Skriva út

Prædika til ólavsøkudag í dómkirkjuni Tekstir: Sl 33,12-21; 1 Tim 2,1-4; Jóh 12,24-26 Sálmar: 588-18-326/243-585



BØN FYRI PRÆDIKU
Vár Guð, sum lívgar fjøll og fjørð,
o, verj tú vára ættarjørð, ver skjøldur vár í frið og stríð,
í sorgum sum í fagnartíð.

Lat fólk várt altíð vera títt
og fjølgast væl og semjast blítt
í kærleika og kristnum sið,
lat anda tín teim vera við. 589,1 og 7 SFK
Amen.

EVANGELIUM
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur:
Jesus segði: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann. Jóh 12,24-26

So ljóðar halgidagsins heilaga evangelium. Orð Harrans varir um allar ævir!

PRÆDIKA
Góða Ólavsøku!
Ólavsøkan er tjóðarhátíð føroyinga, og sum siður er, eru vit enn einaferð komin í kirkju ólavsøkudag til gudstænastu fyri at takka og minnast.

Eg fari at loyva mær at byrja hesa prædiku við einari hending, ið Jákup Dahl, próstur, sigur frá í frásøgnini Aftur úr vanda. Hendingin fór fram 2. mai 1873 og hevur verið havd á máli suðuri í Vági, hiðan eg sjálvur eri ættaður.

Henda góðveðursdag fyri 145 árum síðani fóru 13 bátar út av Vágsfirði og stevndu suðurum. Tríggir teirra – tvey seksmannafør og eitt fýramannafar – fóru út um Stein, t.e. Sumbiarsteinur ella Munkurin, ið hann eisini verður róptur, og sum liggur o.u. 4 fjórðingar úr landi. Hetta er tiltikin góð fiskileið men samstundis vandamikil leið, tí at har er ógvuliga streymhart, og har kann vera ringur sjógvur.

Hesir tríggir bátarnir, ið vóru farnir út um Stein, royndu okkurt um ein góðan hálvan tíma og vóru í nógvum fiski; men sum eitt skot brast hann so knappliga á við stormi og kavaroki, at alt fyri eitt reistist sjógvurin og tað gjørdist óslætt.

So stór vóru brotini, at fýramannafarið fyltist og hvølvdist og allir teir, ið umborð vóru, vórðu kastaðir á sjógv; kortini eydnaðist tað at bjarga teimum øllum uppí annað seksmannafarið; men nú hildu teir, at teir vóru ov nógvir í tí eina bátinum, at nakrir áttu at farið í hitt seksmannafarið; tó, menninir, ið bjargaðir vóru, høvdu ikki hug at fara hvør frá øðrum. Teir søgdu, at teir høvdu verið saman, og Harrin hevði ført teir saman aftur, og at teir tí ikki vildu skiljast, um teimum so annars var lagað lív ella ikki.

Teir róðu í fimtan tímar. Útlúgvaðir og deyðamóðir lendu teir vestanfyri á Vágseiði í brimi og ódnarveðri. So óvæntaðir vóru teir aftur, at fólk hildu seg síggja teir í hamferð, tá ið teir komu gangandi av Eiðinum.

Og so takksom vóru tey fyri at allir teir, sum farnir vóru út tann dagin bóru boð aftur í bý, at í mong ár aftaná var tað siður ársdagin at halda takkargerðargudstænastu í Vágs kirkju til minnis um tilburðin.

Ein søga sum henda minnir okkum á, hvussu sterk kirkjan einaferð mundi standa í fólki okkara, og at hon fyri tey gomlu hevði alt at týða.

Kirkjan hevði – fyri at nýta eitt nýmótans útlendskt hugtak – eitt sterkt brand. Í eygum teirra gomlu var hon veruliga bústaður Guðs, og har vistu tey, at Guð var at finna. Inn í halgidómin leitaðu tey sunnu- og halgidagar við takkargerðum sínum og fyri at liva Guði nær; hagar komu tey bæði í gleði og í sorg. Tá ið tey vildu lovsyngja Harrans navni og takka honum fyri miskunn og hjálp í farnum døgum, leitaðu tey til hansara hús, og tá ið tey søktu sær skjól móti fíggindans og deyðans maktum, vistu tey sær ongan tryggari stað, enn Harrans hús, tí uttan hann var lívið tómt, umframt at uttan hann kundu tey als einki gera.

