Skriva út

Prædika í Vesturkirkjuni 4. s. e. trin 23.07.13 kl. 11.00



Luk. 6,36-42:

Verið miskunnsom

„Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.“

„Tú ert maðurin.“

Dávid hevði fyrst tølt Batsebu, konuna hjá øðrum manni, Uria, í song við sær. Uria var ein av teimum fragu í heri Ísraels. So hevði Dávid, eftir at tað frættist, at hon var við barn, givið boð um, at Uria skuldi doyggja í bardaga, men uttan at nakar fekk misstanka um hansara svikaráð. So leyð hann fyri monnum sínum, tá ið hann umtalaði Uria. Og so hevði hann ongantíð í hesum tíðarskeiði, søkt Gud um hjálp fyri at gera tað, ið rætt var.

Og nú kom so Nátan. Eitt restmenni av einum profeti. Hann bar trúfast fram tað, ið Harrin hevði álagt sær, hóast hetta óivað fór at smakka Dávid kongi sera illa og at vandi var fyri lívi sínum. Hann fór og segði Dávidi allan sannleikan, og at hetta fór at skaða kongsveldi hansara.

Dávid er líka reystur nú sum Nátan og ger tað einasta rætta. Hetta sum ger, at Dávid enn verður roknaður at vera stórur kongur. Hann viðgongur! Hann sigur: „Eg havi syndað móti Harranum.“

Og hvat so? Jú vit lesa víðari: „Og Nátan segði við Dávid: „Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína, tú skalt ikki doyggja. Men av tí at tú við atferð tíni hevur vanvirt Harran, skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja!““

Hetta er Guds miskunn: „Tú skalt ikki doyggja.“
Hetta er Guds náði: „Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína“

Tað eru tvey orð, hvørt sterkari enn annað. Bæði fylla nógv í Gamla og í Nýggja Testamenti, og bæði lýsa tey greitt og væl Guds kærleika: Miskunn og náði. „… náðigur og miskunnsamur Guð ert tú.“ (Neh 9,31). „Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina! Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd. Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!“ (Hebr 4,14-16).

Hesi orðini, hesi heiti, hoyra saman og merkja tað sama. Tey lýsa bæði Guds sinnalag, og hvussu okkara sinnalag eigur at vera, sum trúgva á Bíbliunnar Gud og vilja fylgja Jesusi.

Men munur er á hesum heitum: Náði verður mest nýtt í samandi við skuld okkara. Syndaskuld okkara.

Gud er náðugur tí, sum eins og Dávid gjørdi, viðgongur sína synd og biður Gud um náði. Gud fyrigevur tí menniskjanum. „Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“ (1 Jóh 1,9).

Tað menniskja sum sær sína synd, og sum trýr, at tað hevur fingið fyrigeving - at syndin ikki verður rokna sær longur, og at skuldin er strikað - tað menniskja veit eisini at fyrigeva øðrum menniskjum, tá ið í tey synd ímóti sær, og tað menniskja veit hvussu skeivt tað er at leita eftir syndum hjá øðrum.

Náði er eitt kærleiksfult sinnalag móti teimum, sum ikki hava uppiborið kærleika og náði.

Miskunn verður mest nýtt í sambandi við menniskju, sum eru hjálparleys og neyðstødd.

Gud er nær teimum, sum eru illa fyri: Svikin, einsamøll, hava pínu í sál ella í likami, eru órættað, hungra, tysta, verða hugd niður á, vera gloymd. „Tí at miskunnsamur er Harrin, Guð tín; hann koyrir teg ikki frá sær og letur teg ikki farast og gloymir ikki sáttmálan, sum hann svór fedrum tínum.“ (5 Mós 4,31).

Tað, menniskja, sum hevur verið illa statt og hevur møtt miskunn, tað veit eisini at sýna øðrum miskunnsemi.

Miskunn er eitt kærleiksfult sunna lag móti teimum, sum eru illa fyri.

