Skriva út

Prædika til 15.s.e.tríeindardag 26. septembur 2017 Havnar kirkju



Í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans.

Lat okkum biðja:
Jesus, vit koma fram fyri tína trónu í takksemi. Takk faðir, fyri allar tær signingar, sum tú oysir yvir okkum hvønn dag. Takk, at tú, himlanna harri og konganna kongur, elskar okkum. Vit takka tær, tí tú leggur í, hvat fyllir lív okkara, tankar okkara. Vit biðja um, at tú mást hjálpa okkum at taka ímóti tí, sum tú vilt siga okkum, í dag. Lat okkum trúgva tínum heilaga orði, Jesus. Lat okkum trúgva tær framum okkara ótta og stúran. Amen.

” Stúrið ikki!” sigur Jesus í evangeliinum í dag.

Eg rokni við, at fleiri enn eg hava tørv á hesi áminning. Tað er so vanligt at stúra, at vit hava kanska góðtikið stúranina, sum ein part av mannalívinum, sum ikki slepst undan. Sum um, at vit einki val hava, tá ið stúranin bankar uppá.

Ein kanning, sum var gjørd fyri nøkrum árum síðani vísti, at tað, sum fólk vanliga stúra fyri er: børnunum, familjuni, arbeiðnum og heilsuni.

Men hví stúra?

Eg kenni tað frá mær sjálvari, at ofta, so stúri eg, tá ið tað er nakað í lívinum, sum eg ikki havi tamarhald á. Ístaðin fyri at sleppa tí, sum eg ikki havi tamarhald á, ella tað, sum liggur uttanfyri, hvat eg kann ávirka, so hugsi eg umaftur og umaftur um alt tað, sum kann ganga galið. Og tað er so, at tá ið man stúrir, so hugsar man um alt, sum kann ganga galið, og man væntar, at tað sum kann ganga galið, tað gongur galið. Man hugsar tað ringasta, og man hugsar, hvussu man kann loysa tað, sum helst fer at ganga galið, og so er man fangaður. Tankarnir flúgva avstað, tað heila gerst meir og meir skilaleyst, hjartað bankar títtari og títtari, og gleðin og friðurin eru horvin. Og hetta hendi alt við hjálp av óttafullum hugsanum….Einki er broytt, men tú hevur fyristilt tær ymiskt og á vegnum, misti tú friðin og gleðina.

Stúran er óneyðug, hon loysir einki, og harafturat er hon oyðileggjandi fyri okkum. Onkur hevur lýst tað at stúra við at siga soleiðis:

“At stúra er sum at sita í einum ruggistóli. Tú ert í gongd allatíð, men kemur ongan veg!”.

Stúran er ikki vandaleys. Tvørturímóti. Tað er læknalig gransking, sum vísir á, at tú kanst gerast sjúkur av at stúra. Tú kanst fáa strongd, tunglyndi, høgt blóðtrýst, høvuðpínu og annað. Sinnalagið ávirkast, so man verður argur, bangin og keddur. Stúran drepur lívshugan og lívsgóðskuna. So vit eiga ikki at taka lætt uppá hetta við stúranini. Og tað ger Jesus heldur ikki.

Tá ið Jesus í evangeliinum í dag tosar um at stúra, so byrjar Hann við at siga: At tú kanst ikki hava tveir harrar. ”Tú kanst ikki tæna Guði og mammon”. Jesus undirstrikar, at tað er bara pláss fyri einum á okkara hjartans trónu. Um Guð ikki situr á trónuni, so situr onkur annar har. Um vit ikki seta Guð fremst í lívi okkara, so seta vit okkurt annað fremst. Og um vit gera tað, so hava vit raðfest skeivt. So hava vit gjørt okkurt annað til Guð í lívi okkara, til harra í lívi okkara. Og hetta nevnir Bíblian: avgudar. Hetta er synd. Tí fyrsta boðið ljóðar jú: ” Tú mást ikki hava aðrar gudar”.

Tað er so týdningarmikið fyri friðin og gleðina í lívi okkara at trúgva og líta á, at Guð vil okkum væl. Hann hevur skapt okkum – og hann ynskir veruliga, at vit skulu liva eitt gott og innihaldsríkt lív. Tí er tað so, at tað hann sigur við okkum, at vit skulu gera og ikki gera, tað er tað besta fyri okkum. Jesus sigur við okkum í dag:” Tú kanst ikki bæði siga, at tú trýrt á meg, og so livir tú lívið, sum um, at eg ikki var til.”

