Skriva út

Prædika til várfagnaðardagarnar í Funningi 16.06.2017 – 18.06.2017.



Gudstænasta í Funningi kl. 12 l. sunnudag eftir tríeindardag 18.06.2017 (hildin í tjaldi niðri á støðni).

Í sambandi við várhugnadagarnar í Funningi 16.06.2017 -18.06.2017.

Aðrir tekstir meira hóskandi til høvið vórðu nýttir í staðin fyri dagsins tekstir – við loyvi frá biskupi.

Tekstir: Sírakur 3,1-15 og Jeremia 6,16a.

Sálmar: 539 – 588 / 589 – 19.

Inngangskollekt: Síða 818, nr. 12 (SFK).
Útgangskollekt: Síða 807, kollekt til gudstænastu í vikuni (SFK).

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Stór fjøld av fólki hevur í hesum døgum leitað til Funnings. Fólk, sum hava sín uppruna hiðani, eru ættað hiðani, ella á ein ella annan hátt hava tilknýti til Funnings.

Saman við teimum, sum her í bygdini búgva, vilja tit minnast slektir, ættir og uppruna. Tit vilja minnast farna tíð uttan at gloyma nútíð og framtíð. Tit vilja leita til gamlar gøtur – til røturnar, og tað hevur sín týdning.

Tað hevur týdning fyri mong menniskju og samleika (identitet) teirra at kenna sín uppruna: Hvaðani komi eg, hvørjir vóru forfedrar mínir og ættarfedrar?

Men hevur hetta týdning, so hevur tað enn størri týdning at vita, at veruligi uppruni og rót okkara er fyrst og fremst Guð, hin alvaldi. Hetta kann vera teimum til troystar og hjálpar, sum onga ætt hava at leita til, teimum, sum ikki kenna sín uppruna, ikki vita hvør veruliga ætt teirra er, og sum hava ófrið í sinni og ilt av hesum.

“Hjarta mítt finnur ikki hvílu fyrr enn tað hvílur í Guði,” segði gamli kirkjufaðirin, Augustin.

Men trúfesti og takksemi ímóti teimum, sum undan eru farin, hevur virði og vísir okkum, at vit eru ikki bert einstaklingar, sum í sjálvsøkni skulu sæta okkum sjálvum, men eisini liður í einum felagsskapi.

Hvørt ættarlið byggir á annað. Tí er ikki líkamikið hvussu vit umsita tað, sum okkum er litið til.

Onkur kann siga nakað soleiðis:”Vit doyggja frá øllum kortini, so tað kann gera tað sama, hvat ið eg geri við hetta ella hatta.”

Men eins og vit hoyra til eina ætt, soleiðis eisini við teimum, sum koma eftir okkum. Hvørt ættarlið byggir á annað.

Eins og vit virðismeta og takka fyri tey, sum undan okkum eru farin og sum hoyrdu okkara ætt til, soleiðis eiga vit – samstundis sum vit hava ábyrgd fyri samtíð okkara – hugsa um eftirkomarar okkara.

Sum menniskju hoyra vit til ymisk fólkasløg. Tey ymisku fólkasløgini hava ymiskan uppruna og hoyra til ymiskar ættir, fólkasløg og tjóðir. Men øll tilsamans hava vit uppruna okkara í Guði, og tí eru vit sum menniskju hóast ymiska mentan og húðalit í djúpasta týdningi eitt. Tí hava vit ikki rætt til, sum summi hava fyri, at meta seg og síni at vera av betri slag enn onkur annar, við stoltleika síggja niður á onnur og vanvirða tey. Tað er ímóti kristna boðskapinum.

Mangur og ein, sum gongur ella hevur gingið til ættargransking, má sanna, at illgresið er at finna í øllum ættum og slektum, tá ið av tornar. So at tann, sum í stórlæti helt seg vera av betri slag, mátti, tá ið saman um kom, vera meira varin í útsøgnum sínum – muðurin meira tigandi ella kanska teptur.

Vit eru øll ymisk, eisini innan somu ætt, og skulu fáa loyvi at vera tað, men vit eru øll skapað í Guðs mynd og til at hoyra honum til, og tí hava vit øll ábyrgd av egna lívi okkara og hvør øðrum.

