Skriva út

Prædika til 22. sunnudag eftir tríeindardag



Jesus sigur við teir: »Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara. Siga tit ikki: »Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?« Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. Tann, sum sker, fær løn, og savnar ávøkst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi. Tí at í hesum føri er tað orðtakið satt: »Ein sáar, annar sker.« Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.« Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: »Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.« Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvølja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar. Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara. Og við konuna søgdu teir: »Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.« Jóh 4,34-42

Tann 9. November, 1989 var heimurin vitni til stórhending. 25 ár eru í dag liðin, síðan jarnteppið fall, síðan Berlin múrurin misti sína atskiljandi megi. 28 ár vóru tá liðin síðan hina náttina, tann 13 august, 1961, tá heimurin hjá mongum knappliga varð býttur í tvey. Tunga teppi í Berlin køvdi býin, og stóran part av Evropa, við sínum dapra myrkri. Skyldfólk, vinir og kenningar vórðu sundurskild, dreymar brustu, vónin sortnaði, og lívsætlanir lógu í sori.

Tann 12 juni, 1987, fluttu táverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan fram røðu framman fyri Brandenburger Tor í Berlin og segði millum annað soleiðis: Sum eg fyri løtu síðan hugdi at múrinum, legði eg merki til orð, sproytumálað á múrin – kanska av einum ungum Berlinara”. Tað hann sá var hetta: ”Hesin múrur fer at falla. Vónir verða veruleiki”. Ja, sigur Reagan, tvørtur um Evropa fer hesin múrur at falla. Tí hann megnar ikki at standa ímóti trúgv; hann megnar ikki at standa ímóti sannleika. Múrurin megnar ikki at standa ímóti frælsi”. Og góð tvey ár seinni gjørdist hetta veruleiki. Dyrnar vórðu lætnar upp. Menniskju, sum í 28 ár høvdu verið sundurskild, hálsfevndust. Menniskju, sum í 28 ár høvdu sitið sum fangar, sóu frælsissólina rísa og tey vóru frí.

Tá svartast sá út, vórðu vónrík orð skrivað á múrin. ”Hesin múrur fer at falla. Vónir verða veruleiki”. Og so var. Fyri 25 árum síðan. Múrurin megnaði ikki at standa ímóti trúgv, sannleika og frælsi.

Jarnteppið er sjálvandi eitt eindømi. Múrurin var ítøkiligur, og mong vóru tey, sum royndu, men ikki megnaðu at fara um múrin at síggja síni kæru og saknaðu. Mangar mannalagnur endaðu, í sorgarleiki, sakni og deyða.

Men menniskjansliga skaptir og bygdir múrar eru langt frá eitt eindømi. Politiskt, samfelagsligt, fíggjarligt, verður hetta gjørt, uttan stórvegis hóvasták, runt um í heiminum, har menniskju verða kúgað, har strýrisskipanir miðvíst byrða ávísar samfelagsbólkar inni, skerja teirra frælsi og byggja múr um hesi menniskju. Dømini í okkara heimssøgu eru mong. Grundleggjandi frælsi menniskjunnar verður skert, og eru orsøkirnar til hetta ongantíð góðar ella rættvísar. Dømini kunnu vera: rasisman í USA, har hviti borgarin í áravís varð sæddur sum virðismiklari menniskja. Apartheid í Suðurafrika. Og tey mongu harðrendu stýrini, har tey fáu hava livað væl fyri rokning hjá teimum mongu, sum livdu í fátækt.

Men okkum nýtist ikki at fara út um landoddarnar, fyri at síggja múrar verða bygdar. Ja, okkum nýtist sjáldan at fara út fyri egnar dyr. Tí ein múrur kann vera so mangt – ikki bert tað ítøkiliga, ikki bert tað politiska, samfelagsliga ella fíggjarliga. Ei heldur nýtist talan vera um beinleiðis skilnað menniskju millum, vegna húðalit, etnicitet, kyn o.a.

