Skriva út

Prædika til allahalgannadag í Havnar kirkju 1.novembur 2013 klokkan 20.



Sálmar: 584-57-409-561

Í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans. Amen.

Lat okkum biðja:
Jesus takk, at tú ert ein nærverandi Guð. Takk, at tú ert okkum nær, bæði tá ið lívið visir seg frá síni vøkru síðu, men eisini, tá ið lívið fer illa við okkum.- Tá ið vit hava trupuleikar, tá ið vit syrgja, tá ið vit hava tað tungt og kenna okkum einsamøll. Takk, fyri lyftið títt um, at tú fert ikki frá okkum, og tí kunnu vit hvíla trygg í, at sjálvt um vit til tíðir kenna okkum einsamøll við øllum okkara trupuleikum, tungu tonkum og kenlsum, so ert tú har. Takk faðir, at hond tín sleppur okkum ikki. Takk at tú ert við allar dagar alt til veraldar enda. Takk, at tú ert her í kvøld, vælsigna løtuna fyri okkum.

Í tínum heilaga navni, Jesus.

Amen

Allahalgannadagur, Minningardagur teirra sjólatnu, er ein dagur, sum er sermerktur av deyða, sorg og sakni.

Í dag eru tankarnir serliga hjá teimum, sum hava mist á sjónum hetta farna árið, men eisini hjá øllum teimum, har deyðin hevur verið á gátt og miskunnarleysur tikið ein kæran.

Tað er tó ikki bara sorgin, sum hevur orðið í Havnar kirkju í kvøld. Tí mitt í sorg og sakni okkara tosar Guð sítt lívssæla orð. Orðið, sum uggar og troystar, sum gevur okkum eina vón. Eina vón, sum lýsir, eisini har deyðans myrkur valdar. Eina vón, sum gevur okkum dirvi at liva, hóast sorg og sakn.

Í kvøld fara vit at steðga við frásøgnina um Lazarus og Marthu og Mariu. Hetta er ein frásøgn, sum við øllum sínum gullkornum hevur nógv at geva og læra okkum, bæði um deyða, um sorg, um lívið og um Jesus.

Eg má viðganga, at eg havi altíð havt eitt ambivalent forhold til hesa frásøgn.

Fyrst og fremst sprongir frásøgnin øll mørk, tí at Jesus vísir sítt vald. Hann vísir, at hann hevur vald á lívið og deyða. Og hevur hann vald á lívi og deyða, so merkir tað, at víst kunnu vit syrgja, men ikki uttan vón, tí Jesu sigur á deyðanum gevur okkum eina livandi vón.

Frásøgnin er fantastiskt, tí at lívið hjá teimum, sum vóru komin heim til Marthu og Mariu, varð broytt. Tey upplivdu, at Lazarus, sum hevði ligið deyður í grøvini í fleiri dagar, kom gangandi út úr grøvini, og neyvan hevur nakar av teimum, verið hin sami eftir hesa uppliving.

Men frásøgnin lærir okkum eisini um týdningin av at vísa samkenslu. At syrgja saman við syrgjandi. – At gráta saman við grátandi. Hon lærir okkum, hvussu stóran týdninging tað hevur, tá ið fólk ´koma á gátt hjá teimum, sum hava mist. Tá ið fólk geva sær tíð at vitja, at halda um, at gráta saman við. Soleiðis var í heiminum hjá Marthu og Mariu henda dagin. Vit hoyra, at fólk vóru komin heim til Marthu og Mariu fyri at vera saman við teimum, nú beiggin var deyður. Fólk vildu vísa sína samkenslu, hjálpa teimum og vera teimum nær í sorgin.

Tá ið tað er sagt, so mugu vit gera okkum greitt, at endamálið við at koma á gátt hjá teimum, sum hava mist, ongantíð má vera at taka sorgina teirra burtur. Hetta er eitt mál, sum bara kann miseydnast. Nei, heldur skulu vit bara vera saman við teimum, ofta enntá uttan tey nógvu orðini.

