Skriva út

Prædika trettanda dag jóla í Gl. Gøtu kirkju í Norðragøtu.



Sálmar: 137 – 121 – 335 // 341 – 561
Prædikutekstur: Matt 2,1-12
Trettandi dagur jóla er byrjanin uppá tað, vit í kirkjuárinum kalla epifanitíðina. Epifani merkir at upplýsa ella at gera kunnugt. Meðan jólahøgtíðin undirstrikar, at hin alvaldi Gud gerst heilt vanligt menniskja, so verður ígjøgnum epifanitíðina víst á Jesu guddómleika – at hann er Gud. Jólahøgtíðin saman við epifanitíðini læra sostatt, at Jesus er bæði Gud og menniskja. Tað er ymiskt frá ári til ár, hvussu long henda tíðin er. Hetta veldst alt um, hvussu tíðliga ella seint páskahøgtíðin liggur. Hetta merkir, at í ár er epifanitíðin rættuliga stutt, vegna tað at páskadagur longu er 27. mars.
 
Fyri samtíðarmenniskju Jesusar var tað ein sjálvfylgja, at Jesus var menniskja – hann var sonur Jósefs og Mariu. At hann eisini er Gud, varð opinberað so við og við. Vit minnast kanska, tá Jesus talar um seg sjálvan sum lívsins breyð, ið er komið av himni. Menninir, ið hoyra hetta, ilskast og siga: ”Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?».” Hesir kendu sostatt bert Jesus sum menniskja enn.
Soleiðis er hjá okkum við. Hví skulu vit halda okkum til hetta barnið í krubbuni? Hvat er serligt við tí, uttan tað, at tað veksur til og doyr ein vanæriligan deyða? Er hetta nakað kollveltandi fyri okkum? Og eigur hetta at broyta nakað í okkara lívi?

Frásøgnin um teir vísu menninar, ið koma úr eysturlondum, verður á donksum kallað: Hellig tre konger. Ein var evropeari, annar asiati og hin triði afrikanari. Ein ungur, annar miðalaldrandi og hin triði gamal. Og so vóru nøvnini á teimum Kaspar, Melchoir og Balthasar. At sagt verður, at teir vóru tríggir, stendst helst av, at gávurnar vóru tríggjar. Ja, hetta er tað, vit so mangan hava hoyrt, men alt samalt – uttan tað, at gávurnar vóru tríggjar – má kortini sigast at verða ein halgisøga.
Sambært skriftini, kunnu vit tó staðfesta, at teir eru vísmenn úr eysturlondum.
At menn úr eysturlondum vóru í Betlehem kring Jesu føðing er ógvuliga sannlíkt, tí í árunum kring Jesu føðing sigst gongustjørnumynstrið at hava verið soleiðis, at EIN stór stjørna hevur verið sjónlig. Hesa hava teir sæð í eysturlondum, og eru síðani farnir – helst úr vestara parti av Asia – móti Ísrael. Tað er nakað við, at gongustjørnurnar Saturn og Jupiter skuldu nærkast hvørji aðrari – og nú hoyra vit, at prestur er farin út, har sum hann ikki grynnir, so hann steðgar her. Men stjørnufrøðingar vilja vera við, at hetta var tað, sum hendi á himmalhválvinum um tað mundið, og at fólk tí leitaðu sær til Ísraels. Vit kunnu hóskandi samanbera tað við, at vit í ár vitnaðu, at fólk koma langvegis frá til Føroya, bert fyri at uppliva hetta serliga – at mánin fjaldi sólina eina løtu.

Tað er í grundini løgið, at vit her hoyra um nakrar, ið bæði lesa og týða himmalhválvið og síðani leita eftir jødakonginum. Tí at hetta við at venda sær at spádómum er eitthvørt, ið vit staðiliga verða ávarðað ímóti. 3. Mós kap 20,6 sigur soleiðis: ”Hvør, ið víkur á dreygar og spásagnarandar og horfikin fylgir teimum, móti honum snúgvi eg andliti mínum og oyði hann úr tjóð síni.” Gera vit hetta, snúgva okkum til spásagnarandar, so seta vit í veruleikanum hesi tekin sum myndugleika í lívi okkara. Hetta kenna vit m.a. í øllum hesum góðu vikubløðunum, ið hava sokallað horoskopir, ið skulu greina okkara framtíð. Tað eru mong menniskju, ið eru bundin at hesum.
Stjørnuleitanin hjá vísmonnunum, sum Matteus evangilistur kortini ger so nógv burturúr, vísir okkum á ta leitan og tann ófrið, sum býr í okkum menniskjum, áðrenn vit finna hvíldina í Jesusi.
Hesa sannroynd kom kirkjufaðirin Augustin eisini fram til: ”Tú hevur skapt okkum til tín, og hjarta okkara finnur ikki frið, fyrr enn tað hvílir í tær.”