Tá Jesus í dag tosar við lærusveinar sínar, og sigur við teir: siga tit ikki: enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin? Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara, og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar, og tá tað í Jóhannesar opinbering stendur: sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt og kortini hevur tú varðeitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt – tá verður tað víst okkum á, at mitt í øllum forðingum og handan allar múrar eru (hóast alt) møguleikar – møguleikar fyri broyting, møguleikar fyri tí, sum er annarleiðis. Hurðin er latin upp, og skal ikki latast aftur. Skurðarnir eru longu hvítir – langt áðrenn tíð sína.

Ein múrur kann vera so mangt. Menniskju kunnu læsa seg inni, goyma seg handan ein ósjónligan múr av líkasælu fyri øllum teimum, sum ikki líkast einum sjálvum. Menniskju kunnu læsa seg inni handan ringt sjálvsálit og vantandi sjálvvirði. Menniskju kunnu læsa seg inni handan ein múr av vónbrotum og vónloysi – og síggja ikki annað enn forðingar, (kanska) tí møguleikarnir eru ov mangir.

Konan vit hoyra nevnda í dagsins teksti er hin kenda Sámariukonan, hon, sum hevði havt fimm menn. Henda kvinna var læst handan ein múr. Tað stendur um hana, at hon fór út til brunnin um sætta tíma – tað er, mitt á degi, helst, tí tá er eingin annar har. Har møtir hon Jesusi. Konan úr Sámariu møtir manninum Jesusi, sum er jødi. Og hon undrast, tí hann tosar við hana. Múrarnir byrja at rapa. Fyrst tann etniski og tann religiøsi. Tað, sum skilti jødan og sámáriubúgvan verður burturbeint tá Jesus sigur at hin rætta tilbiðanin er í anda og sannleika – og ikki avmarkað einum ávísum staði. Men síðan eisini tann múrur, kanska er hetta ein verjumúrur, kvinnan hevði múrað um seg sjálva. Jesus sigur henni hvør hon er og verður hetta hennara frælsi. Einki verður ballað inn, sannleikin verður talaður. Og kvinnan rennur avstað, heim til Sikar, at siga frá um tað, sum Jesus hevur sagt. Kvinnan verður fræls at síggja seg sjálva í nýggjum ljósi. Sum ein, ið eisini kann okkurt, og hevur virði, hóast alt tað, hon annars hevur sagt og gjørt. Jesus lyftir hennara andlit, og hyggur inn í hennara eygu, og sigur henni hvør hon er. Kvinnan verður uppreist.

Eftir hesa hending er tað, at Jesus sigur við lærusveinar sínar: tit siga, at enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin? Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara, og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. Lyftið upp eygum tykkara og síggi møguleikarnar. Hyggi upp um múrarnar, forðingarnar, inn í møguleikans heim, har alt tað, sum fordómar og vanahugsan sígur lívið úr, livur og trívist og nørist. Eg latið hurðina upp fyri tykkum, eina hurð, sum ikki verður latin aftur – hvørki at vónbrotum, mistreysti ella veikleikum. Hurðin er latin upp, og møguleikin at ganga gjøgnum hana er altíð til staðar.

Lyftið upp eygum tykkara er ein áheitan til lærusveinarnar um at síggja allan heimin – bæði nær og fjar – sum vitjaðan av Guði, kystan av ævinleika, kærleika og vón. Tí tað er tað, sum hendir, tá Guð gerst menniskja, tá orðið verður hold. Tá verður okkara avmarkaði heimur, okkara avmarkaða lív, nomið av ævinleika, vitjað av guddómleika. ”Hyggið upp og síggið hetta”. Hóast tað mangan kann síggja svart út – og tað ger meir enn so, bæði í okkara nærumhvørvið, landi, og heimi, har órættvísi, og órættur tíðum hava frítt at fara, so er heldur ikki hetta uttan Guðs møguleikar, so er eisini hetta rørt av Guðs fingri. Hetta er tað, Jesus biður lærusveinarnar fáa eyga á. At alt sum er, er rørt av Guðs møguleika, og hevur møguleika í sær fyri leking frá tí sum var – leking frá órættvísi og mismuni, frá sundurskiljing og vantrúgv.

