Skriva út

Prædika í Vesturkirkjun 12. januar 2014 1. sunnud. e. trettanda Bergur D. Joensen



Tekstur: Mark 10,13-16

Barnið og Jesus

”Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til.”

Barnið setur Jesus upp fyri okkum í dag til fyrimyndar, hvussu vit, sum eru doypt og trúgva á Jesus, skulu koma inn í Guds ríki og arva ævigt lív.

Málið við børnum hevur altíð verið, at tey skulu gerast vaksin. Men í Guds ríki skulu tey vaksnu læra av barninum, um tey skulu vera Guds børn.

Djevulin tøldi okkara fyrstu foreldur við orðunum: ”Tit skulu als ikki doyggja.” (1 Mós 3,4). Men fylgjan av ólýdni okkara varð deyði.
Jesus bjóðar okkum lív í dag: ”Tann, sum ikki tekur við Guds ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.”

000

Í Guds ríki vendir alt øvut!

Tey lítlu í sær sjálvum - tey, sum seta álit og trúgv á Gud, tey fáa alt. Meðan tey stóru í sær sjálvum - tey, sum seta álít á klókskap sín og gerðir, tey fáa einki.
Hirðarnir, teir sum eingin roknaði sum nakað, fingu fyrstir boðini og komu fyrstir at barninum; vísmenninir, sum vóru hildnir at vera nakað, máttu ganga langa leið og spurdu kongin í Jerúsalem til ráðs, áðrenn teir funnu frelsaran í einum fjósi úti á bygd.

Tað er við at vera lítil - lítil í sær sjálvum, eyðmjúkur! - at tú finnur Gud og frelsuna í Guds Soni í einum boðskapi og eini bók, sum verður hildin at vera avoldað, men tó inniheldur sannleikan til gleði og lív í Gudi.

Gud kom inn í heim okkara sum eitt lítið barn, sum tað, sum einki er, fyri at gera tað, sum vit halda er nakað, til einkis.

Tá ið barnið gjørdist vaksið, hevði Jesus eisini serligt eyga við teimum, sum hildið var lítið um:

- Tí legði hann hendurnar á spitølsk.
- Tí talaði hann við kvinnur við virðing.
- Tí tók hann børn í sín favn.

Alt langt úti, um tú vart ein rættur maður.

Men, Jesus var ein rættur maður!

Jesus er tann størsti, sum er, tí hann er samstundis fult og heilt sannur og kærleiksfullur! Lygn og hatur finnast ikki í honum!

Lív hansara endaði á einum krossi, sum var tað lægsta, ein kundi koma tá í tíðini. Men í tí, sum tyktist vera tap, sigraði han. Við deyðanum vann hann lívið.

000

Skal nakar ognast frelsu frá djevli, synd og deyða, er Jesus bjarging okkara! Hann kom í heimin júst at bróta niður verk Djevulsins, sum er synd við vantrúgv, og sum er deyði við ævigum skilnaði frá Gudi.
Við at koma til hansara í trúgv, fáa vit lív saman við Gudi í ævir! Við at hava álit á hann, sum eitt lítið barn hevur á foreldur síni, ognast vit Guds ríki!

000

Men nú eru vit í hesum heimi, sum ikki bara tók Jesus av døgum, men sum lá eftir lívi hansara heilt frá føðingini, so at foreldrini máttu flýggja og gerast útlagin í fremmandum landi og í eini fremmandari mentan.

Jesus visti væl um synd okkara:
- Hvussu vit menniskju hugsa stórt um okkum sjálv, og lítismeta onnur.
- Hvussu vit nøra at okkum ognir og æru, og hvussu vit ikki hava lætt at geva frá okkum.
- Hvussu vit tráa eftir at fáa lystir okkara nøktaðar við at misnýta og misrøkja lívið hjá øðrum!

Í dag er dagurin, ikki bara at tosa um, hvussu trupult vit hava tað við at hava álit á Gudi, men, hví tað er so.