- Dømið ikki, sigur Jesus. Skulu vit ikki døma? Vit skulu døma um tað, sum er rangt og tað, sum er rætt, men vit skulu ikki døma í merkingini at vera dømandi, at hava ein neiligan hugburður ímóti øðrum menniskju.

- Fordømið ikki, sigur Jesus eisini. Hava vit ein dømandi hugburð móti tí onnur meina, siga og gera, kann vera skjótt, at vit fordøma. Tey vit fordøma eru sum deyð fyri okkum, vit virða tey einki og vit føla ikki fyri teimum.

- Umberið heldur, sigur Jesus. Heldur enn at døma og fordøma eiga vit at umbera og rúma øðrum menniskjum.

- Gevið eisini, leggur hann afturat. Ikki bara er rætt at umbera og rúma, ger eisini næsta tínum væl. Og ver ítøkiligur. Ikki bara í orðum - eisini í verki. Eisini fígginda tínum!

Beint undan teksti okkara stendur: „Og um tit elska tey, sum tykkum elska, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar elska eisini tey, sum teir elska.

Og um tit gera væl móti teimum, sum gera væl móti tykkum, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar gera eisini tað sama.

Og um tit læna teimum, sum tit vænta at fáa aftur frá, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar læna eisini syndarum fyri at fáa líka nógv aftur.

Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu.

Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.“

Er hetta nógv? Ja. Hjá Matteusi orðar Jesus hetta og sigur: “Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.“ (Matt 5,48).

At liva so er bara nakað, sum Gud kann virka í lívinum hjá teimum monnum og kvinnum, sum kennur til at vera náða og hava fingið miskunn! Men tað byrjar við hesum: „Tú ert maðurin.“

Tað kann vera, at tú ikki hevur verið ótrúgvur eins og Dávid og brotið 6. boð , men hevur tú á annan hátt girnast onkran, sum ikki er tín og brotið 10. boð, ella svikið hjúnafelaga tín á annan hátt við ikki at hava ta virðing og tann kærleika, tú lovaði? Hevur tú á annan hátt vanvirt hjúnalagið millum ein mann og eina konu?

Tað kann vera, at tú ikki hevur dripið og brotið 5. boð, men hevur tú við orðum stolið æruna hjá næsta tínum og brotið 8. boð? Hevur tú niðra bróðir tín, systir tína? Hevur tú í tonkum ella í gerðum órættað næsta tín?

Góðtekur tú orðini: „Tú ert maðurin.“ Ella sigur tú: „Eg kenni ein mann.“ „Eg veit um ein.“ „Eg havi hoyrt um ein.“

Dávid verður minstur, tí at hann viðgekk sína synd.

Lat okkum viðganga tær syndir, vit gera og ætla at gera. Lat okkum biðja um fyrigeving og fyrigeva næsta okkara. Lat okkum vera yvirberandi og náðifull, eins og himmalski faðir okkara er tað.

Lat okkum taka ímóti Gud miskunn ímóti okkum og øllum tí góða, Gud gevur okkum, og vera miskunnsom, har neyð er og hjálp er tiltrongd. Á tann hátt líkjast vit faðiri okkara á himni.

Øll kunnu vit læra at gerast náðifull og miskunnsom!

Avbjóðingin
- Eru tað menniskju í familju okkara, sum vit ikki orka fyri?
- Hava vit ein starvsfelaga, sum vit støðugt argast inn á?
- Eru tað menniskju, vit kenna, sum skuffa okkum?
- Eru vit mild ella hørð móti teimum?
- Hjálpsom ella kensluleys?
- Miskunnsom ella ótolin?

Og her avbjóðingin: Hevði tað verið rætt - og nú vendi eg mær til okkara vilja og ikki okkara kenslur… Hevði tað verið rætt av okkum at valt at umborið viðkomandi og valt at tagt við tí illa, vit vita, og kanska heldur roynt at sagt okkurt gott um viðkomandi, sum vit eisini vita? Kundu vit kanska gjørt viðkomandi væl heldur enn bara avskrivað hann ella hana?

Tvs: Verið miskunnsomu!

Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.“ Amen.