Einki er meira lívsjáttandi enn at møta einum glaðum og takksomum fólki. Tá ið vit í dagligari talu skulu siga nakað um gleðina, tá hugsa vit hana knýtta at tí, sum vit eiga: at ein hevur framburð í arbeiði sínum, vinnur sær væl av peningi, sær gott út, er sunnur, eigur sær eitt gott heim og góðar vinir o.s.fr.; sjálvandi hava hann ella hon, ið eigur alt hetta, nógv at vera takksamur og glaður fyri; men einki av hesum er ein varandi gleði; heldur er tað allar tær stuttu og stokkutu løturnar í lívinum, sum festu seg í minnið og har vórðu varandi; og so mega vit heldur ikki gloyma løtuna í dag. Seinastu dagarnar hava fólk leitað sær til høvuðsstaðin fyri at halda ólavsøku. Ólavsøkan er fyri alt fólkið, hon er fólksins fest og kallar saman bæði gomul og ung til at gleðast og fegnast, takka og minnast. Hiðani vilja vit minnast Ólav Hátún, sum fór seinasta mikudag. Hann ríkaði okkum føroyskt sang- og kórlív, sum kirkjan eisini hevur notið gott av. Vit minnast hann við virðing og tøkk.

Gleðin er einfalt tað: at duga at njóta og síggja virðið í løtuni í dag og øllum tí, sum Guð signar tilveruna við; løtan í dag er eisini Guðs góða gáva, sum er omanífrá og kemur niður frá faðir okkara í himni.

Men í mun til áður er lívið nú á døgum so nógv øðrvísi.

Vit liva í einum samfelag, har ið tað mangan ikki eru stundir til at steðga á. Vit hava nóg mikið at takast við, og alt gongur so sera skjótt. Hvør ein løta er løgd til rættis, og tess fleiri avtalur, vit gera, tess týdningarmeiri halda vit okkum vera. Vit hava nógv um at vera, práta nógv, gera avtalur og vinna okkum lívsroyndir; men tá ið vit sum familja skulu setast við døgurðaborðið valdar tøgnin, tí tá taka vit hvør í sínum lagi fartelefonina og teldulin fram – tá má eingin órógva okkum.

Vit hava flutt lív okkara út á alnótina. Vit gera okkum vangamyndir á Facebook og øðrum sosialum miðlum, tí vit tíma ikki at líkjast mongdini, men vilja føra okkum sjálv fram, ja, branda okkum sjálv. Vit vilja sjálv leggja til rættis lívið og eydnuna, sum høvundar, ið skriva okkara egnu lívsbók. Og allir aldursbólkar vilja vera við. Herfyri vísti ein donsk kanning, at børn heilt niður í átta ára aldur kunnu hava uppí 3 vangar samstundis á Instagram.

Men eru vit yvirhøvur tilvitað um, hvat børnini læra, tá ið vit øll eru so upptikin av okkum sjálvum og alskyns hyggjuráðum, nútímans tøkni og hentleikum? Minnast vit yvirhøvur til at siga við børn okkara og tey ungu, at umframt alt annað eiga vit eisini ein felags arv, sum vit hvør í sínum lagi hava skyldu til at geva víðari til komandi ættarlið? Ella sum skaldið so vísiliga minnir okkum á: “Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl”.

Ein partur av okkara felags søgu og mentan er evangeliið um Jesus Kristus og ta kirkju, ið hann stovnaði á fold.

Og soleiðis gerst dagsins tekstur um hveitikornið ein aktuellur tekstur.
Jesus segði: “Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”

Í fyrstu atløgu kann deyði hansara tykjast at vera ein fullkomin ósigur við tí úrsliti, at alt hansara virksemi heldur uppat; men so er ikki, tí kristindómurin er altíð nútíð. Jesus veit, at hann má doyggja, fyri at vit kunnu fáa lut saman við honum.

Líknilsið um hveitikornið kann vera torført hjá okkum at skilja; vit kunnu tí heldur samanbera tað við eitt setepli, ið vit seta niður í moldina um várið. Tá ið heystið kemur, er eplið spilt, men við síðuna av tí liggja nógv nýggj epli.

Á sama hátt mátti Jesus doyggja, fyri at geva okkum lív, og tað er við hansara uppreisn páskamorgun, at sigurin varð fullbúgvin. Og tað er vegna hansara deyða og uppreisn, at vit sita her í kirkjuni í dag.

Í so máta verður Várharra kanska meira at líkna við eitt barn av okkara tíð enn síni egnu, tí um hann ber eisini til at siga, at hann royndi at branda seg sjálvan. Tá ið hann skuldi greiða menniskjunum frá, hvør ið hann var, og hvat Guðs ríki hevði at týða, ja, so gav hann sær sjálvum heiti til tess at vit betur skuldu skilja hann. Hann segði eitt nú: “Eg eri lívsins breyð, lívsins ljós, hin góði hirðin. Og um okkum segði hann: “Tit eru ljós heimsins og salt jarðarinnar”.

