Skriva út

Sjómannadagar 2015



Prædika 12. sunnudag eftir tríeindardag
Jesus er sum so mangan á ferð, og nú er hann norðarlaga í landinum, áðrenn hann leggur leið sína móti Jerúsalem fyri at líða og doyggja. Í bygdunum, vit hoyra um, Týrus og Sidon, ið liggja úti ímóti vatninum, kenna fólk til sjólívið og tess avbjóðingar, eins og fólk her á landi gera tað. Tað er stórur munur á havinum í ódn og logn. Tað er hvør sítt, tá ið tað er so deyðakyrt, at tað stendur við klettin, og tað er dýrd í sjónum, ella tá ið brimið stendur í grasið, og aldan gongur so síð, at hon fjalir land og sjógvarnir bróta um boðar. Havið er dragandi og fangandi. Havið hevur givið og gevur ómetaligt av ríkidømi sínum til land okkara. Vit hava sæð útróðrarbátarnir ella nótarbátarnir her á vánni koma søkkladnir aftur at landi, ella grind legði beinini. Jú, havið gevur, men vit mega sanna, at tað eisini tekur.
Í ár minnast vit, at sjeyti ár eru liðin síðani seinni heimsbardagi endaði. Í árunum 1940-45 mistu føroyingar tilsamans 39 skip, svarandi til meira enn 26 % av samlaða skipstonsatalinum, og um leið 200 menn fórust, svarandi til nærum 1% av fólkatalinum . Í bókini Víkingasynir lesa vit, at í árunum 1940-45 gjørdu føroysk skip 2.354 ferðir til Bretlands við ísfiski; hesin fiskur vigaði 151.973 tons, og bruttoinntøkan var umleið 198.300.000 kr. Vandasiglingin í krígsárunum gav landinum góðar inntøkur. Mangur fiskimaður, sum fyrr kendi seg nívdan av skuld, fekk nú goldið skuldina. Eitt og hvørt heiðursmeki hevur eina baksíðu, og baksíðan av hesum heiðursmerki var sorgin, at missurin av fólki var stórur. Eftir sótu ungar einkjur og 239 faðirleys børn. Henda kirkja er vígd til minnis um teir, ið lótu lív á havinum krígsárini; tað vísir svarta talvan aftast í kirkjuni okkum á.
Í dagsins evangelii teksti hoyra vit um mann, ið Jesus tekur einsæris. Hann stingur fingrarnar í oyru hansara og nemir við tungu hansara, eitt undur ein grøðing. Hvør kennir ikki, tá neyðin er stór og nærum allir møguleikar eru nýttir, so at venda sær til Guðs í bøn um, at hann má senda hjálp. Nógvar frásagnir eru um menn og kvinnur, ið hava verið í havsneyð, og Harrin rætti teimum sína hjálpandi hond.
Fríðrikur Bláhamar, greiðir frá í bók síni "Ein vandaferð”, sum er søguliga skjalið um hendingina, tá ið Union Jack varð søktur av kavbáti hin 22. september 1940. Fríðrikur var millum teirra, ið var staddur mitt úti á havsins bylgjum í opnum róðrarbáti saman við 6 øðrum monnum, í samfullar 42 tímar uttan mat og drekka. Hann greiðir soleiðis frá:” Tað fyrsta vit gjørdu, eftir at kavbáturin var farin, var at biðja til Gud. Vit bóðu, at um tað var hansara vilji, at hann so vildi hjálpa okkum til landa ella senda onkun, ið kundi bjarga okkum, og um okkum ikki lív var lagað, at hann so av stóru náði síni, fyri sonarins Jesusar skuld vildi bjarga sálum okkara heim í tey ævigu heimbýlir.”
Síðani sungu teir sálmin "Befal du dine veje og al din hjertesorg!" Og so inniliga var bønin biðin, og so hjartaliga var sálmurin sungin, sigur Bláhamar, “at tað var fyri okkum, sum var Gud tætt hjá okkum, tað var einki, sum í hesi løtu kom ímillum Gud og okkum, hvørki nakað verðsligt ella nakað av okkum sjálvum, ið ofta vil koma fram, at vit kunnu nakað sjálvir. Nei,” sigur hann, “nú sóu vit, at vit púra einki kundu uttan við Guds hjálp!”
