Skriva út

Prædika til 2. sunnudag eftir trettanda – fyrru tekstarøð.



Tekstir: Róm. 12,6-16a og Jóh. 2,1-11.

Prædika: Sælur er hann, sum bíðar tín.

Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.

Brúdleyp varð hildið í Kána. Jesus, móðir Jesu og lærusveinarnir vórðu boðin við og høvdu tikið móti innbjóðingini.

Í hesum brúdleypi útinti Jesus fyrsta undur sítt og tekin.

Við at nevna Mariu moy so tíðliga í tekstinum, verður dentur lagdur á, at hon var til staðar. Til hennara var Guðs orð komið á ein hátt, sum tað ikki var komið til nakað annað menniskja, við einglaboðum um, at hon skuldi bera Jesus í heim – frelsara heimsins.

Við Mariu moy gjørdist sjálvur Guð menniskja av holdi og blóði. Tí verður Maria moy eisini rópt Guðsmóðurin. Guð og Jesus eru á ein loyndarsaman hátt saman við heilaga andanum hinir somu. Vit trúgva á ein tríeindan Guð: faðirin, sonin og heilaga andan, og Guð gevur seg til kennar í hesum persónum.

Maria moy stendur tí á odda fyri hinum nýggja Ísrael – hinum kristna kirkjuliðinum – og er ein fyrimynd, tá ið hon eftir einglaboðini um, at hon skal bera heimsins frelsara í heim, svarar:”Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; veri mær eftir orðum tínum!”

Meðan brúðarparið ikki verður nevnt við einum orði, verður Maria moy nevnd longu fyrst í tekstinum. Tað er sum um, at hon tekur plássið hjá brúðrini.

Óivað hevur Jóhannes evangelistur sæð hina heilagu Mariu moy sum eina mynd uppá Jesu brúður, kirkjulið hansara, tey, sum síggja Jesu dýrd og trúgva á hann. Í hvussu so er, er trúgv Mariu so sterk og rein, at hon stendur sum ein lýsandi fyrimynd fyri okkum dagin í dag.

Eisini Jesu lærusveinar vórðu bodnir við, og tað hevur eisini sín stóra týdning, tí at eisini til teirra var Jesus komin á ein serligan hátt.

Tá ið dentur verður lagdur á, at Jesus sjálvur, móðir Jesu, og lærusveinar hansara vóru í brúdleypinum, er tað til tess at vísa, at kristindómur og gleði hoyra saman, sum sálmaskaldið syngur:
Gud og gleði hoyra saman.

Tað eru ikki bert orðini:”Óttist ikki!” sum eru eins og eitt niðurlag í Bíbliuni, men eisini orðini:”Gleðið tykkum!”

Undir brúdleypinum verður vínið uppi, og Maria moy vendir sær til sonin. Hon kennir Jesus, eins og ein móðir kennir barn sítt. Í níggju mánaðir hevur hon borið hann undir hjarta sínum.

Ein gomul halgisøga sigur frá teimum døgum, tá ið Jesus sum lítið barn gekk heima í Nasaret. Halgisøgan sigur frá, at tá ið menniskju kendu seg troytt og móð, plagdu tey at siga við hvør annan:”Latið okkum fara heim til Mariu og síggja barn hennara!” Og tá ið tey so komu og litu at Jesusi hvurvu bæði møði og stúranir sum døgg fyri sól.

Hvagar fara vit við sorgum okkara og stúranum? Hava vit tær fyri okkum sjálv, ella fara vit til hansara, sum er mentur at hjálpa, og sum hevur lovað at vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda?

Frásøgan um brúdleypið í Kána vísir okkum greitt, at Jesus vil vera við okkum og hjálpa okkum, eisini í dagligu og gerandisligu sorgum okkara, stúranum og trupulleikum.

Hjá Mariu moy finna vit eisini dømi um eitt menniskja, sum ikki missir móti og vónina, men heldur fast við trúnna, hóast tað, at hon einki skilir.

Maria fekk einki at vita um, hvat Jesus ætlaði sær at gera. Heldur sær tað út, sum at hann rekur móður sína frá sær, og kortini trýr hon á hann og lítur á hann, so at hon vendir sær til tænararnar og biður teir gera tað, sum Jesus biður teir um.

Hin heilaga Maria moy átti ta trúgv, sum við treysti lítur á Jesus, sjálvt um hon einki veit ella fatar. Hon visti ikki, hvat Jesus fór at gera, men hon leit fult og fast á hetta: at hann vildi gera tað, sum rætt var.

Tí vendir Maria moy sær til son sín og sigur:”Tey hava einki vín.” Og tá er tað, at Jesus gevur henni hetta svarið, sum kann tykjast løgið og harðligt:”Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.”