Og okkum, sum eru ljós og salt, savnar hann uttan um seg og sendir okkum út í heimin at tæna sær. Hesi bæði orðini í tekstinum: Tann, sum elskar lív sítt... og: Tænir nakar mær... skulu lesast saman sum ein eind. At tæna honum er at hata lív sítt í hesum heimi. At tæna Jesusi merkir at vera tann hjálpandi hondin og tann bøtandi tungan hjá tínum medmenniskja. At tæna er at gera gerningar fyri næstan. Orðini um at elska og hata lív sítt kunnu ljóða ógvuslig fyri okkum, men meiningin er greið. At elska lív sítt merkir her at vera so varin, at tú ikki torir at liva tað, at hata lív sítt merkir at liva, at kasta seg út í lívið, rætt og slætt at liva tað við øllum teimum vandum, sum tað eisini ber í sær.

Tað er ein Guðs náði, at hetta mannalívið verður litið okkum til og at vit skulu liva tað í ábyrgd og áliti á, at náði hansara er nýggj á hvørjum morgni.

Guð hevur givið okkum hetta lívið fyri at vit skulu liva tað, bæði í góðum døgum og undir teimum byrðum, sum á okkum verða lagdar.

Tað er kall okkara sum menniskju at kennast við lívið, sjálvt um vit ikki altíð kenna vegin; men vegin skulu vit ganga, hóast hann ikki ber okkum uttan um deyðan.

Her er tað, at kirkjan bjóðar tær og mær nakað serstakt. Hon sigur, at tær nýtist ikki at vera einsamallur ella einsamøll, men at her er ein staður, har ið tú og eg kunnu vera saman við Guði, og har ið vit kunnu finna hvílu fyri dagsins møði.

Ein gudstænasta sum henda eigur at skapa ró í sinni okkara, tí í henni verður gudsorðið livandi og sigur við okkum, at Jesus Kristus, sum fall í jørðina og doyði, er upprisin og stendur nú hjá okkum í orði og sakramentum og við okkum sigur hann: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu!”

Mær er sagt, at í Djúpadali í Hvalba finst ein stórur, flatur steinur, sum menn hava givið navnið: “Hvílingarsteinurin”. Um slíkir steinar finnast aðrastaðni enn har er mær ókunnugt; men tá ið teir fyrr á døgum skuldu útvega sær kol úr Prestfjalli sum brenni, máttu teir sjálvir bera tað á herðum heim, og teinurin inni frá fjallinum og heim í Hvalbiar bygd er rættiliga drúgvur at ganga undir tungari byrðu; men á miðjari leið lá “Hvílingarsteinurin”, har ið teir kundu seta byrðina frá sær og rinda møðina eina løtu.
“Hvílingarsteinurin” var teimum ein vælsignaður blettur.

Tað er ein stór og rík gáva, Guð hevur givið okkum, at hann hevur latið byggja sítt hús víða hvar í okkara landi. Í flestu bygdum stendur ein halgidómur. Hann er hvílingarsteinur okkara.

Eitt sálmaorð, sum lisið varð frá altarinum, sigur: “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar!” (Sl 33,12), og eitt annað sigur: “Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr!” (Sl 26,8).

Soleiðis sigur sálmaskaldið og lærir okkum, at hesi bæði natúrliga hoyra saman: Kærleiki til Guðs og kærleiki til hansara hús – og tá ið kærleiki til Guðs merkir, at vit ikki kunnu vera hann fyriuttan, so má tað eisini merkja, at vit kunnu eins lítið vera hansara hús fyriuttan.

Kirkjan er hvørs mans hús, plagdu tey gomlu at siga. Her kemur Guð til okkara í sínum anda, orði og sakramentum – dópi og kvøldmáltíð – og styrkir okkum í lívsins samfelagi við sjálvan seg, fyri at vit sum hansara fólk skulu liva hjá honum, har ið hann er. Her eru vit saman um bønina og lovsongin, so at vit kunnu gleðast og fegnast og siga Guði tøkk fyri signing sína og góðu gávur.

Mátti kirkjan aftur vunnið sær ta sterku støðu í fólki okkara, at eins og fyri undanfarin ættarlið vita vit heldur ikki betri og tryggari stað at bera fram takkargerðir okkara enn í Guðs húsi. Tí í slíkari trúgv og takksemi er tað, at vit frí, fræls og takksom kunnu fara undir alt tað, sum annars er neyðugt í tilveru okkara, himmalska faðiri okkara til æru og medmenniskjum okkara og okkum sjálvum til æviga signing og gleði.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.