Tað er hesin setningur, í hesi bók, ið hevur fest seg hjá mær:“ Nú sóu vit, at vit púra einki kundu uttan Guds hjálp!" Ja, tað eru uttan iva mangir sjómenn, her á landi, ið kunnu taka undir við júst hesum, at tá ið allur dugnaskapur er nýttur, og ein er staddur í lívsvanda á havsins bylgjum, ja so er tað bert eitt, ið kann halda uppi - bert eitt, ið kann bjarga og tað er trúgvin á Gud. Soleiðis er tað nú ikki bert á sjónum; men soleiðis er tað í øllum lívsins viðurskiftum. Tí tað kann henda okkum øllum, at vit koma út fyri tí veruleika, at harðveður brestur á í lívi okkara, og at tað kennist sum at lívsbátur okkara er við at søkka í ringum sjógvi. Tað kann vera sjúka, tung sorg ella líðing, ið kemur inn yvir lív okkara.
Tað, sum tá er umráðandi, og sum er okkara einasta sanna hjálp er, at vit eiga trúnna á HANN, ið er við á lívsferð okkara. Henda dagin rópti Jesus:” Effata. Opna teg!” Enn nýtir Gud hetta orð til okkara “Effata”, ti hann vil á tal við okkum.
Viðhvørt er trupult at hoyra, tí tað eru so nógvar ymiskar røddir, sum krevja uppmerksemi okkara. Tað er so torført at finna útav, hvørjari rødd ein skal fylgja. Í dag eru nógvar røddir at hoyra. Nógvar røddir, sum siga okkum, hvat vit skulu halda. Røddir, sum siga okkum, hvønn vit skulu velja. Røddir sum rópa: vel meg, og tú fært frælsi. Vel meg, og tú fært lønarhækkan. Vel meg, og tú fært samfelagið, sum tú altíð hevur droymt um. Í øllum hesum vel meg røddum, kann eg ikki lata vera við at hugsa um Læars og Annelenu, tá ið tey skuldu á val. Hvussu sannførd tey vóru, hvønn tey skuldu velja, inntil onkur annar segði okkurt, sum ljóðaði betri.
Hvussu skulu vit finna leið í øllum? Hvussu skulu vit vita, hvørja rødd vit skulu lýða á? Jú, vit hava eina rødd. Eina lívgevandi, vónríka rødd, eina kærleiksfulla, uggandi rødd, sum ikki rópar ella hóttir. Guds rødd. Men hoyra vit hana ímillum allar hinar?
Fyri at hoyra Guds rødd krevst, at tú leitar til hansara til kelduna, ið er Guds orð. Hvat er munurin á einum kristnum og einum, sum ikki er tað? Svarið er oyruni og muðurin, soleiðis sigur Luther í eini prædiku yvir henda tekst. Ein, ið hoyrir orð hansara og lovprísar honum. Tað eru mong, mong menniskju, ið kunnu vitna um eina “Effata” uppliving, har Gud kom inn í lív teirra og broytti alt. Fyri viku síðani var ein serstøk konsert við fangakórinum her í kirkjuni. Fyri meg persónliga var løtan heilt serlig. Nakrir fangar greiddu frá lívi sínum. Sera sterkir vitnisburðar og serliga ein var hugvekjandi. Martin greiddi frá barnaárum sínum, gekk einast 3 ár í skúla, var koyrdir úr skúlanum, kom á ymisk heim, og byrjaði tíðliga at gera lógarbrot. Hann hevði eitt sinnalag, sum hann ikki kundi stýra. Hann var bert 15ára gamal, tá ið hann gjørdist fyritíðarpensiónistur. Nú var hann 34 ára gamal og sat í fangahúsi. Har hendi ein Effata uppliving so stór, at Jesus kom inn í lív hansara. Martin skrivaði hendan sang:
Jeg har indset, at jeg er en synder,
jeg vender om, et nyt liv begynder.
Det gamle er forbi,
det troede jeg aldrig nogensinde, jeg skulle sige,
noget nyt er blevet til.

Tora vit at loyva Gudi framat í lívi okkara eitt effata?