. Tað hevur Kristus, sum hevur vunnið á teimum, sigrað á synd, deyða og djevuli. Tað læra vit av at fylgjast við Jesusi, "meistaranum við tí tungu tornakrúnuni", sum Kaj Munk yrkti í 1921, og síggja veruleikan í eyguni um okkum sjálv, um henda synduga heim og um Guð, sum í Jesusi setir lívið í vága og bjargar tí farna og deyðadømda.)

Stutt fyri jól, hin 18. desembur 2011, doyði fyrrv. kekkiski forsetin Václav Havel. Í mong ár varð hann jagstraður av kommunistiska einaveldinum og sat í fongsli í nærum 4 ár. Teir vóru tríggir, ið tóku stig til at stovna mannarættindayvirlýsingina Charta 77 móti harðrenda stýrinum.

Heimsspekingurin Jan Patoka, annar av hinum báðum, doyði av heilabløðing eftir eitt av teimum longu og hørðu forhoyrunum, sum eisini Havel varð útsettur fyri. Av taktiskum orsøkum varð avgjørt, at hann fyri eina tíð skuldi taka seg aftur sum leiðari og talsmaður røslunnar. Hetta nýtti hann sum grund til skrivliga at biðja um leyslating. Men stýrið gjørdi sær dælt av tí og bronglaði tekstin, so at tað sá út, sum hevði Václav Havel slept yvirlýsingini, so at hon frælsisrørslan øll var um at koma illa fyri við álvarsligum avleiðingum fyri tey 101, sum høvdu skrivað undir yvirlýsingina, og familjur teirra.

Av hesum kom Václav Havel í eina djúpa tilverukreppu, sum hann kom burtur úr við at síggja, at í einum heimi gjøgnumsúrgaður av lygn, snaringum og undanstøkking má onkur byrja at liva uttan at lúgva og dylja og snúgva sær – kosta, hvat ið tað vildi. Havel sigur, at hetta var sum at standa andlit til andlit við Guð, og leggur afturat, at ”tað er betri als ikki at liva enn at liva uttan æru”. Hetta gav honum eina ómetaliga megi, og kom hann seg og orkaði at halda út í nærum 4 ár í fongslinum hóast álvarsama lungnalíðing. Tað var vónin, sum bar hann uppi, og hevur hann sagt, at vón er ikki ein sannføring um, at nakað vil ganga gott, men ein vissa um, at nakað gevur meining – uttan mun til, hvussu (ið) tað gongur, og tað vónina heinta vit so at siga aðrastaðirfrá enn okkum sjálvum. Trúgv og vón líkjast eins og kærleiki, ið øll mugu verða heinta aðrastaðirfrá enn okkum sjálvum. Jesus heintaði tað frá Guði.

Vit fara nú inn í føstutíðina og fylgja Jesusi í líðing Hansara, síggja Hann biðja í Getsemane, ikki mín vilji, men Tín, og sveitta blóð, so nógv stóð á.

Fyri nøkrum árum síðan vóru vit, konan og eg, saman við 46 øðrum prestum, trúboðarum og makum, stødd í Getsemane, sum skal síggja tað sama út í dag sum á Jesu døgum. Har stóðu nøkur gomul trøð, sum tey søgdu eisini stóðu har, tá ið Jesus var har og bað. Tað kendist løgið at vera á staði, sum Jesus hevði verið. Tað var eins og ristingarnar, sum fóru ígjøgnum Hann, tá ið Hann bað har, eisini tóku í okkum og vildu minna okkum á, at tað var fyri okkara skyld, Hann leið.

Og síðan at ganga á via dolorosa, líðingarvegnum, har Hann eisini hevði gingið við krossinum á bakinum, til teir noyddu hann upp á Símun frá Kýrenu, sum gekk aftan á Jesus. Á via dolorosa var nógv fólk samankomið, og vóru vit frammanundan ávarað, at ein av okkum 48 fór at koma út fyri lummatjóvum, sum vóru nógvir har, og so illa vildi til, at tað varð kona mín. Ein lummatjóvur fór niður í tasku hennara og tók pungin við pengum, koyrikortið og nógvum øðrum skjølum í. Hon føldi, tá ið hann tók hondina til sín aftur, men kundi ikki siga, hvør ið tjóvurin var, tí at har var so nógv fólk. Og tað var ein løgin kensla, segði hon seinni, at vita sær, at ein óynskt fremmand hond kundi koma so nær henni og tí, sum hennara var. Hon var illa við og vildi bara sleppa til hús aftur og heim, men helt fram og hugsaði og segði við seg sjálvan, at hon mátti royna, tí at her á vegnum tóku teir meira frá Jesusi, tá ið hann gekk her. Teir tóku lívið av Honum, og tað var fyri okkara skyld, at Hann fann seg í tí og vann á øllum tí, sum órættvíst, ilt og ónt er.

Hann tók okkara líðingar á seg, gjøgnumlivdi tær og vann sigur á teimum.

Saman við Honum skulu eisini vit vinna sigur, nógvar smáar sigrar í gerandisdegnum og ein dag hin stóra sigurin í uppreisn frá deyðum.

A m e n !