Ja, oftast so er størsta hjálpin bara at vera nær.

At taka sorgina burtur frá teimum, sum hava mist, ber ikki til. .

Um vit hava tað fatan av sorg, at tað er nakað, sum vit skulu sleppa okkum av við, at vit skulu sleppa burturúr sorgini, so kann tað bara miseydnast, tí sorgin verður verandi. Men vit læra við tíðini at smílast gjøgnum tárini. At liva, hóast sorg. At gleðast aftur, hóast sakn. At livið hevur meining og virði og innihald, hóast sorg og sakn.

Men frásøgnin vísir okkum eisini nógv um, hvussu Jesus er. Ja, ein stórur lærudómur og ein stór troyst liggur í hesum trimum orðunum “ Jesus feldi tár.”

Hesi orð eru so týdningarmikil, tí tey vísa okkum ein nærverandi Guð. Tey vísa Jesu kærleika, hansara umsorgan, hansara samkenslu, ja, tey siga okkum, at vit trúgva á ein Guð, sum tekur lut í mannalívinum, sum involverar seg. Vit trúgva á ein Guð, sum letur seg røra av okkara sorg.
Sum følir við okkum. Jesus er ikki ein, sum ikki letur seg ávirka av okkum. Nei, alt, sum vit koma út fyri av góðum og ringum rørir eisini Jesu hjarta. Tí skulu vit vita, at Jesus lurtar og hoyrir, eisini tá ið vit syrgja. Hann kann rúma okkara sorg, ótta, iva, vreiði, og spurningum. Jesus vil troysta okkum. Hann vil senda okkum sítt orð, sum lyftir okkum upp, tí tað er orðið um vón og lív, mitt í deyða og sorg.

Men sum eg nevndi at byrja við, so havi eg eitt ambivalent forhold til frásøgnina. Líka so fantastiskt hon er, líka so ørg kann eg gerast inn á hana. Eg eri ørg um, hvussu tað ber til, at Martha og Maria fingu beiggja aftur, meðan vit onnur, sum eisini syrgja , uppliva ikki at fáa okkara deyðu aftur? Er tað ikki órættvíst? Hví skuldu tær uppliva hetta undrið? Hví kundu vit ikki uppliva tað? Ja, hvat høvdu fleiri av okkum ikki vilja givið fyri at fingið okkara deyðu aftur? Ella kanska bara fingið loyvi til at sagt við tey, bara eina ferð afturat, hvussu góð vit vóru við tey?

Hvussu nógv tey høvdu at týða fyri okkum? Hvat høvdu vit ikki vilja givið fyri bara 5 min afturat saman við teimum? Men nei, vit sleppa ikki at uppliva tað, óansæð hvussu vit syrgja, hvussu vit gráta og rópa á Guð. Vit hava ikki tað privilegium, sum Marta og Maria høvdu. Tí vit uppliva ferð eftir ferð, at deyðin veruliga er tað seinasta. Tað vendst ikki aftur. Tá er liðugt. Vit sleppa ikki at síggja okkara deyðu aftur her á jørðini. Vit hava eina livandi vón, at ein dag síggjast vit aftur heima hjá Guði, men her á jørðini, nei, her hava vit sæð tey síðstu ferð.

Vit uppliva, at deyðin er endaligur. Og hann er so pínufullur. Deyðin er okkara fíggindi. Og soleiðis eigur deyðin at vera. Ja, Guðs orð fer so langt sum at kalla deyðan fyri tann síðsta fíggindan.

Men mitt í hesum lívsins korum, kunnu vit loyva okkum í kvøld, at seta spurningin: hvat nú um vit ikki høvdu syrgt okkara kæru? Hvat nú um vit bara høvdu sagt, hatta var hatta. Turka tárini, og so vóru vit glað aftur. Sorgin hvarv við tárunum. Hevði tað ikki tá ikki verið sum um at viðkomandi lítið og einki hevði at týða fyri okkum? Ella vísir sorgin okkum ikki eisini, hvussu nógvan kærleika lívið gav okkum? Sorgin og gráturin minna okkum á kærleikan, vit høvdu saman, minnir okkum á tann, sum hevði so stóran týdning í lívi okkara, men sum ikki er meir.