Mong eru tey, sum undrast á, at Jesus svarar móður síni so harðliga aftur. Men gudfrøðingurin, Karl Barth, sigur, at tað er ikki so undarligt, tí at júst tey, sum hava hoyrt Guðs orð og hava møtt Guði á ein serligan undursaman hátt og enntá havt einglavitjan, júst tey má hann viðhvørt átala harðliga, til tess at vísa teimum, at heldur ikki tey kunnu seta Guði serkrøv. Tey hava eingi framíhjárættindi ella serrættindi fram um onnur hóast serliga uppliving fram um onnur. Guð er altíð fríur í gerningi sínum.

Men Maria moy missir ikki trúnna fyri tað, men sigur við tænararnar:”Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.”

Maria moy er okkum aftur her ein fyrimynd og vísir seg sum fremsta av øllum trúgvandi. Hon missir ikki móti, men lærir av Jesusi og lítur á, at hann vil hjálpa í sínum tíma.

Aftur kemur Karl Barth okkum til hjálpar og sigur, at um Jesus hevur at okkum, so er tað tekin um, at hann elskar okkum og vil leiða okkum á beint, og so eiga vit eins og Maria moy við tolni at bíða í lýdnari trúgv og ikki vónbrotin ella firtin venda honum bakið.

Jesus útinti jú gerningin í sínum tíma og gjørdi vatn til vín.

Í okkara lívi kunnu eisini koma myrkar tíðir. Hann køvir av í mjørka, og vit hava ilt við at síggja, hvønn veg vit skulu ganga. Alt er so tungt og meiningsleyst. Og tá ið so ein tíð er fráliðin, er tað langt frá altíð, at vit síggja nakra meining við tí, sum hendi. Kanska var eingin meining við tí, ella var tað? Í hvussu so er verður mangan hesin spurningur settur:”Hvat var meiningin við tí, sum hendi?” Og vit eru langt frá altíð før fyri at geva nakað svar. Aðrar tíðir halda vit okkum kanska hóma eina meining. Men eitt kunnu vit siga hvør øðrum: at sæl eru tey, sum í sovorðnum løtum og í sovorðnari støðu kortini hava trúnna í varðveitslu, sjálvt um tey ikki duga at skilja, hvat hendir, ella hvat hendi.

Vínið er í Bíbliuni tekin um gleði, og vínundurið er eisini eitt tekin um Jesu dýrd. Henda frásøgnin um brúdleypið í Kána kann tí ikki nýtast sum próvgrund fyri, at tað er í lagi at stoyta seg fullan, ei heldur er rætt at brúka brúdleypið í Kána sum grundarlag fyri eini drykkjuvísu. Heldur vísir vínundurið okkum, at Jesus vil vera við í tí, sum vit menniskju havast at bæði gerandis og heilagt, eisini tí mest jarðbundna, og at kristindómur og daglig menniskjanslig gleði ikki eru mótsetningar, men hoyra saman.

Jesus hjálpir í sínum tíma, tí skulu vit eins og Maria moy bíða í tolni og halda á í trúnni á hann.

Øll eru vit boðin í brúdleypið hjá kongssyninum, Jesusi Kristi. Og hvar finnur hetta brúdleypið stað? kann verða spurt. Allastaðni, kann verða svarað, tí allastaðni skulu vit hava Jesus við. Og har Jesus er við, eru vit í brúdleypi saman við honum. Men fram um allar aðrar staðir tó í kirkjuni, har orðið ljóðar og borð Harrans er borðreitt, har vit kunnu verða sameind við hann við náðiborð hansara, tá ið hann rættir okkum sjálvan seg og sigur:”Hetta er likam mítt...Hetta er blóð mítt.”

Kennir tú tað lívsins keldu,
syngja vit í einum sangi. Tann keldan er Jesus sjálvur, soleiðis sum hann kemur til okkara í orðinum og hinum heilagu sakramentum, dópi og kvøldmáltíð og eisini skriftamáli.

Hava vit lært hann rætt at kenna, vilja vit eisini sanna, at Guð hevur goymt tað góða vínið til seinast, tí at í Jesu navni opnar seg ein kelda til ævigt lív. Har Jesus kemur inn í eitt mannalív, ber hann kærleika og eina gleði, sum tá ið vatn verður til vín.

Latið okkum tí, eins og hin heilaga Maria moy, Guðsmóðirin, við tolni, trúgv og álitið bíða eftir hansara tíma, tí sum sálmaskaldið í Gamla sáttmálanum syngur:”Sælur er hann, sum bíðar tín.”

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir! Amen.

Sálmar: 3 – 231 – 315 // 139 – 638 – 385 – 34.