Múrarnir kunnu vera mangir, men hava teir allir eina sundurskiljandi megi. Familjubond verða brotin, minnilutabólkar skildir frá heildini, menniskju verða bólkað og sundurskild eftir eini hugmynd, sum meirilutin hevur. Í okkara heimliga lívið, millum meg og míni kæru, kunnu eisini múrar vera. Eg stari meg blindan í forðingum. Eg síggi ikki fram um mína egnu nøs. Kanska tí eg ikki dugi at fyrigeva, kanska tí eg goymi gamalt agg í hjartanum, kanska tí eg kenni meg særda, ella... tí eg ikki tori at vera sárbær. Orsøkirnar kunnu vera mangar. Og forðingarnar fyri lívgandi og uppbyggjandi samskifti ymiskar.

Lyftið upp eygum tykkara og síggi akrarnar. Teir eru longu hvítir til skurðar. Jesus bjóðar lærusveinunum, og okkum við, at síggja møguleikarnar handan teir múrar vit goyma okkum handan, verja okkum innanfyri, ella verða útihýst av. Tað er ikki ein annar heimur, men ein heimur, merktur av Guðs nærveru og kærleika – tað tørvar bert, at vit geva hesum ans.

At lyfta eyguni er eisini at lyfta alt andlitið. At lyfta eyguni er at rætta ryggin og standa andlit til andlit við tað, sum er annarleiðis, við tað, sum kann vera fremmant. Hetta er ofta ein avbjóðing. Tað bera andlitið er sárbært og nakið. Og tað krevur dirvi at geva sítt sárbæra lív í næstans varðveitslu. Men er tað ikki her, frælsi liggur. Frælsi frá fordómum, frælsi frá snævurskygni, frælsi frá alskyns múrum, sum kunnu vera tryggir at goyma seg handan, men oyðileggjandi, bæði fyri tey útihýstu og tey innilæstu? Tá vit tora síggja møguleikarnar hjá okkum sjálvum, sum sárbær menniskju, ávegis saman við øðrum, sum eisini eru sárbær og viðbrekin, tá viðurkenna vit virði hvør hjá øðrum, sum menniskju, skapað í Guðs mynd.

Hygg upp og verð sædd, ella sæddur. Uppgávurnar eru mangar, avbjóðingar nógvar. Men í øllum hevur Guð vitjað heimin, og gitið hann við møguleikum – tvørturum allar forðingar og allar múrar. Síðan Guð vitjaði heimin og lat heilaga anda sín vera okkara millum, er tað einki stað og eingin tíð, sum ikki kann verða merkt av Guðs umbroytandi kærleika og friði. At lyfta eyguni er at síggja veruleikan sum hann er – gjøgnum frísk og frí eygu. Tað er at verða sæddur, sum ein nú einaferð sjálvur er. Soleiðis fann samariukonan frælsi í hesum, at Jesus lyfti hennara andlit, og sá hana – ígjøgnum maskur og múrar – og segði henni, hvør hon var. Hetta gav henni dirvi at síggja veruleikan av nýggjum, og hon fekk roynt lívsroyndir sínar á nýggjan hátt. Trúarinnar sannleiki gav seg til kennar mitt í dagsins triviella veruleika. Alt var tað sama, men eyguni, ið sóu vóru broytt, og tí broyttist alt. Eyguni, ið sóu vórðu lyft upp og opnað av trúnni.

”Hesin múrur fer at falla. Vónir verða veruleiki”, stóð skrivað á múrinum, sum fall fyri 25 árum síðan. Múrurin megnaði ikki at standa ímóti trúgv, hann megnaði ikki at standa ímóti sannleika; hann megnaði ikki at standa ímóti frælsi!

Dyrnar vórðu lætnar upp, sum ikki kundu lætast aftur. Eyguni vórðu lyft og møguleikin gjørdist veruleiki. Lyftið upp eygum tykkara sigur Jesus í dag. Latum okkum hyggja upp um teir múrar, vit hava bygt – um okkum sjálvi, um okkara egnu, um okkara samfelag – og síggja Guðs anda røra við dustið – eisini hinumegin múrin.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.