Men tað er týdningarmikið og altavgerandi at vit halda fast í sannleikan um, at fyri Jesusi er deyðin ikki tað síðsta, sum er at siga um eitt mannalív.

Jesu uppreisn páskamorgun, hansara sigur á deyðanum prógvar, at deyðin hevur mist sítt vald. Ikki á tann hátt at vit ikki skulu doyggja. Tað skulu vit øll. Men Jesu sigur á deyðanum merkir, at ikki var deyðin yvirvunnin við at verða avskaffaður, nei, deyðin var yvirunnin við at missa sín týdning. Deyðin verður yvirvunnin við, at lívið fær avgerandi týdning, og deyðin verður byrjanin til nakað annað, nakað størri og betri.

Eg hoyrdi einaferð eina so vakra søgu, um eitt tvíburðarpar, sum lá í búkinum hjá mammuni. Har høvdu teir tað gott, heitt og trygt. Teir dugdu ikki at ímynda sær, at nakað kundi vera betri enn hetta. Sum tíðin nærkaðist at tvíburðarnir skuldi verða føddir, vórðu tey óróligir, bangnir og stúrdu, tí teir væntaðu, at nú kom endin. Einki kundi verða størri og betri enn hetta og teir vildu ikki hava at lívið í búkinum hjá mammuni skuldi enda.

Men teir máttu føðast, og tá ið teir sóu ljósið og komu í føvningin hjá mammuni grótu teir, ikki tí teir saknaðu tann tryggan búkin, men tí, at teir sóu, at tað sum teir nú komu til var nógv størri og betri enn lívið í búkinum hjá mammuni. Teir dugdi ikki at ímynda sær, at lívið kundi vera so vakurt og gott.

“Vit síggja í pørtum og vit skilja í pørtum”.
Men í trúnni á Jesus sleppa vit at líta á og hvíla í, at tá ið vit lata eyguni aftur her á jørð síðstu fer, fara vit til nakað betri og størri. Nakað, sum Jesus hevur gjørt til reiðar til øll tey, sum trúgva á hann. Tað, sum vit hava í væntu, er størri, vakrari og betri enn vit kunnu ímynd okkum. Størri enn vit kunnu rúma her og nú.

Ein dagin sleppa vit eisini heim í nýggja Jerusalem. Har sum vit skulu vera saman við Jesusi og øllum okkara kæru. Í tí staði verður eingin grátur, eingin sorg og eingin neyð. Í tí staði skulu vit ongantíð aftur verða skild frá okkara kæru, tí Jesus er alt í øllum.
Og tí kunnu vit í vón og takksemi siga saman við sálmaskaldinum:

Songur tí berst um lond og høv
um páskaboðskapin bjarta,
fagurt hann ljóðar við opna grøv
inn í tað trúgvandi hjarta:
«Risin av grøv er frelsari mín,
deyði, hvar er nú broddur tín?»
Tøkk havi Guð fyri lívið!

Amen.

Lat okkum biðja:

Góði Jesus Kristus.

Vit takka tær fyri, at vit kunnu koma heilt fram at tíni náðitrónu, og leggja allar okkara tankar, kenslur, iva og ótta, sorg og sakn fram fyri teg. Nú biðja vit teg um at styrkja og ugga øll, sum syrgja. Ver tú nær við tíni troyst. Ver við einkjum og einkjumonnum, foreldraleysum, og teimum, sum kenna lívið tungt og sorgina nívandi. Lat tín frið fylla tey.

Vit takka tær fyri, at vit syrgja ikki, sum tey, sum onga vón hava. Men faðir, takk at tú ert vón okkara og í trúnni á teg kunnu vit liva lív okkara her á jørð við dirvi og gleði, tí lívið er okkum Kristus og deyðin ein vinningur.

Amen.