Stúran er einki annað enn vantrúgv. Tá ið vit stúra, so líta vit ikki á, at Guð vil hjálpa okkum. At stúra er tað sama sum ikki at trúgva, at Guð vil syrgja fyri okkum. Tað er at hava misálit á Guði. Tann, sum stúrir livir sum um, at hann skal møta framtíðini og trupuleikunum uttan Guð. Men tað hevur Guð ongantíð sagt! Tvørturímóti, so hevur hann lovað, at hann er við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Hann hevur lovað at taka sær av okkum, og tað ger hann. Hann, sum enntá goymir spurvin í síni veldigu umsorgan.

Jesus sigur í dag, at tað eru tveir bólkar av fólkum. Tað eru heidningarnir, sum ikki trúgva á Jesus. Hesi stúra og við góðari grund, tí tey kenna ikki Jesus, tey trúgva ikki á ein náðigan og kærleiksfullan Guð, sum hevur umsorgan fyri síni skapningi. Men hini, tey trúgvandi, tey eiga ikki at stúra, tí tey eiga at vita, at tey hava ein Guð, sum kennir okkum, sum elskar okkum, og sum hevur lovað at verið við ALLAR dagar.

Jesus ger altso mun á trúgvandi og heidningum. Men alt ov ofta er trupult at síggja munin.

Tá ið vit hava givið okkara lív í hansara hendur, so eru vit frí fyri at stúra. So sleppa vit undan at stúra. Tí líkamikið hvat hendir mær, so kemur einki óvart á Guð. Hann hevur tamarhald á øllum.

Tá ið eg gevi meg í Guðs hendur, so merkir tað, at Guð veit, hvat eg havi tørv á, og tí havi eg ikki fyri neyðini at stúra fyri nøkrum.
Hetta ljóðar kanska eitt sindur bíligt. Tí trúgvandi fáa eisini krabbamein, gerast deyðasjúk, doyggja í ferðsluvanlukku osv? Er tað ikki í lagi, at stúra,tá ið slíkt hendir? Ella hvat tá ið man hevur fingið eini ring boð frá læknanum? Tað er rætt at liva er viðkvæmt. Nógv ringt kann henda okkum og okkara kæru. Men stúranin broytir jú einki – tú gerst ikki sjúkari ella frískari av at stúra. Tað broytir einki, annað enn, at tú gerst bangin. Og oyðileggur lívið her og nú.

Er kynstrið ikki at góðtaka lívið, sum tað er. Við øllum, sum tað inniber. At góðtaka, at viðhvørt, so er lívið tungt, meðan aðrartíðir, so gongur tað heila, sum eftir ánni? Er kynstrið ikki at halda fast í og líta á, at óansæð hvussu lívið er, so er Guð hin sami. Hann broytist ikki. Hann heldur tað, sum hann hevur lovað. . Og Guð gevur okkum styrki til hvønn einasta dag. Og styrki til at klára allar avbjóðingarnar, sum dagurin hevur til okkum. Men styrkina til í morgin, fært tú ikki fyrr enn í morgin, tí kanst tú ikki brúka styrkina til í dag, til at klára trupuleikar, sum koma í morin?

Hvussu ímyndi eg mær framtíðina? Síggi eg hana, sum eina hóttan, har alt møguligt kann ganga galið, ella síggi eg framtiðina sum ein spennandi møguleiki? Har eg ikki veit, hvat hendir, men eg vil møta framtíðini uttan iva og stúran, tí eg veit, at óansæð hvat hendir, so er Guð við mær. Og eg veit, at alt, alt samvirkar til góða hjá mær, tí eg elski Guð.
Í trúnni á Jesus eigur vit at síggja framtíðina sum ein dýrabæran møguleika. Sum eina gávu. Og vit skulu ikki lata stúranir oyðileggja lív okkara. Tí tað kunnu tær lættliga. Ístaðin skulu vit liva í vón og í gleði og takksemi.

Vit kunnu siga við Guð: Eg veit, at eg ikki klári at loysa mínar egnu trupuleikar, og eg líti á, at tú hevur umsorgan fyri mær og gevur mær svørini ,sum eg havi tørv á í mín støðu.
Síggja hvørja trupla støðu, sum ein møguleika hjá Guði at vísa tær sín almátt og sína dyrd. Tá ið vit stúra, so er tað sum um, at vit siga við Jesus: eg klári at loysa hetta sjálv. Eg má hugsa meg væl um, hvussu eg kann loysa hetta, og eg fari at finna eina loysn. Tú behøvist ikki at hjálpa mær. Ella tað, sum vit veruliga meina er: eg biðji til tín um hjáp, men eg líti ikki ordiliga á, at tú vilt hálpa mær, so eg fari eisini at royna at finna loysnina sjálv.