Orsøkin er m.a., at vit bróta álitið hjá okkara børnum og ungu við skaðiliga atburði okkara og vána fyridømi.

Ápostulin Paulus áminnir børnini, at halda 4. boð og virða faðir og móður og vera teimum lýðin, tí tað er rætt atferð, men hann áminnir eisini foreldrini um, ikki at ilska síni børn upp. Tað vil m.a. siga ikki at gera børnini beisk. Tí oyðileggja vit børnini, so verður ikki bara sambandið við foreldur og samfelagsmyngleikar skatt, men eisini sambandið við Gud, - skaparan og frelsaran!

000

Í dag er dagurin at spyrja, hví so mong ikki eru sum børnini, og sum tí ikki ognast Guds ríki.

Hví?

Jú kanska 10. hvørt barn ella fleiri hevur verið fyri kynsligari misnýtslu. Eisini her á landi. Menn og kvinnur, ung og gomul liva eitt dupultlív. Tey liva í tí almenna, sum um einki var, men tey hava eisini eina skuggasíðu, sum eingin má fáa at vita um og tí hótta tey barnið og tann unga við revsing og pínu, um tey siga nøkrum frá.

Jesus sigur: ”Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið.” (Mark 9,42).

Jesus veit væl, hvussu veikt barnið er. Hann veit tað frá sær sjálvum. Tí hevur hann sett foreldur, pápar og mammur at ansa eftir hvør øðrum og sínum børnum. Tí hevur hann skipað okkum í samfeløg við lógum við rættindum og skyldum.

Í tekstinum frammanundan áminnir Jesus um, at vit eiga at verja um hjúnalagið millum ein mann og eina konu og sýna rættan atburð hvør móti øðrum, og í tekstinum í dag setur hann harðliga at lærusveinum, sum vildu forða smábørnunum at koma til sín.

Størsta skommin í Føroya tjóð, er ikki tann skomm, sum børn, ung og vaksin bera í sær sjálvum vegna misbrúk, men størsta skommin, er, at tað enn í dag eru menn og kvinnur, sum gera seg inn á tey veikastu í samfelagi okkara!

Í dag er ætlan mín at verja barnið! Barnið setur Jesus upp fyri okkum í dag til fyrimyndar, hvussu vit eiga at vera, og hvussu vit skulu trúgva, um vit ætla at arva ævigt lív.

Jesus sigur í dag: ”Tann, sum ikki tekur við Guds ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.”

- Nøkta ikki tín seksuella tørv við at gera teg inn á ómyndingan! Tú gerst teg sekan í vanæruligastu synd. Tú pínir og drepur eitt verjuleyst menniskja likamliga, sálarliga og andliga. Skommin er tín!

- Boða sum skjótast løgreglu og barnaverd frá, um tú veitst nakað, sum má verða sagt. Tú verður samsekur í illgerðini og harðskapinum, um tú einki sigur. Men sigur tú frá, hevur tú forðað óndskapi og bjargað lívi!

- Latið okkum geva børnum okkara bestu kor í kæra landi okkara, so tey kunnu á fáa álit og ikki misálit á tí góða og á Gudi sum ein góðan og miskunnsaman faðir!

- Latið okkum vakna sum fólk og mennast sum tjóð og byrja við tí minsta! Tað er týdningarmeiri at taka hond um tey verjuleysu, enn bæði at byggja skúlar og undirsjóvatunlar. Skúlar og undirsjóvatunlar eru karmar og deyðir lutir, men børnini eru sálin í skúlanum og framtíðin í landi okkara!

- Latið okkum gera sum Jesus! Átala og revsa tey, sum gera seg inn á barnið og tey veiku og verjuleysu. Lat okkum fevna børnini, tí tað skulu vit ikki halda okkum frá! Og lat okkum hava umsorgan fyri teimum og teirra menning. Tí dýrari ogn og betri tilfongi, er ikki í landi okkara!