Vit kunnu sjálvandi sum lítil bólkur ella einstaklingar ikki vera allastaðni og halda, at vit hvør í sínum lagi kunnu útinna stórverk. Heldur ikki eiga vit at halda so lítið um okkum sjálvi, at vit einki kunnu gera.

Men vit eru sett inn í eina ávísa tíð á einum ávísum stað til ein ávísan gerning. Hesin gerningur eigur at verða útintur við ábyrgd og trúskapi bæði ímóti Guði og menniskjum, tí tilsamans kemur hetta at gagna heiminum.

Ein einstaklingur hoyrir við til ein felagsskap, eitt húski. Fyrst kemur heimið, fleiri heim verða til eina bygd ella bý, fleiri bygdir ella býir verða til eitt land, og londini tilsamans fevna allan mannaheimin. Soleiðis sum einstaklingurin er, soleiðis verður heimið, bygdin, landið og at enda mannaheimurin.

Tí hevur einstaklingurin kortini so ómetaligt virði og má minnast til, at hann ella hon er við í einum felagsskapi, sum hann ella hon er við til at mynda, og tí ikki eigur at liva bara fyri sær sjálvum. Tí eigur hin einstaki heldur ikki at verða gloymdur í felagsskapinum.

Fyri at skilja nútíðina, mugu vit kenna søguna, verður sagt. Men tað eru eisini menniskju at finna, sum komu soleiðis fyri, at tey hvørki kenna “biologisku” foreldur ella ætt sína, og summum teirra gevur tað ófrið og órógvar samleika (identit) teirra, hjá øðrum bilar tað minni.

Tey hava kortini sína ætt at leita til, sum tey funnu í teimum, sum tóku sær av teimum í faðirs og móður stað, góvu teimum faðirs og móður kærleika, gjørdust foreldur teirra og vóru góð við tey.

Tá gjørdist ættin hjá hesum foreldrum teirra ætt, bygdin og landið hjá hesum foreldrum teirra, teirra bygd og land, og tey kundu kenna seg at hoyra við í einum felagsskapi – hoyra eini ætt til – einum býi ella bygd og landi til.

Tí at tað eru ikki bert blóðbond, ið binda okkum saman og geva okkum forfedrar – ættarfedrar – skapa eina ættarkenslu og geva okkum skyldfólk, men ikki minst eisini kærleikans bond, so at vit millum øll tey ymisku londini, fólkasløgini og ættir, kunnu kenna okkum at hoyra heima í einum serligum landi, fólkaslagi og ætt.

Men bandið fram um øll onnur bond, sum eigur at binda okkum øll saman – allar ættir, tjóðir og tungumál – er Guð sjálvur, sum er Faðir at øllum. Hann er sjálv grundin undir øllum – upphav og kelda.

Um vit so taka skapanarfrásøgnina bókstaviliga ella ikki, so er tað kortini Guð, sum hevur skapað okkum. Hann skapaði okkum sum einstaklingar við okkara sereyðkennum, men hann skapaði okkum eisini til felagsskap, sum skrivað stendur:”Ikki er gott at maðurin er einsamallur.” Og her skulu vit ikki bert hugsa um hjúnalagið, felagsskapin millum mann og kvinnu, men eisini felagsskapin manna millum sum heild. Hesum er væl vert at geva gætur í eini tíð, har ið “individualisman” verður dyrkað.

Vit hoyra eisini saman við teimum, sum undan okkum eru farin, sum Grundtvig syngur í einum av sálmum sínum:”Helgen her og helgen hisset er i samme menighed.”

“Æra faðir tín og móður tína,” lesa vit. Í hesum man liggja nakað meira og djúpari enn at æra faðir og móður eina. Í hesum man eisini liggja, at vit skulu æra tað rót, sum vit eru sprottin av, tí at lagt verður aftrat:”Fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum.”