Tað sum vit kunnu gera nakað við, skulu vit gera nakað við. Tað kallast ábyrgd. Men tað, sum vit ikki kunnu gera nakað við, skulu vit ikki hugsa meir um, men lata yvir í Guðs hendur. Tí har liggur framtíðin. Vit kenna ikki framtíðina. Eingin av okkum. Men vit kenna Hann, sum møtir framtíðini saman við okkum. Tað er hin alvaldandi og kærleiksfulli Guð. Hann, sum hvørt knæ skal boyggja seg fyri. Hesin Guð biðjur teg og meg um ikki at stúra, tí hann heldur í hond okkara, eisini tá ið vit fara inn í ta ókendu framtíðina og saman við honum kunnu vit møta øll, tí Guð okkara hevur alt vald.

Tá ið vit møta støðum, har vit gerast ótrygg, so er heiligvágurin at vit fara til Jesus, biðja hann um hjálp og so líta á, at tá ið vit biðja til Jesus, so kunnu vit sleppa, tí sum vit eru bangin fyri, tí nú tekur Guð sær av tí. Tá ið tú biðjur um Guðs hjálp kanst tú gevast við at stúra, tí nú er tað ikki longur tín trupuleiki, men trupuleikin hjá Guði.

Alt okkara álit eigur at vera á Jesusi. Eingin hevur lovað okkum eitt lív uttan stormar, eingin hevur lovað okkum, at sum trúgvandi kann einki ringt henda okkum. Men Jesus hevur lovað, at hann er við okkum. Tú kanst ongantíð siga, : Eg eri púra einsamøll, eingin skilur meg– tí tað passar ikki. Hann sum hevur alt vald er við tær, og hann skilur teg- hann heldur í hond tína, og hann kann venda hvørji støðu. Trúgv, at tann støðan sum tú ert í er ein møguleiki hjá Jesusi at vísa tær, hvussu stórur Hann er.

Lisa Fredriksberg syngur ein fantastiskan sang, sum eitur ” Tú skalt ikki stúra”. https://www.youtube.com/watch?v=Cd6sJdzH7y4

Fari at enda við hesum orðum úr sanginum:

Tú skalt ikki stúra, og ikki óttast, nei,
vón er fyri framman, Gud kennir tína leið.
Tá minst til vinin Jesus, hvørt tár hann turka kann,
og ert tú hjartabrotin, tá kalla bert á hann

Eg veit, at eg skal sigra og náa himmalstrond.
Hvat enn kann koma á mín veg,
mítt lív er í Guds hond
Koma sorgir, royndir, sum níva niður teg,
svíkja bestu vinir og kaldar vísa seg,
tá minst til vinin Jesus, hvørt tár hann turka kann.
Og ert tú hjartabrotin, tá kalla bert á hann

Orð og Lag: Kirk Franklin
týtt: Zacharias Zachariassen

Lat okkum biðja:
Jesus, vit takka tær fyri náði yvir náði. Takk, at tú kennir okkum, tú veit alt um okkum, og hóast tað, so elskar tú okkum.

Fyrigev okkum, tá ið vit ganga okkara egnu leiðir. Fyrigev okkum, tá ið vit ikki líta á teg. Fyrigev faðir.

Vit takka tær fyri, at vit kunnu leggja allar bønir okkara fram fyri teg. Vit biðja fyri teimum, sum eru sjúk. Teimum, sum hava tungar byrðar at bera. Teimum, har lívið er trupult. Vit biðja teg um at vísa teimum eina loysn. Gev teimum nýggja styrki og nýggja vón.

Vit biðja fyri børnunum, eisini teimum í móðurlívi. Vit biðja fyri konfirmantunum, varðveit tey hjá tær. Vit biðja fyri foreldrunum, hjálp okkum at leggja tað góða niður í børnini. Gev okkum heilagan vísdóm. Og lat tað altíð vera samsvar millum tað, sum vit siga og gera, so børnini kunnu líta á okkum.

Vit biðja fyri børnunum, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Hjálp teimum at liva í hesum nýggja veruleika og hjálp foreldrunum. Fyll tey við friði og vísdómi.

Vit biðja fyri kirkju tíni. Faðir, um tú ikki byggir húsið, so arbeiða smiðirnir til einkis. Lat okkum minnast til, at kirkjan er tín. Tað er títt orð, sum ræður her og ikki hvat meirlutin heldur. Hell út av tínum heilaga anda yvir kirkju tína.

Vælsigna biskup, dómpróst, prestar, kirkjuráð og kirkjufólk, og lat okkum arbeiða saman fyri at gera títt navn stórt. Vælsigna kirkjuráðsvalið sum er fyri framman – lat tað vera fólk eftir tínum hjarta, sum verða vald í kirkjuráðið.

Vælsigna henda dag fyri okkum og vikuna sum kemur. Amen.