Tá ið Jósef í Egyptalandi sá kærleikan, sum faðirin hevði til synir sínar, ærdi hann hann og lútaði honum! Tað barn, sum fær sannan kærleika, hevur ikki trupult at halda 4. boð!

000

Málið við børnum hevur altíð verið, at tey skulu gerast vaksin, og ikki verða skadd, so tey vera verandi børn. Men í Guds ríki skulu tey vaksnu læra av barninum, um tey skulu gerast Guds børn.

”Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guds ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.”
Amen.

- Kirkjubønin:
"Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeiningur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

Vit biðja teg í dag seraliga fyri børnunum og teimum ungu!

Verj tey. Hjálp teimum. Menn tey!

Vit biðja um at lygnir verða avdúkaðar, at skemmarar verða funnir, og at rættvísin sigrar.

Vit biðja fyri løgregluni og barnaverndunum øllum um landið. Hjálp teimum at gera sína skyldu. Ger tey dugnalig og lat tey ongantíð hvíla við tankan um, at komið er á mál.

Vit biðja fyri lærarum, ítróttarfólk, kirkju- og samkomuleiðarum, sum fáa kunnleika um børn og ung, sum eru fyri misbrúki ella harðskapi, at vit siga frá rætt og á rætta staði.

Ver við fólki okkara, sum er so veikt á mangan hátt og undanstøkkandi. Reis okkum menn og kvinnur, sum vilja fremja rættvísi og sannleika, og sum ikki gáa um egnan vinning og fyrimun.

Vit biðja fyri Barnabata og øllum sum rágeva børnum og ungum, og vit biðja fyri Almannaráðnum, Mentamálaráðnum og politisku skipanini allari, at hon má kenna veruleikan og taka neyðug stig!

Hoyra okkara bøn Faðir!

Ver við teimum minstu skapninum tínum og hjálpa okkum at vera tíni amboð at gagna teimum í neyð, einsemi, skomm og pínu teirra.

Ver við terapeutum og sálarfrøðingum, sum eru um offur og skemmarar, ver við kommunulæknum og politikkarum, sum varða av - kommununum, løgtinginum og landsstýrinum. Ver við løgmanni og drotningini og øllum húsi hennara.

Ver við kirkju tíni, at hon í sannleika og í kærleika boðar Jesus Krist til frelsu og ævigt lív.

Takk fyri skótar, ítróttarfeløg og andaligt barn- og ungdómsabeiði, sum er við til at menna okkara uppvaksandi ættarlið - likamliga, sálarliga og andaliga.

Takk, at tú sendi okkum Jesus, sum vísti okkum, hvat sannur kærleiki er, og hvat satt treysti er!

Ver við øllum fólki okkara á sjógvi og landi. Lat okkum øll, har vit eru sett, liva tær til æru og næsta okkara at gagni.

Ver við tí barni, sum vit bera til tín í dag. Gev tí Heilagan Anda, so at tað kann trúgva á teg. Og hjálp tú foreldrunum at geva tí kristiliga barnalærdómin. Og hjálp tú øllum kristnum familju, at biðja við sínum børnum og læra tey, hvør tú ert.

Varðveit og signa tú børnini og tey ungu í trúnni á teg, og varðveit tú og signa tú hjúnaløgini og foreldrana kærleika og ábyrgdarkenslu.

Ver við familjuni í Skopun, sum misti fyrranáttina, og teimum dreingjum, sum yvirlivdu. Signa teir og geva teimum eina góða framtíð. Takk fyri, at tú lat dreingin finna í Oyndarfirði, og ver tú við troyst og styrki tíni teimum báðum familjum nær, sum har mistu. Ver við øllum teimum, sum sita við sorg og sakni!

Hjálp okkum øllum at vera ljós og salt í heimi, samfelagi og í kirkju. Amen.