Fátækur er tann, sum ongan virðir uttan seg sjálvan. Vit eiga at minnast og virða ættarfedrar okkara, sum undan okkum eru farnir. Vit eiga at vera góð við okkara ætt, ganga tær gomlu gøturnar og dvølja við tær, ikki bara í sorgblídni um farna tíð, men eisini við takksemi og lata tær læra okkum at liva í nútíðini og við treysti at líta ímóti framtíðini. Sum profeturin sigur:”Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrji eftir fyrndargøtunum.”

Mangar er gøturnar. Um eina av hesum gøtum sigur Jákup Dahl, próstur:”Ein gomul gøta eitur heimið. Fylgið tí teirri gomlu gøtuni, at tit æra faðir og móður, og at tit eru góð við heim tykkara og land tykkara, at tað má gangast tykkum væl og tit mega liva leingi í landinum, sum Harrin Guð tykkara hevur givið tykkum!”

Eingin ætt er lítaleys. Hon hevur sína styrki og sínar veikleikar, og tað eiga vit at kennast við, eins og vit eiga at kenna okkara egnu avmarkingar.

Men eins og Guð hevur givið okkum at vera føroyingar við tí, sum tað ber í sær, soleiðis hevur hann eisini givið okkum at vera av ávísari ætt ella slekt.

Tann, ið vanvirðir ættarfedrar sínar, fólk og tjóð, byggir einki land, men tað ger tann, sum ikki bert virðir seg sjálvan, men eisini fólk sítt, ætt og land, sum nakað, ið er gudgivið og ikki bert tilvildarligt. Hann ella hon lærir eisini at virða aðrar ættir, fólkasløg, lond og tjóðir, sum hava aðra mentan og eru øðrvísi enn ein sjálvur.

Ikki fyrr enn vit duga at góðtaka okkum sjálvi og tað, sum okkara er, okkara røtur, duga vit at góðtaka og virða onnur.

Latum okkum tí takka Guði fyri gávur hansara, fyrst og fremst fyri Sonin, Jesus Krist, sum hann gav okkum til bróður og frelsara, men eisini fyri tað ætt og slekt, sum hann hevur givið okkum at vera ein partur av.

Ærað veri minni teirra, sum undan okkum eru farin.

Æraður veri Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir. Amen.

Heilagi Faðir, vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu. Amen.

Latum okkum øll biðja!
Alvaldi, ævigi Guð! Vit takka tær, tí at tú hevur savnað okkum til eina tjóð og givið okkum hetta landið.

Vit takka tær, tí at tú hevur varðveitt fólkið til henda dag.

Vit viðganga fyri tær, at vit ikki altíð hava virt gávur tínar, sum vit áttu, og mangan í sjálvsøkni og við løtuvinningi fyri eyga hava misrøkt skapanarverk títt. Vit fara mangan av leið og eru vilja tínum ólýðin.

Tí biðja vit teg, tak ikki náði tína frá okkum, men lat heilaga orð títt leiða okkum og Heilaga Anda tín læra okkum gudsótta og lýdni.

Tak tú illvild, klandursemi og sundurlyndi burtur úr hjørtum okkara, so at sannleikin, rættvísin og kærleikin mega vinna sigur. Lat frælsi og frið, samhuga og gleði trívast væl í landi okkara.

Ver við allari lógligari yvirvøld. Ver við løgtingi og landsstýri, løgmanni og húsi hansara, drotningini og húsi hennara. Gev teimum trúskap og vísdóm, so at tey útinna rætt og rættferð í samfelagi okkara øllum fólkinum til signingar.
Vit biðja fyri ferðafólkum og gestum, at tey mega kenna seg at vera vælkomin okkara millum. Gev teimum at minnast land og fólk okkara við kærleika og tøkk.

Ver við øllum fólki okkara bæði burturi og heima. Halt verndarhond tína yvir teimum, sum starvast og ferðast á sjógvi, á landi og í flogferðslu. Varðveit okkum frá vanlukkum og farsóttum, frá arbeiðsloysi og hungri. Lat gudsótta vera styrki okkara, kærleika og rættvísi æru okkara.

Lat okkum eiga signing tína, so at vit verða øðrum til signingar og náði tíni til prís og heiðurs. Fyri Jesus Krist, váran Harra!

Hoyr okkum í Jesu navni:
Faðir vár……