Hetta skal ikki miskiljast, við at vit menniskju hava íbornan andligan førleika til at finna frelsaran sjálvi. Nei, heldur er tað soleiðis, at Gud hevur gjørt seg sjónligan fyri okkum í skapanarverkinum. Náttúran og alt tað skapta, fuglalív, vakra norðlýsið og ótrúligu kreftirnar í ódnum, ja alt samalt vitnar hetta um Guds stórleika, kærleika, veldi og stundum eisini vreiði. ”Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við”, skrivar Paulus ápostul.
Flestu munnu av hesum sama ganga við hugsanini, at her er okkurt meira, enn bert tað, vit síggja við eygum okkara. Vit merkja tað, tá deyðin er nær, tá eitt barn verður føtt og í løtum, tá lívið kennist serliga vakurt ella kanska serliga dapurt.
Í kvøld verða vit biðin um at leita. Leita eftir frelsuni. Men vit verða ikki biðin um at leita eins og tey klóku. Nei, tí heimurin ynskir ongantíð Jesus. Orðið um Jesus og orðið um krossin er nevniliga dárskapur í mannaoyrum, um ikki Gud sjálvur ger seg kunnugan fyri okkum.
Leitandi eftir nýborna jødakonginum, steðga teir sjálvsagt í Jerusalem. ”Hvar er kongurin?” Tí kongar verða føddur í teim hægru samfelagsløgunum. Nei, mótvegis vanligari hugsan var svarið: ”her er eingin nýborin kongur.” Hetta lýsir væl, hvussu lítið vit vita av okkum sjálvum. At frelsari heimsins skuldi føðast í Betlehem, kundu heimsins vísu ikki rokna seg fram til. Lítandi á bert stjørnutekin og á egnan mátt, var einki at finna.

Ikki fyrrenn Gudsorðið varð upplatið, og profetaorðið varð lisið upp: ”Og tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.” Tá vórðu teir klóku leiddir á beina leið. Og teir stevndu móti Betlehem.
Í Betlehem verður barnið funnið, og hóast korini, eftir øllum at døma, ikki hava verið so kongalig, so hava teir latið barninum kongaligu gávurnar, og meira enn so, tað gleðiliga hendi: í trúgv boygdu teir síni knø, og tilbóðu Jesus.
Vit síggja hetta fyri okkum: vísmenn, ið boyggja seg fyri einum fremmandum nýføðingi. Helst munnu teir hava kent tað, sum í sálminum eftir Brorson: ”Og gingu kongar fram á rað, og vístu megi mesta, teir megnaðu ei minsta blað, á notulegg at festa.”

Vit eiga at gagnnýta okkara gudgivnu gávur, hvørjar hesar so enn eru. Eru okkara áhugamál í at granska sól, mána og stjørnur og ferð teirra, ja, so er at granska í hesum. Vit eiga at fylgja okkara hugi.
Men samstundis eiga vit at lata okkum rættleiða av Guds orði við bøn, tí bert soleiðis læra vit Jesus og hansara vilja at kenna. Vísmenninir vóru ikki komnir til Jesusar, um ikki teir tóku Gudsorðið til sín. Uttan Gudsorðið høvdu teir helst tilbiðið onkran kongaligan hjá Heródesi og ongantíð funnið frelsuna í Jesusi.
Soleiðis er eisini hjá okkum. Vit eru signað við tí gávu tað er, at vera á lívi. At vera eitt menniskja, sum ber Guds mynd. Men vit bera ikki førleika til kunnleikan um frelsuna í Jesusi. Fyri at nýta orðini hjá Augustin, so finna vit ongantíð hvílu, um vit lýta á okkum sjálvi. Nei, vit eiga at taka Guds orð til okkara. Lurta og lesa og liva eftir tí. Tí trúgvin á Jesus kemur av tí, sum verður hoyrt, og tað sum verður hoyrt kemur gjøgnum orð Krists. Alt kristinlív, og tí eisini kirkjulív og trúarspurningar okkara, eiga tí fyrst og fremst at verða tengt at bíbliuni.
Eftir fundin við fødda frelsaran hoyra vit, at vísmenninir tóku aðra leið heim aftur. Eg byrjaði hesa prædiku við at spyrja um tað serliga við barninum í krubbuni, og um Jesus broytir nakað í okkara lívi?
Vísmenninir tóku aðra leið heim aftur. Soleiðis er eisini við Guds børnum, ið hava funnið hvílu hjá Jesusi.

Tað menniskja, ið hevur sæð, at trúgvin á Jesus og frelsan við honum er av náði eina, kann ikki annað enn frøðast, og bera ynski um, at onnur kenna henda náðiboðskap. Tað menniskja, ið fylgist við Jesusi í Gudsorði, bíbliuni og bøn – kann ikki annað, enn, sum vísmenninir, ganga eina nýggja leið.
Og tí enda vit við at spyrja: hvar leita vit eftir frelsaranum? Gera vit tað í okkum sjálvum, í medmenniskjum, í alternativum bókmentum, ella gera vit tað í Guds orði – í bíbliuni? Gud gevi at vit øll somul byggja lív okkara á Guds orð!
Amen!